NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tað skal loysa seg at hava ERFARING!

25/8/2015

Comments

 
Picture
Tá ið tú nú fer at velja - far tá og royn okkurt nýtt. Vel mannin, sum hevur mong góð ár aftanfyri seg innan leiðslu, sølu og marknaðarføring. Vel ein, sum kennir til tín støðu sum krambakallur, sølumaður, dekkari, kokkur, máling, kunstnari og tónleikari.

Sum gamal krambakallur havi eg altíð verið misnøgdur við S & K sáttmála, tí sáttmálin er
slett ikki tíðarhóskandi og er ikki bleiv uppdateraður í eitt mans minni. Og somuleiðis so skuldi tann erfarni línumaðurin fingið meira í løn enn tann óerfarni - ella so í hvørtfall fingið upplæringa-tilskot, tá nógvir nýggir menn koma umborð eitt línuskip.

Tað er snøgt sagt ikki hugsa um mannin/kvinnuna - sum hevur erfaringina aftanfyri seg. Ein sum hevur stríðst alt sítt lív fyri lítið & onki av peningi. Krambakallurin, Dekkari, Trolbassin, Sjúkrasysturin osv. - ja, eg kundi hildið áframm við listanum. Mín løn sum Krambakallur toppaði uppi á 25.000,00 kr og har tosið eg also um 12 árs erfaring innan leiðslu & sølu - og tað ger so eisini tað, at ein verur misnøgdur við sítt arbeiðið.

Lønin hjá tær samsvarar simpulten ikki við tína útbúgving og tað vøran kostar í landinum í dag. Vit hava ikki ráð, at keypa tað, sum alt kostar í dag. Og vøran verður bert dýrari & dýrari og lønin hjá tær stendur í stað. Men stjóralønirnar vaksa & vaksa - og bert nøkur fá fólk í Føroyum hava møguleikan til at blíva rík. Hví er Landið skrúva soleiðis saman ? Jú, tað er tí at Tingi manglar eina rødd - sum torir at siga sína erligu meining um tað heila. Ein rødd, sum smekkar nevan á borði og rópar, at nú kann vera NOKK. Tit hava brúk fyri einari rødd, sum mínari - ið tosað kann TYKKARA søk. Vit eiga at venda gongdini í Føroya landi - har tann lítli borgarin (sum eg & tú) vera sett í hásæti. Og velur tú meg tann 1. September - so fari eg at arbeiða fyri tínum tørvi og saman skapa vit eitt betri samfelag. Eitt samfelag - har pláss er fyri ØLLUM og ikki bert nøkur fá fáa ein bita av køkini.

Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri


Comments

Minsta lønin skal vera størri!

16/8/2015

Comments

 
Picture
Ongin ivi er um, at vit í Føroyum eiga heimsins bestu sjómenn - tí tað havi eg ferð eftir ferð - verið vitni til sjálvur. Tá ið eg sigldi sum kokkur umborð á línubáti, tá fekk eg sjón fyri søgn á havinum og byrjaði lívið at læra, at kenna.

Og eitt sum eg ongantíð havi skilt - er at línumaðurin, sum hevur arbeitt 12 tímar um døgnið - fær eina løn, sum er minni enn lønin hjá einum, sum er í ALS. Sjálvandi skal lønin ikki vera minni - enn hjá einum, sum er arbeiðsleysur og skula korini hjá sjómanninum eisini vera nógv betri enn hvat tey eru í dag.

Sjómaðurin er tann persónurin, sum heldur lívinum upp hjá okkum føroyingum og vit eiga at virða sjómannin allermest í okkara samfelag. Uttan sjómannin - so varð ikki hetta vælferðarfelag vit liva í. Tí fari eg eisini at virka fyri, at sjómaðurin fær allan tann ágóða, sum hann/hon so sanniliga hava uppiborið. Tit eiga lívið í okkum føroyingum og tað skula vit heldur ikki gloyma.

X við Jógvan Á Høvdanum
Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri


Comments

Smáar vinnufyritøkur skullu hava betri livikor

14/8/2015

Comments

 
Picture
Búðskapurin blomstrar í løtuni og tølini tala fyri seg. Nógv arbeiði er á øllum økjum, og tað sæst aftur í vinnuni sum heild. Nógvar smáar fyritøkur eru settar á stovn tey síðstu árini, og er hetta kærkomi og mennandi fyri samfelagið. 

Fyritøkurnar mugu fáa bestu sømdir at arbeiði í, og vera við í kappingini, bæði tá almenn og privat arbeiðir vera boðin út. 

Tó eru fleiri viðurskifti ógvuliga tung at fáast við fyri hesar fyritøkur, serliga tað umsitingarliga, t.v.s. at halda roknskap o.a. 

