
Og eitt sum eg ongantíð havi skilt - er at línumaðurin, sum hevur arbeitt 12 tímar um døgnið - fær eina løn, sum er minni enn lønin hjá einum, sum er í ALS. Sjálvandi skal lønin ikki vera minni - enn hjá einum, sum er arbeiðsleysur og skula korini hjá sjómanninum eisini vera nógv betri enn hvat tey eru í dag.
Sjómaðurin er tann persónurin, sum heldur lívinum upp hjá okkum føroyingum og vit eiga at virða sjómannin allermest í okkara samfelag. Uttan sjómannin - so varð ikki hetta vælferðarfelag vit liva í. Tí fari eg eisini at virka fyri, at sjómaðurin fær allan tann ágóða, sum hann/hon so sanniliga hava uppiborið. Tit eiga lívið í okkum føroyingum og tað skula vit heldur ikki gloyma.
X við Jógvan Á Høvdanum
Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri