NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ávaring um Hoyvíkssáttmálan

27/12/2019

Comments

 
Billede
​Ísland hevur líka siðani 2006 ‘lumpað’ Føroyar í handislviðurskiftunum. Útsøgnin hjá mær kemst av, at í meðan føroyingar settu Hoyvíkssáttmálan í gildi við lóg, settu íslendarar hann í gildi sum Uppskot Til Samtyktar (UTS). 
Munurin er, at seinna nevnda onga lógarkraft hevur; eitt Uppskot Til Samtyktar er ikki bindandi á nakran hátt, tað er ein eind, sum mann brúkar, tá mann vil senda politiskar ballónir upp, sum einki virði hevur uttan ein boðskap, eitt politiskt signal. Men ongan annan virkna. 
Hinvegin er beinleiðis staðfest í Stýrisskipanarlóg Føroya (§55), at lógir sum Løgtingið ger, hava ikki gildið, hvis tær ganga í móti millumtjóðasáttmálum, sum Føroyar hava gjørt við onnur lond.
Munurin skríggjar til himmals so stórur hann er!
 
Við hesum í reyvalummanum hava íslendingar sett fleiri tekniskar forðingar, sum hava skeiklað ætlanina við sáttmálanum. Tað sum skuldi verða ein tveyvegis fríhandilsavtala, gjørdist tí hinvegin meira ein einvegis handilsavtala. Alt í meðan føroyskir politikkarar og embætisfólk vendu blinda eyga til og vónaðu tað besta. Eg havi tí í hesum sambandi stóra virðing fyri oddafólkunum i fyrrverandi samgongu fyri, at tey settu hol á henda sjúka býldin.
 
Í dag, hin 27. desembur, hevur Løgtinið 2. viðgerð av einum uppskotið, sum gongur út upp á, at uppsøgnin av Hoyvíkssáttmálanum skal takast aftur.
 
Áheitan
Hvis Løgtingið velur at taka uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum aftur, skal tað hervið vera mín innarliga áheitan á politisku skipanina og føroysku embætisfólkini (sum eg haldi, eisini eiga at vísa ábyrgd) um at seta lógina, sum setti Hoyvíkssáttmálan í gildi, úr gildi, og hareftir heldur viðtaka sáttmálan sum Uppskot Til Samtyktar. So kunnu vit, um ikki annað, samstarva á líka fóti,
Ávaring um íslendskar leigusveinar í Føroyum
Tað eru eftir hondini nógvir føroyingar, sum tæna íslendskum áhugamálum í Føroyum, og harvið tosa teirra søk. Hetta kemst av, at íslendingar eiga so nógv feløg og virksemi í Føroyum, og tí eru nógvir føroyingar, bæði høgir og lágir, sum arbeiða fyri íslendingarnar og tæna teirra áhugamálum; tey kunnu í hesum føri sigast at vera tænarar í egnum landi; antin beinleiðis ella hjá øðrum føroyingi, sum er tænari hjá onkrum íslendingi.
Allir føroyingar, føroyskir politikkarar og føroysk embætisfólk mugu tí vera varin við, hvørjum tey lurta eftir, tá kjakast verður um Hoyvíkssáttmálan. Stutt sagt tí tað eru fleiri føroyingar, sum tosa fyri íslendskum áhugamálum og ikki fyri føroyskum áhugamálum.
 
Íslendskar hóttanir
Annars viðvíkjandi íslendsku hóttanunum, sum vit áðrenn jól kundu lesa um í íslendsku miðlunum, um at seta revsitoll upp á 55% á føroyskar vørur, ákundi eitt passandi móttrekk verið, at sett 55% skatt á vinningsbýtir frá føroyskum feløgum til íslendskar eigarar. So høvdu vit kanska sloppi undan at havt nakað tilfeingisgjald og harumframt høvdu vit megna at sett mvg’ið úr 25 prosentum og niður í 15 prosent.
Tað hevði nokk gjørt nokk so ilt hjá íslendingum...
Mítt point er, at eg haldi, at íslendingar áttu at ansa sær í, hvussu frekkir teir evt. kunnu finna upp á at vera, tí teir hava so ómetaliga nógv meira at missa enn vit føroyingar.

Janus Rein

Comments

Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið í Føroyum framt fyrsta eftirlitsátakið við útlendskari arbeiðsmegi

26/12/2019

Comments

 
Billede
​Dagarnar 10.-11. desember framdu Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið í Føroyum eitt samskipað eftirlitsátak við útlendskari arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Talan er um fyrsta átakið eftir at samstarvsavtalan millum myndugleikarnar varð undirritað í september í ár.

Átakið fevndi um eftirlit á fýra arbeiðsplássum – tvey í byggivinnuni og tvey í matstovu- og gistingarhúsvinnuni.

Í sambandi við eftirlitsvitjanirnar kundu myndugleikarnir millum annað staðfesta, at arbeiðsloyvir ikki vóru í lagi á tveimum arbeiðsplássum. Hetta hevði við sær, at viðkomandi starvsfólk fingu forboð fyri at arbeiða til loyvini eru fingin. Harumframt vóru manglar í arbeiðsumhvørvinum á øllum arbeiðsplássunum. Hetta hevði við sær, at arbeiðsgevararnir fingu freist til at fáa viðurskiftini í rættlag.

