NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Noregi fer at æla meiri laks!

30/6/2016

Comments

 
Billede
Stýrið í Noregi hevur júst avgjørt, at land teirra skal til at æla enn meira laks, tí mangul er uppá laksin, veit NTB at siga frá.

Hetta kann so eisini gera sítt til, at laksaprísurin í framtíðini fer eitt vet niður - tí sum øllum kunnugt, so fer Bakkafrost eisini í holt við at økja um laksaframleiðsuna, har bygt verður (kanska) størst smoltstøð yviri við Strond í nærmastu framtíð.

Ongin ivi er um, at laksaframleiðsla er ein vinna, sum gevur nógv av sær - og tí kann gott vera, at enn fleiri føroyingar og norrmenn fara at gera sær dælt av hesum í framtíðini ...

JáH (y) 30.06.2016

Comments

Fiskivinnukvøld í Klaksvík

27/6/2016

Comments

 
Billede
Óli Samró, sum hevur fylgt væl við fiskivinnuni í mong ár, ikki bara her heima men víða um, gevur nú bók út um hesi viðurskifti, sum fyri føroyingar eru sera týðandi.

Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar
Í samband við útgávu av bókini, «Fiskiskapur – fjøbroyttar ásetingar», heldur Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, fyrilestur um, hvussu fiskivinnan kring heimin er skipað, og hvussu ymisku fiskivinnuskipanirnar virka og roynast á heimsins høvum.

Ymiskt er, hvussu londini áseta, hvørjum fiskivinnan skal tæna, og hvør tað er, ið eigur fiskin. Nøkur halda, at kvotur eru besta loysnin, meðan onnur halda fiskidagar. Stríð er um, hvussu loyvir eiga at útlutast, eftir søguligum fiskiskapi ella boðin út á marknaði. Ósemja er um, annaðhvørt útlendingar kunna eiga fiskiskip og loyvir ella ikki. 

Framløgan byggir á bókina “Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar”, ið kemur út 4. juli.

Fiskivinnukvøldið verður í Miðhøllini á Skúlatrøð mánadagin tann 4. juli kl 20.00. Boðin verður eisini ein kaffimunnur aftur við práti um framløguna.

JáH (y) 27.06.2016
Kelda: Klaksvíkar Kommuna



Comments

Próvhandan á Sjónámi 2016

24/6/2016

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv:

​Talan er um 7 útbúnir skipsatstøðarar. Harumframt tóku 5 teirra dugnaskaparprógv í sigling.
 
Nøvnini frá vinstru eru fylgjandi:
 
1.       Torkil Thomsen
2.       Boas Ó. Sørensen
3.       Sveinur J. Carlsson
4.       Bartal E. Andreassen
5.       Áki Højgaard
6.       Oddbjørn Jacobsen
7.       Ólavur G. Dølum
 
Ólavur G. Dølum fekk gávu frá Norðoya Sparikassa fyri besta avrik. Oddbjørn Jacobsen fekk gávu frá Norðoya Sparikassa fyri stóra hjálpsemi sítt í flokkinum.

Comments

Hoyring í samband við umhvørvis- og orkupolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu

21/6/2016

Comments

 
Billede
Í samband við umhvørvis- og orkupolitikkin hjá kommununi hava allir borgarar í kommununi høvi at koma við hugskotum um, hvussu vit kunnu náa okkara málum um at gerast grønasta kommunan.


Skriva okkum nakrar reglur um umhvørvi ella orku. Hvørji ynskir og væntanir hevur tú, og hvat eigur kommunan at gera. Tú ert vælkomin at hugsa bæði í ár, í 2020 og í 2030. Freistin at koma við tilfari er 10. juli.


Sí meir her

 Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

700 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani

14/6/2016

Comments

 
Billede
Í mars vóru 25.245 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta er tað sama sum undanfarnu tveir mánaðir í ár. Síðan miðskeiðis í 2013 hevur gongdin verið ein javnur vøkstur, upp til eini 60 løntakarar um mánaðin, og sjálvt um talið hevur verið óbroytt seinastu mánaðirnar, so vísir trendurin framvegis, at tað leggjast eini 40 til 50 løntakarar til hvønn mánað.

Les meira HER

JáH (y) 14.06.2016
Kelda: Hagstovan

Comments

Marknaðarføring á netinum

13/6/2016

Comments

 
Billede
Mikudagin 15. juni kl. 15 bjóðar Íverksetarahúsið aftur inn til netverksfund har íverksetarar, vinnulívsfólk og áhugaði hava møguleika at hittast til fyrilestur, kaffi og prát.

Evnið verður marknaðarføring á netinum og Hergeir P. Vang ráðgevi í sosialum miðlum og talgildari marknaðarføring undirvísir.

