NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Avreiðingar januar 2017

28/2/2017

Comments

 
Billede
Ársins fyrsta uppgerð av avreiðingunum fyri januar 2017 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar. Niðanfyri í talvuni er samanburður gjørdur við avreiðingarnar í januar í ár ímun til í fjør. Ein skal verða varin við at gera tær heilt stóru niðurstøðurnar einans út frá einum mánað. Fyri tað fyrsta er hetta ein fyribilsuppgerð, og fyri tað næsta spæla onnur viðurskiftir inn, eittnú hvørjumegin mánaðarskiftið at avreiðingin verður skrásett.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð.

JáH (y) 28.02.2017
Kelda: Hagstovan

Comments

T​hree airlines will fly to the Faroe Islands this summer

27/2/2017

Comments

 
Billede
​Two airlines will open new routes to the Faroe Islands after the number of passengers travelling to the country set new records for the fifth consecutive year.

Poul Michelsen, minister of foreign affairs and trade, confirmed in December that Scandinavian Airlines and Loganair will be given permission to start flying to the Faroe Islands. Atlantic Airways, the national Faroese airline, will no longer be the only option for airborne travellers.

Les meira her: "​Three airlines will fly to the Faroe Islands this summer".

Kelda: faroeislands.fo

SáH

Comments

Borgarin farin til fiskiskap

26/2/2017

Comments

 
Billede
Klokkan 07.15 ímorgun legði Borgarin frá Kósabrúnni, har hann hevur ligið síðani hann kom til landi.

Borgarin fór spakuliga út eftir vánni og rundaði Klakkin kl. 07.30 og síðani legði hann til havs á fyrsta sinni við nýggju eigarnum.

Vit á Norðoya Portalinum ynskja skipara, manning og reiðarí alt tað besta við nýggja skipinum og vónandi fáa tit góðan byr.

​SáH

Comments

Fugloy á heimsklassanetinum hjá Føroya Tele

22/2/2017

Comments

 
Billede
Nøkur fólk frá Føroya Tele vóru í Fugloy og skiftið antennur út, her grein og myndir frá túrinum, starvsnæmingurin Kári Joensen hevur skrivað og tikið myndir:

Radiodeildini á Klubbanum í Fugloy.
15.-16. februar vóru Jóhan P. Poulsen, Kári Djurhuus og Óla Christian Vid Sandá frá Radiodeildini og Kári Joensen, starvsnæmingur á marknaðardeildini hjá Føroya Tele, á Klubbanum í Fugloy.
Antennur skuldu skiftast, eins og annað viðlíkahaldsarbeiði skuldi gerast. Tyrlan hjá Atlantic Airways fleyg okkum frá Klaksvík upp á Klubban á døgurða 15. februar, og tyrlan var nóg illa farin avstað, áðrenn fyrsti maðurin var á veg upp í mastrina. Arbeitt varð í mastrini líka til myrkurs, meðan restin av kvøldinum varð brúkt til at royndarkoyra ta nýggju útgerðina, áðrenn songin kallaði.

Næsti dagurin byrjaði gott við turrum og stillum veðri, men út á dagin gjørdist somikið grátt, at illa sást upp á toppin av mastrini. Tað eydnaðist okkum tó at skifta síðstu antennuna, áðrenn leiðin gekk oman í Kirkju, har Ritan bíðaði eftir at sigla okkum inn til Hvannasunds. Frá Hvannasundi tóku vit bussin aftur til Klaksvíkar, har ið bilarnir stóðu.
Klokkan var farin av 17.30, áðrenn vit komu til Klaksvíkar, og hetta vórðu tískil nakrir drúgvir arbeiðsdagar, áðrenn vit sluppu heim aftur at sova í egnari song og ikki á luftmadrassum í larmandi Tøknihúsinum uppi á Klubbanum í Fugloy.
At ganga tey 168 fetini upp í ta 50 metra høgu mastrina enntá í tjúkkum mjørka er nakað, vit vanlig fólk aldrin høvdu funnið uppá, men fyri menninar á Radiodeildini er tað “just another day at the office”, so at allir føroyingar kunnu fáa gleði av heimsklassanetinum hjá Føroya Tele.

Sjá myndir her: Klikk her:  "Radiodeildin á Klubbanum í Fugloy".

Orð og myndir: Kári Joensen, starvsnæmingur

Kelda: Føroya Tele

SáH

Billede
Comments

​Semja undirskrivað við Maskinmeistarafelagið

21/2/2017

Comments

 
Billede
Hetta eru fyrstu 3 sáttmálarnir av tilsaman nýggju sáttmálum við manningarfeløgini

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF), og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, undirskrivaðu í gjár semju um teir tríggjar sáttmálarnar millum feløgini. Talan er um ein yvirskipaðan sáttmála fyri handilsskip og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.
 
Við semjuni verða sáttmálarnir longdir til 1. mars 2019 við ávísum broytingum. Eftirlønin hækkar 1. mars 2017 við 1 % til 9 % og aftur 1. mars 2018 við 1 %, so eftirlønin tá er á 10 %. Tilsaman hækka løn og eftirløn við ávikavist 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið. Hetta er sama hækking, sum feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið í hesi samráðingarrunduni.
 
Samráðingarnar gingu væl, og RFF fegnast um, at semja varð um nýggjar sáttmálar við Maskinmeistarafelagið, áðrenn galdandi sáttmálar ganga út.
 
Fríggjadagin hesa vikuna byrja samráðingar millum Fiskimannafelagið og RFF. Eingin fundur er enn avtalaður við Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Kelda: www.industry.fo

​SáH

Comments

Ætlar tú á miðnám?

13/2/2017

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv:

Mikukvøldið letur Miðnám á Kambsdali dyrnar upp á víðan vegg. Frá 17 til 21 hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar. Tú kanst eisini uppliva góðu karmarnar, sum júst eru útbygdir við m.a. nýggjum bókasavni og kreativum verkstovum.


“Skúlasamanleggingin og útbyggingin á Kambsdali hava heilt víst skapt eitt meira livandi og fjølbroytt lestarumhvørvi, og tað er umráðandi fyri okkum, at komandi næmingar og foreldur teirra fáa høvi at koma á skúlan og kunna seg við tað, sum fyriferst her,” sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.

Skúlin bjóðar seks ymiskar breytir innan bæði gymnasialt miðnám og yrkismiðnám. Komandi skúlaár er møguleiki at søkja inn á allar breytirnar. Umsóknarfreistin er 15. mars.

JáH (y) 14.02.2017

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.