NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Handlar í Klaksvík lata aftur grunda á Korona

29/10/2021

Comments

 
Picture
Berglon hevur stongt til 7. november og nógvir aðrir handlar í býnum mangla arbeiðsfólk grunda á Korona, tí onkur av arbeiðsfólkunum hevur Korona og fleiri eru í sóttarhaldi.

Hetta skrivar Berglon á Facebook í gjárskvøldið:

STONGT í BERGLON KLAKSVIK
Grundað sjúku og sóttarhald hava vit nú so stórt starvsfólkatrot, at vit ikki fáa havt deildina í Klaksvík opna frá 30/10 til 7/11.

Eftir ætlan letur handilin upp aftur sum vanligt 8/11.

Víst verður til deildina í Runavík, ella okkara nethandil, berglon.fo. Vørur bílagdar á netinum áðrenn kl. 12 gerandisdagar, verða bornar út sama dag á meginøkinum.
​

Eru átrokandi ørindir vinarliga ring til tlf. 773000, vel Klaksvík.

Comments

​Landshandilin ársins rúmligi arbeiðsgevari

28/10/2021

Comments

 
Picture
Almannaverkið hevur kosið Landshandilin, sum ársins rúmliga arbeiðsgevara, og í hesum sambandi helt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, røðu og handaði heiðursbræv og standmynd.

Tað eru starvsfólk í Almannaverkinum, ið hava innstillað teir arbeiðsgevarar, sum tey farna árið hava mett at hava uppiborið heiðurin Ársins rúmligi arbeiðsgevari, tí arbeiðsgevararnir hava gjørt serligan mun, tá tað snýr seg um at hava fólk við serligum tørvi í starvi.

Í grundgevingini fyri, hví Landshandilin hevur uppiborið heiðurin sum ársins rúmligi arbeiðsgevari, stendur m.a.:

Landshandilin, við Ingvardi Vang á odda, hevur megnað at givið unga manninum eitt trygt og gott arbeiðspláss. Við tolsemi og nærlagni hava tey givið sær stundir til at læra unga mannin at kenna og tillaga arbeiðsuppgávurnar hjá honum til hansara førleikar, samstundis sum hann hevur fingið ábyrgd og ein týðandi leiklut á arbeiðsplássinum.
Við vælvild og rúmlighet hevur Landshandilin skapt eitt arbeiðspláss til ein borgara við avbjóðingum og afturfyri fingið eitt ábyrgdarfult starvsfólk, sum megnar sín týðandi leiklut.

Heiðurin, Ársins rúmligi arbeiðsgevari, var latin í 2015 til EL-Net, í 2017 til Reyni Service og í 2019 til Sandavágs Timburhandil.

Røða hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í sambandi við ársins rúmligi arbeiðsgevari, 25. oktober 2021

"Sig mær, hvat tú gert, og eg skal siga tær, hvør tú ert. Arbeiðslívið hevur so ómetaliga nógv at siga fyri okkum í dag.

Samleiki okkara – er fyri tey flestu – tætt knýttur at arbeiðinum. Tað er gjøgnum arbeiði, at vit kunnu uppbyggja okkara sjálvsálit og sjálvsvirði, og arbeiðslívið hevur sostatt stóran týdning fyri persónligu vælferðina fyri hvønn einstakan av okkum.

Ikki minst fyri borgarar við skerdum førleikum er hetta týdningarmikið, og tí velur Almannaverkið at heiðra arbeiðsgevarar, sum samstarva og eru umhugsnir og fúsir at hjálpa.

At so nógv sum gjørligt hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, hevur tí so sera stóran týdning fyri tann einstaka, men samfelagsligi týdningurin kann heldur ikki yvirmetast.

Skulu vit hava eitt samfelag, sum byggir á prinsippini um at heilsuverk, skúlaverk og almannaverk er fyri øll, so er tað ein avgerandi fortreyt, at nógv fólk eru innanfyri arbeiðsmarknaðin heldur enn uttanfyri. At so nógv sum gjørligt eru við til at fíggja vælferðina.

Tað er ikki ein sjálvfylgja, at tá tað eru góðar tíðir, so loysir trupulleikin seg sjálvt.

Vit síggja í øðrum londum, at hóast tað eru góðar tíðir, so veksur parturin av fólkum, sum eru varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Effektivitetur hevur meira at siga enn nakrantíð. Tíð er pengar, og hvør króna telur. Í tí effektivu maskinuni er minni rúm fyri teimum, sum ikki ganga í heilt somu takt. Treytirnar herðast í hvørjum, um tú skal vera við í dagsins samfelag. Tí hevur týdningurin av hesum heiðrinum størri týdning enn nakrantíð.

Tað er ikki nokk, at vit hava karmarnar og skipanirnar, tí tað krevur eisini arbeiðsgevarar, sum hava áræði at gera nakað eyka.

Og vit hava eisini í Føroyum nógvar arbeiðsgevarar, sum gera nakað eyka. Og millum allar arbeiðsgevarar, sum gera nakað eyka, hevur tykkara íkast her í Landshandlinum vakt ans.

Tað er ikki bara hvør-sum-helst, ið verður kosin ársins rúmligi arbeiðsgevari. Tað er eitt forarbeiði, sum liggur til grund. Tað eru sosialráðgevarar á Almannaverkinum, sum tilnevna, og so er ein dómsnevnd við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum og frá Almannaverkinum, sum taka endaliga støðu.

