NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Huawei verður nú eisini kannað í Danmark

21/1/2019

Comments

 
Billede
Í dag skal Fólkatingi kjakast um Huawei. Fleiri danskir politikkara eru skeptiskir við Huawei og eru bangir fyri at Huawei er í holt við at njósnast fyri Kina.

TV2 hevur innlegg um hetta stór mál í morgun, klikk her “Politikere frygter spionage ved kinesisk hjælp med telenet”.

Huawei er samstarvspartnari við Føroya Tele og TDC í Danmark og er tað Huawei, sum skal byggja 5G netið í Føroyum og Danmark.

Hygg eisini, “Norge overvejer at boykotte Huawei – frygter spionage”

SáH

Comments

​Uppboðssøla av fiskirættindum á Flemish Cap 2019

19/1/2019

Comments

 
Billede
​Uppboðssøla Av Fiskirættindum Á Flemish Cap 2019

Kunngerðin, um at bjóða rættindi út á uppboðssølu í 2019, er nú lýst.

Nøgdin fevnir um 1.276 tons av toski, sum verða boðin út sum eitt ára rættindi. Persónur ella felag, sum í 2019 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3 sambært løgtingslógini, kann lata boð inn. Veiðast skal við línu.

Uppboðssølan verður skipað sum opin uppboðssøla. Avgerðin er grundað á viðmerkingarnar frá Fiskivinnuráðnum, ið mælti til, at uppboðssølan skal vera opin.

Avgjørt er, at uppboðssølan verður hildin hósdagin 31. januar 2019, kl. 13.00.

Nærri treytir eru lýstar í kunngerðini, sí www.kunngerdaportalur.fo

Fiskamarknaður Føroya stendur fyri uppboðssøluni. Nærri upplýsingar ella vegleiðing fáast við at venda sær til Fiskamarknaðin www.fmf.fo.

SáH

Comments

USA kannar Huawei

16/1/2019

Comments

 
Billede
USA kannar nú risa fyritøkuna Huawai, har tey hava illgruna um, at Huawei hevur stjolið handilsloynidómar frá USA.

Sambært blaðnum Wall Street Journal, so er Løgmálaráðið í USA í holt við kannað, um tað er hald í ákærunum um, at Huawei hevur stjolið handilsloynidómar frá samstarvspartanum hjá USA og ein robottænasta, sum er gjørdur av T-Mobile og sum skuldi brúkast til at kannað smarttelefonir.

Løgmálaráðið í USA og Kina vilja ikki gera viðmerkingar til hesar søgur sigur blaðið.

SáH  

Comments

Ábyrgdaravalið hjá Norðoya Sparikassa verður 25. februar - 8. mars 2019

15/1/2019

Comments

 
Billede
​Ábyrgdaravalið verður 25. februar - 8. mars 2019.
Evstamark at tekna ella hækka ábyrgdarpeningin til valið er 25. januar 2019.

Valt verður á øllum deildum okkara frá mánadegnum 25. februar til og við fríggjadagin 8. mars 2019.

Les meira her: https://ns.fo/abyrgdaravalid+2019.html

Comments

Gott Arbeiðsumhvørvi Er Gagnligt Fyri Løntakaran

9/1/2019

Comments

 
Billede
– At hava eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi er áhugamál hjá øllum, og tað er at gleðast yvir, at arbeiðsgevarar sjálvir í stóran mun gera ein innsats fyri at lúka krøvini í arbeiðsumhvørvislógini.

Hetta sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum varðar av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Heðin Mortensen tók við landstýrissessinum í samferðslumálum síðst í november í fjør.

Øll føroysk arbeiðspláss skulu lúka treytirnar í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi. Lógin hevur til endamáls at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi og skapa grundarlag fyri, at virkini sjálvi kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar við vegleiðing frá og undir eftirliti av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

– Eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi er gagnligt fyri tann einstaka løntakaran, samband hansara við arbeiðsmarknaðin og fyri samfelagið sum heild, sigur Heðin Mortensen

Landsstýrismaðurin staðfestir, at talið av fráboðanum um arbeiðsvanlukkur hevur verið støðugt síðani 2015 og heldur, at ein frágreiðing er, at arbeiðsplássini hava tikið væl í móti teimum vegleiðingunum, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur gjørt og arbeiðsgevararnir hava gjørt eftir boðunum.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at revsing fyri brot á arbeiðsumhvørvislógina hevur størsta týdningin.

– Tað, sum er týdningarmiklari, er at upplýsa og vegleiða, soleiðis at sleppast kann undan, at arbeiðsóhapp henda, sigur Heðin Mortensen.

Av avbjóðingum, sum liggja fyri framman nevnir landsstýrismaðurin trygdina í alivinnuni.

– Alivinnan hevur rættuliga tikið dik á seg, og har er ikki nóg nógv gjørt fyri tryggja arbeiðsumhvørvið, sigur Heðin Mortensen, sum væntar, at fokus verður sett á alivinnuna. Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at hetta økið er ein samanrenning millum myndugleikar á landi og sjógvi – millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Sjóvinnustýrið.

Landsstýrismaðurin frøist yvir, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið fyri nøkrum árum síðani fekk játtan til at seta ein sálarfrøðing.

– Sálarliga arbeiðsumhvørvið eigur at vera ein integreraður partur av arbeiðsumhvørvinum. Tað sálarliga arbeiðsumhvørvið eigur at verða avmystifiserað og tikið í álvara, sigur Heðin Mortensen.

Fyri tveimum árum síðani var táverandi Brunaeftirlitið lagt saman við Arbeiðseftirlitinum.

Landsstýrismaðurin ætlar at gera lógarverkið um brunaeftirlit greiðari. Í tilbúgvingarlógini er ein kapittul um fyribyrging og annað, sum eitt nú snýr seg um brunaviðurskifti. Kapittulin um fyribyrging og annað hoyrir til samferðslumálaráðið, meðan tilbúgvingarlógin annars hoyrir til fiskimálaráðið.

– Rættast er tí at skilja tingini at, soleiðis at tað verður heilt greitt, hvør hevur ábyrgd av hvørjum. Nýggja brunalógin verður ein rammulóg, sum skal fyllast út við kunngerðum. Tað verða ikki heilt stórar broytingar í mun til innihaldið í verandi lóg, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður.

Comments

Nýggi vinnu- og mentarnarstjórin er byrjaður í starvinum

8/1/2019

Comments

 
Billede
Eirikur í Jákupsstovu tók formliga við stavinum 1. januar og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði honum vælkomnum og ynskti honum bestu eydnu í starvinum.

- Eg havi glett meg nógv at byrja, og tí er frálíkt at vera komin í gongd. Arbeiðsøkið er stórt og uppgávurnar nógvar, tí vil eg sjálvsagt nýta fyrstu tíðina at møta nýggju starvsfeløgum og vitja stovnar og fyritøkur í kommununi, og við tíðini menna eitt gott samstarv á vinnu- og mentarnarøkinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Eirikur í Jákupsstovu er 31 ára gamal, útbúgvin løgfrøðingur og er búsitandi í Klaksvík. Eirikur hevur millum annað starvast hjá Betri Trygging, sum ráðgevi á Fólkatingi, umframt royndir sum journalistur hjá Kringvarpinum og Miðlahúsinum.

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.