Ein almennur ráðgevingarstovnur til hesar fyritøkur, er tí upplagdur at seta á stovn, so ráðgeving til stovnan av fyritøku, roknskapur og aðrir umsitingarligar spurningar kunnu veitast, tí ofta er tað ein stór útreiðsla og orkukrevjandi at leita sær ráðgeving, um lítil ivamál. 

Fólkaflokkurin ynskir at hava eina fjølbroytta vinnu, og ynskja øllum bestu umstøður at virka undir. 

Jógvan Kristin Olsen 
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Comments

Klaksvíkar Timburhandil letur aftur tann 1. september

10/8/2015

Comments

 
Picture
Sjálvan valdagin letur einasti lokali Timburhandil í Klaksvík aftur.

Stjórin í Klaksvíkar Timburhandli Símun á Høvdanum sigur í stuttari viðmerking, at undirtøkan var ov lítil og einamest frá teimum stóru byggivirkinum og hondverkarnum í býnum og frá Klaksvíkar Kommunu. 

Hetta er bert ein staðfestin og nú hava tveir Timburhandlar latið aftur innan fáar mánaðar í lokala samfelagnum og nærhendis Klaksvík, teir eru 2x3 á Kamsdali og so nú Klaksvíkar Timburhandil í Klaksvík.

Glaður fyri privatu kundarnar
Klaksvíkar Timburhandil fekk nógvar privatar kundar, hesi árini vit hava selt á Bøgøtu og á Varpinum og teir hava vit verið sera glaðir fyri. Einamest hava vit selt gólvir og loftir frá donsku fyritøkuni Wallmann, men tíðin er kanska farin frá smáu fyritøkunum í okkara býi.

Sera spennandi uppgávur fyri framman
Nú verður so byrjað uppá eina aðra síðu, við Klaksvíkar Timburhandli og Klips, har farið verður aftur á gamlar gøtur, eitt nú, at selja fyri útlendskar fyritøkur og kanska man eisini ferð man í samstarv við onkra føroyska fyritøku, men tað verður sum umboðsmaður/seljari. Virksemi verður á sama stað, á Stangarvegi 4 og har Norðoya Portalurin eisini ferð at halda til.

Norðoya Portalurin prioterast hægri
Eitt sum hevur ligið á láni í longri tíð, er Norðoya Portalurin og hann ferð man íholt við at gera betri og at fáa hann á eitt enn hægri støði. Norðoya Portalurin er sera nógv vitjaður, har vit tann 5. juli í ár høvdu yvir 43.000 vitjandi. Har er ætlanin, at hann skal gerast enn sjónligari, bæði heima og úti í stóru verð, har vit fara at leggja okkum í kappingina við hinar portalarnar í Føroyum, einamest við góðum lýsingarprísum, tíðindum og við góðum myndum.

símun á Høvdanum vil takka øllum, sum hava stuðla Klaksvíkar Timburhandil. Klaksvíkar Timburhandil lukkar ikki, men vit byrjað uppá eina nýggju síðu og vit síggja ljóst uppá framtíðina.

Comments

Lýs á Norðoya Portali

4/8/2015

Comments

 
Picture
Tað loysir seg at lýsa á Norðoya Portali, sum er ein portalur við støðugari menning. Sum vit sita og skriva beint nú, so hava vit áleið 1.500 vinir á Facebook og gott 5.000 vitjarnir um dagin á okkara heimasíðu.

Og vit eru (kanska) bíligast:

1 stk Head'ara lýsing sum tann tú sær á myndini kostar nú einans 800,00 kr (pluss mvg) um vikuna og lýsingin (t.v. "Nóa") kostar bert 100 kr (pluss mvg) um vikuna ... og ynskir tú at lýsa í fleiri vikur (mánaðir) so kunnu vit altíð tosað um ein enn betri & sámiligari prís.

Trýst á HER fyri at vita meira um okkara lýsingarprísir og hvussu eisini tú kanst fáa fleiri kundar, at keypa júst títt produkt. 

JáH (y) 28.04.2015

Comments

So loystið Klakkur

3/8/2015

Comments

 
Picture
Sunnukvøldið kl. 22.10 loystið Klakkur KG 9 og setti kós ímóti Eystur Grønlands. Við vóru 16 ungir mans og skipari hendan túrin er Líggjast Johannesen. 

Klakkur hevur ligið í nakrar vikur, har ymsar umvælingar hava verið gjørdar við skipi, men nú var klárt at fara túr aftur.

Nakað av fólki vóru á kajuni og nýggju myndamaðurin hjá Norðlýsinum Jákup Ósa,  var eisini til staðar. Pápi til skiparan Vilhelm Johannesen var eisini og segði farvæl.

Norðoya Portalurin var á kajuni, við ein av manningini umborð og hann var sera spentir at sleppa til skips aftur eftir at hava verið landkabbi í mong ár. NP ynskir skipara og manning góðan túr og gott fiskarí.

SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.