Í grundgevingini fyri, hví Landshandilin hevur uppiborið heiðurin, stendur millum annað:

Landshandilin, við Ingvardi Vang á odda, hevur megnað at givið unga manninum eitt trygt og gott arbeiðspláss. Við tolsemi og nærlagni hava tey givið sær stundir til at læra unga mannin at kenna og tillaga arbeiðsuppgávurnar hjá honum til hansara førleikar, samstundis sum hann hevur fingið ábyrgd og ein týðandi leiklut á arbeiðsplássinum.

Starvsfólkið í Almannaverkinum leggur dent á góða samstarvið við Landshandilin, og tey leggja afturat, at tey fult og heilt mæla til eitt herðaklapp til Landshandilin fyri teirra íkast til ein rúmligari føroyskan arbeiðsmarknað.

Starvsfólkini á Almannaverkinum siga, at tey uppliva støðugt, at umsorgan, rúmligheit og vælvild eyðkennir tilgongdina hjá Landshandlinum í mun til unga mannin.

Tí vilja vit handa tykkum eina viðurkenning, sum m.a. er hendan standmyndin, sum er framleidd á Verkstaðnum Vón, og ímyndar lívsins vekt.

Lívsins vekt vigar okkum náðileyst. Vit verða mett ov tung til summar uppgávur, ov løtt til aðrar, og av og á so situr alt í røttu javnvágini. Vit hava øll tørv á, at onkur lyftir saman við okkum og rættar vektina av og á.

Vit, sum samfelag og sum menniskju, hava tørv á tryggum rammum. Tryggu karmarnir vísa okkum leiðina, men kunnu eisini onkuntíð hava við sær at vit verða sett uttanfyri.

Standmyndin lýsir, hvussu røttu fólkini í røttu støðuni, hjálpa okkum at seta røtur og vaksa, hóast vit kanska ikki passa heilt inn í kassan.

Vit vilja takka Ingvardi og tykkum í Landshandlinum fyri at taka so væl ímóti okkara borgarum, og ynskja vit tykkum hjartaliga tillukku við heiðrinum sum ársins rúmligi arbeiðsgevari."

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Almannaverkið

Comments

Afturvendandi avbjóðingarnar mugu loysast

20/10/2021

Comments

 
Picture
Tað er neyðugt at loysa tær afturvendandi avbjóðingarnar í okkara samvinnu við Ísland. Tað var greiði boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, á fundi við Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharra, í Íslandi.

”Síðani Hoyvíkssáttmálin varð settur í gildi í 2006, hava verið atfinningarsamar røddir í Føroyum. Vit hava seinastu 15 árini havt nógv ymisk mál, ið vit hava strongt á fyri fáa avgreidd. Um vit vilja styrkja samvinnuna millum Føroyar og Ísland, er tað er avgerandi, at vit loysa tær avbjóðingar, ið støðugt stinga seg upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Á fundunum við íslendska forsætisráðharran varð nýggja íslendska frágreiðingin um viðurskiftini við Føroyar umrødd. Frágreiðingin kann vera við til at betra um samvinnuna millum londini. Løgmaður heldur tað eru møguleikar fyri einum styrktum samstarvi við Ísland – ikki minst innan alivinnu og ferðavinnu.

”Føroyar og Ísland eru brøðratjóðir. Okkara lívstreytir í norðurhøvum líkjast nógv, og tí er upplagt, at vit samstarva meira. Eg haldi til dømis, at íslendingar kunnu læra nógv av okkara dugnaligu alivinnu, meðan føroyska ferðavinnan eisini kann læra nakað av royndunum hjá Íslandi”, heldur løgmaður.

Umframt fundin við íslendska forsætisráðharran, skifti løgmaður eisini orð við Guðlaugur Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra, um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland

Løgmansskrivstovan

Comments

Makrelur, svartkjaftur, norðhavssild og Bretland á skránni í London

19/10/2021

Comments

 
Picture
​Hesa vikuna og næstu vikuna eru samráðingar millum strandarríkini um makrel, svartkjaft og norðhavssild fyri 2022 í London. Harumframt eru innleiðandi samráðingar millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2022.

Stóru politisku málini fyri allar tríggjar uppsjóvarstovnarnar eru framtíðar býtini millum strandarríkini og at áseta mest loyvdu veiði fyri 2022.

Harumframt eru á skrá at seta vísindaligar bólkar fyri bæði makrel og svartkjaft at savna saman alt taltilfar viðvíkjandi vísindaligum rannsóknum og fiskiskapi í felags frágreiðingar, eins og tað verður árliga gjørt viðvíkjandi norðhavssild. Slíkar frágreiðingar verða nýttar í samráðingum um framtíðar býtini.

Innleiðandi samráðingarnar millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2022 vóru longu í gjár mánadagin og vóru londini bæði samd um týdningin at hava skipaði viðurskifti sínámillum á fiskivinnuøkinum.

Fyrsta samráðingarumfar millum Føroyar og Bretland verður í Føroyum væntandi í seinnu hálvu av novembur mánaði, har høvuðsmálini verða at býta kvotur sínámillum, atgongd viðvíkjandi uppsjóvarfiski og samstarv hesum viðvíkjandi.

Fiskimálaráðið

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.