Fyrilesturin fer at snúgva seg um hvussu tú sum íverkseti ella fyritøka á bestan hátt marknaðarførir teg á netinum:

Hví og hvussu skal eg brúka sosialu miðlarnar?
  • Ger fyrst og fremst tað tú brennir fyri
  • Hav altíð MINST eitt mál
  • Lurta og ver til staðar
  • …og minst til at selja!

Tiltakið verður mikudagin 15. juni frá kl. 15-16 í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, og er ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected]

Avmarkað pláss.

Skrivað hevur Sóley Heradóttir Hammer


Comments

Kvikk søkir manning!

8/6/2016

Comments

 
Billede
Línubáturin Kvikk søkir manning, at byrja sum skjótast.

Kvikk hevur havt nakrar góðar túrar í seinastuni og hevur sjólívið tín áhuga, so er hetta absalutt ein góður bátur at fara við.

Bláu bók og trygdarskeið krevst.

Vinarliga ring Tlf 570575, um hetta hevur tín áhuga.

​Kvikk

Comments

Skattanevndin fer nú til verka

2/6/2016

Comments

 
Billede
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur í dag kunngjørt skattanevndina og arbeiðssetningin.
​
Skattanevndin skal koma við tilmælum til eina einfalda og gjøgnumskygda skatta- og avgjaldsskipan, ið skal tryggja fíggjarliga haldført inntøkugrundarlag hjá landi og kommunum. Skattanýskipanin skal fremja eitt javnari býti av landsins virðum millum borgarar landsins, og eggja fólki og vinnu at “velja” Føroyar. Hartil skal skattanýskipanin styrkja kappingarførið hjá vinnulívinum, og stuðla undir til umhvørvisvinarliga og burðardygga atferð hjá vinnu og borgarum.

Dentur er serliga lagdur á búskaparligu ávirkanina av skatti- og avgjøldum. Nevndin hevur tí servitan innan tjóðarbúskap, skatt, avgjøld og føroyska samfelagið. Fylgibólkar skulu tryggja, at aðrir viðkomandi partar og fakøki verða inndrigin leypandi í skattanevndararbeiðið.

Skattanevndin er mannað við hesum fólkum:
  • Kári Petersen, cand.polit og MBA, formaður 
  • Herit Albinus, MSc Econometrics and Mathematical Economics
  • Jóannes Jacobsen, cand. oecon , Ph.d. og adjunktur í búskapi
  • Erika Anne Hayfield, Ph.d. og adjunktur í samfelagsvísund
  • Sigurd Poulsen, cand.polit
  • Mirjam Haraldsen, cand.merc. aud, statsaut. Grannskoðari
  • Petur Alberg Lamhauge, cand.merc.aud
Fíggjarmálaráðið hevur ábyrgdina av og røkir skrivarauppgávuna hjá skattanevndini.

Arbeiðssetningur hjá skattanevndini
Skattanevndin skal greina og viðgera føroysku skatta- og avgjaldsskipanina, og koma við tilmælum til endurnýggjan. Nevndin leggur sjálv sítt arbeiði til rættis og kann í sínari greining raðfesta hvørji evni nevndin heldur tað verða mest neyðugt og áhugavert at viðgera og koma við tilmælum um broytingum til.

Tó skal nevndin í minsta lagi viðgera og gera tilmæli í sambandi við hesi evni, og tilmælini skulu taka atlit til hesar fortreytir:
  • Nevndin skal koma við tilmælum til umleggingar í skattaskipanini, ið kunnu styrkja kappingarførið hjá Føroyum. Her verður hugsað um kappingarføri:
    • um fólkið, so fleiri velja at búseta seg her,
    • um arbeiðsmegina, so fleiri velja at arbeiða her,
    • um fyritøkurnar, so fleiri fyritøkur velja at virka her og gera íløgur her.
  • Nevndin skal viðgera og greina undantøk, frádráttir og serskipanir, sum í dag eru í skattaskipanini, og gera uppskot til broytingar ið tryggja, at skattur í størri mun verður rindaður eftir førimuni, og í minni mun eftir slag av inntøku ella hvaðan inntøkan stavar 
  • Nevndin skal kanna hvørjar avbjóðingar vaksandi flytføri hjá kapitali, arbeiðsmegi og nýtslu hevur fyri almennu inntøkurnar, og koma við tilmælum til, hvørjar umleggingar kunnu gerast fyri at tryggja almennu inntøkurnar frameftir.
  • Nevndin skal viðgera og greina, hvussu skattaskipanin hjá landi og kommunum, umframt fíggjarlig afturbering millum land og kommunur, kunnu skipast best møguligt fyri at tryggja fíggjarliga haldførið og búskaparstýring framyvir.
  • Nevndin skal koma við tilmælum til, hvussu avgjaldsskipanin kann skunda undir verandi gongd ímóti einum grønari Føroyum, har orkuframleiðslan í vaksandi mun kemur frá varandi orkukeldum og í minkandi mun frá lívrunnum brennievni.
  • Nevndin skal viðgera og greina samlaðu ávirkanina frá skatti og mótrokning fyri tey, ið fáa inntøkutreytaðar almannaveitingar. Nevndin skal koma við tilmælum til broytingar, ið hava við sær, at almannaveitingarnar ikki taka burtur fíggjarliga fyrimunin hjá hesum bólkum at arbeiða.
  • Eisini skal nevndin koma við tilmælum til, hvussu skatta- og avgjaldsskipanin kann umskipast soleiðis, at hon verður meira gjøgnumskygd og einføld fyri skattgjaldaran.
  • Tilmælini mugu samanlagt ikki økja um inntøkuójavnan í Føroyum, heldur hinvegin.
  • Tilmælini skulu samanlagt verða fult fíggjað.
  • Tilmælini skulu verða so ítøkilig, at tey eru búgvin til politiska viðgerð. Har tað verður mett neyðugt, skal nevndin koma við uppskoti til skiftisskipan í sambandi við íverksetan av tilmælinum.
 
Tíðarætlan
Skattanevndin verður liðug við sítt arbeiði 1. juni 2017.

JáH (y) 02.06.2016
Kelda: Fíggjarmálaráðið

Comments

Rokaligur borgarfundir í Haraldssundi

1/6/2016

Comments

 
Billede
Heilt nógv fólk vóru møtt upp til fundin í Haraldssundi, har Borgarstjórin úr Kunoy, Meiken S. Michaelsen, Borgarstjórin úr Klaksvík, Jógvan Skorheim og stjórin hjá Bakkafrost, Regin á Bakka - greiddu frá framtíðarplanirnar hjá Smoltstøðini hjá Bakkafrost, sum kemur at liggja Yviri við Strond - har Bakkafrost ivaleyst kemur at lána vatn úr Kunoynni.

Meiken S. Michaelsen byrjaði fundin og bjóðaði øllum vælkomnum - og síðan fekk Regin á Bakka orðið, har hann so greiddi frá um Smoltstøðini og hvussu nógv vatn hon fór at brúka. Og so gekk ikki long tíð, har ymisk fólk spurdu hann - um eitt hví hann ikki bara brúkti ein "vatn-gerara" og til tað svaraði Regin, at hesin mátin sum nú liggur uppá tal - nevniliga at lána vatn úr Kunoynni - varð ein sikrari máti, at gera tað uppá. Eisini bleiv spurt um at taka vatn av Strond, har SEV fær vatn frá og tað varð eisini gjørligt, men so mátti vatni pumpast, svaraði Regin.

Billede
Eftir Regin á Bakka hevði svarað nøkrum spurningum, fekk Jógvan Skorheim orðið og har kom framm, at ongin á verður turrløgd í Kunoy og at Klaksvíkar Kommuna ætlaði sær at gera eitt ískoyti í sáttmálan hjá hagapørtunum, so at tað eisini bleiv skriva tað í sáttmálan. Jógvan segði eisini tað, at Klaksvíkar Kommuna fekk vatni frá Kunoyar Kommunu og at fólk frá Klaksvíkar Kommunu fóru at kannað áirnar - eitt nú tá ið tað varð turkur. Og skuldi ein vatnleidningur brosti, so átti Klaksvíkar Kommuna ábyrgdina av hesum og kom síðan til Kunoyar, at gera vatnleidningin íordan.

Tað sum fólk kanska hava ilskast um er, at Kunoyar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna ikki hava kunnað fólkini nóg væl um tað heila - men eftir fundin, so fekk ein eisini høvið til at seta báðar Borgarstjórarnir og stjóran á Bakkafrost spurningar. Vit upplivdu eisini eitt hart orðaskifti á fundinum, har fólkini settu ivamál um ta heila og ikki ordiliga vildu góðtaka frágreiðingarnir frá hvørki Jógvan Skorheim ella Regin á Bakka - og júst tað er kanska nevniliga tí, at fólkini ikki hava verið nóg væl kunnaði um tað heila. 

Billede
Vit høvdu eisini eina góða løtu, eftir fundin og ein fortaldi heldur skemtingarsamt við meg eftir fundin: "Ja, Jógvan - nú vera fólkini úr Haraldssundi nokk turrløgd ..!" So sjálvt um ymiskir gnistningar vóru á fundinum, so metti undirritaði at tey sum møttu upp til fundin - vóru vælnøgd við ta heila og tá ið alt kom til stykkis, so megnaðu vit sku' at flenna eftir tí heila.

JáH (y) 01.06.2016

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.