Komandi tíðina verður eftirmeting gjørd av átakinum, soleiðis at møguligar tillagingar kunnu gerast, áðrenn næsta átakið verður framt í januar/februar 2020. Fyribils eftirmetingin frá átakinum er tó, at mannagongdirnar riggaðu væl og at ábyrgdarbýtið millum myndugleikarnar var greitt.

Endamálið við samstarvsavtaluni er at tryggja, at myndugleikarnir hava neyðuga sambandið fyri at kunna virka samskipað, skjótt og miðvíst. Fyri at tryggja hetta er settur ein samskipandi bólkur, mannaður við starvsfólkum frá øllum trimum myndugleikunum, sum hittist regluliga fyri at leggja átøkini til rættis.

Dentur verður lagdur á at hava eftirlit við, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um m.a. arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og arbeiðsumhvørvi.

Sí meira á: https://arb.fo/news/81/arbeids-og-brunaeftirlitid-taks-og-politiid-i-foroyum-framt-fyrsta-eftirlitsatakid-vid-utlendskari-arbeidsmegi

Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Meira kunning um virkisøkið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sæst á www.arb.fo


Comments

​Fiskivinnan hevur aftur fingið virðuligar karmar

22/12/2019

Comments

 
Billede
Hesir síðstu dagarnar hava verði stravnir, drúgvur og gevandi. Samgongan stemmaði í kvøld fiskivinnulógina ígjøgnum, Sjálvstýrið tók eisini undir við henni, men varð ikki til staðar tá ið stemma varð.

Eg eri spentur upp á tíðina fyri framman. Tað verða uttan iva fleiri nýggj/nýggjari skip at síggja. Og vinnan fer aftur at hava tað bjartskygni ið hon hevur sakna.
Eg gleðist allmikið um tað avrik sum vit megnaðu í dag, tað eru sjálvandi ting ið eg kundi hugsa øðrvísi, men tað lati eg liggja.

Orðaskiftið hevur til tíðir verði hvast og niðrandi, men samgongan hevur staði væl saman og kom á mál.

Eg vil takka øllum mínum felagum í samgonguni fyri eitt vælaarbeiðið🙏🏻

3. Jólamorgun herja vit á aftur💪

PS.
Eg havi droymt um hesa løtuna frá tí degi at nýskipanin varð samtykt. At eg sjálvur slapp at verða við til at broyta hana er man ein stór æra. Hettar er ein tann besta kenslan eg havi havt í lívinum🙏🏻

Guð vælsignið vár fólk hvar ið tað siglur og rør🙏🏻

Jóhan Eli L Poulsen
Fólkaflokkurin

Billede
Comments

KSS: Nýggjan bátadrátt til Leirvík

19/12/2019

Comments

 
Billede
​Týsdagin skrivaðu KSS og Eysturkommuna undir sáttmála um arbeiði ísv nýggjan bátadrátt í Leirvík.

KSS tekur sær av stálarbeiðinum, meðan Sp/f Kanjon ger jørð-, betong- og el-arbeiðið.

Tað vóru Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og Elian E. Elttør, rakstrarleiðari á KSS, sum skrivaðu undir sáttmálan.

Kelda: kss.fo

SáH

Billede
Comments

Nógvir útróðrarbátar landa til NFCS júst nú

18/12/2019

Comments

 
BilledeSkýlisklettur, Gjógvarenni, Stakkavík, Dalsenni og Bragd. Mynd tikin tann 18. desember 2019 klokkan 08:49
​Nú klokkan er 9 á morgni tann 18. desember landa 5 útróðrarbátar til NFCS.

Teir eru Skýlisklettur, Gjógvarenni, Stakkavík, Dalsenni og Bragd, sjá mynd herundir, sum er tikin klokkan 08:49 í morgun.

Bestir av bátunum í morgun er Bragd teir hava umleið 12.000 pund, Stakkavík 8.400 pund, Dalsenni 6.320 pund, Skýlisklettur 4.704 pund og Gjógvarenni 2.600 pund.

Bjørvin er eisini úti í nátt og hann hevur boðað frá landing klokkan 12:00 og teir hava 6.100 pund.

Kallanes og Norðsøki eru eisini úti, men teir hava vit onki hoyrt frá.

Hesir landa til NFCS júst nú:
BRAGD – ( KG 642 )NFCS-18-12-2019   6.045
DALSENNI – ( KG 301 )NFCS-18-12-2019   3.160
SKÝLISKLETTUR – ( KG 706 )NFCS-18-12-2019   2.352
GJÓGVARENNI – ( KG 333 )NFCS-18-12-2019   1.300
BJØRGVIN – ( KG 503 )NFCS-18-12-2019   3.045

​SáH
​

Comments

Strandferðslan keypt farmaskip

17/12/2019

Comments

 
Billede
Mánadagin 16. desembur skrivaði Strandferðslan undir keypssáttmála av norsku ro/ro ferjuni M/F Hasfjord. Hasfjord er bygd í 1975 á Harstad Mek Verksted AS, og er 40,7 m long og 9,5 m breið.

Beint eftir undirskrivingina fór ferjan á Sandnessjøen, Slipen verksted, og fyrst í komandi ári verður ferð sett á umvælingararbeiðini, ið klassin krevur.

Ferjan skal brúkast sum farmaskip til tungan farm, og harvið verður ferðafólkaloyvið til 12 ferðandi.

Lýst verður seinni, nær Hasfjord fer í sigling.

Kelda: ssl.fo

SáH

Comments

​BankNordik lækkar rentuna á bústaðarlánum og privatum innlánum

12/12/2019

Comments

 
Billede
​BankNordik lækkar rentuna á bústaðarlánum og privatum innlánum

Í september lækkaði BankNordik renturnar, og í tí sambandi fingu vinnukundar í bankanum negativa innlánsrentu. Í dag boðar bankin frá, at innlánsrentan hjá privatkundum eisini verður negativ frá mars 2020. Samstundis verður bústaðarlánsrentan lækkað niður í 2,75%.

Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa rentan hjá tjóðbankanum hava við sær, at BankNordik fer at lækka renturnar hjá privatkundum í mars komandi ár. Sostatt verður rentan á innlánskontum hjá kundum, ið eiga omanfyri 500.000 kr. lækkað niður í -0,75 % p.a. Sama renta verður galdandi fyri pensjónskontur. BankNordik tekur sostatt somu avgerð sum fleiri danskir peningastovnar, hvørs kundar seinastu mánaðirnar hava fingið negativa innlánsrentu. Orsøkin er lága rentustøðið, ið hevur við sær, at bankin í eitt longri tíðarskeið hevur havt útreiðslur av innlánum, sum kundar hava í bankanum.

”Higartil hava privatkundar verið undantiknir negativari rentu, og vit høvdu vónað, at tað ikki fór at gerast neyðugt at seta negativa rentu á privat innlán. Útlit eru tó ikki fyri, at rentustøðið fer at hækka fyribils, og tí hava vit tikið avgerð um at tillaga okkara rentur, so tær í størri mun samsvara við marknaðargongdina. Sostatt lækkar rentan á bústaðarlánum við 0,2 %-stigum, soleiðis at lægsta bústaðarrenta verður 2,75 % p.a. Fyri privatkundar verður negativ innlánsrenta sett á upphæddir omanfyri 500.000 kr. umframt á pensjónskontur. Hóast tað ikki er hugaligt at lækka innlánsrentuna fyri privatkundar, so er hetta ein neyðug avgerð, ið skal fyribyrgja, at vit tapa pening av at bjóða okkara tænastur”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Børn og ung undir 29 ár verða tó undantikin negativum rentum og fáa í staðin 0,00 % p.a. í rentu á øllum innlánskontum og pensjónskontum.

Kundar, ið vilja sleppa undan at gjalda negativa rentu, kunnu økja møguleikan fyri størri avkasti við at gera íløgur fyri peningin. Tað ber til at gera íløgur gjøgnum Netbankan, og eisini ber til at fáa serfrøðingar at røkta íløgurnar. Íløgur hava tó samstundis altíð ein ávísan váða við sær, og BankNordik fer í næstum at seta seg í samband við kundar, ið verða ávirkaðir av rentubroytingini, til tess at greiða frá teimum møguleikum, ið kundarnir hava.

Samstundis sum renturnar verða tillagaðar, broytir bankin eisini prísir og einfaldar fyrimunaskipanina fyri at styrkja inntøkugrundarlagið og tryggja kundunum uppaftur betri ráðgeving. Frameftir fer fyrimunaskipanin sostatt bert at hava tvey stig: Nordik+ og NordikPremium.

Comments

Nýggi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum vitjar á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

11/12/2019

Comments

 
Billede
​Nýggi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, vitjaði týsdagin 10. desember á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum saman við embætisfólkum.

Landsstýrismaðurin hitti starvsfólk á stovninum og luttók á kunnandi fundi um virksemi stovnsins, har Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum greiddi frá.

Comments

​Frádrátturin til Lærlingar einmælt samtyktur í dag

10/12/2019

Comments

 
Billede
Løgtingið samtykti fyri løtu síðani uppskotið um lærlingafrádátt. Øll 30 stemmaði fyri uppskotinum.

Uppskotið hevur við sær, at lærlingar fáa 50.000 kr. í frádrátti um árið, sjá upprunauppskotið her,  “Løgtingsmál nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)”

Uppskoti kemur longu í gildi 1. januar 2020.

SáH

Billede
Comments

ANRU hevði 7.200 pund í gjár

8/12/2019

Comments

 
Billede
ANRU hevði roynt norðanfyri í gjár.

Teir settu 37 stampar og fingu 7.200 pund.

Umleið 5.000 pund var toskur og 2.200 pund var hýsa og onnur fiskasløg.

ANRU hevur landað í Leirvík, og veiðan er seld til Fofish.

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.