NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Posta er jú “bara brøv og pitsa,” – Nei, tað er Posta ikki.

31/5/2022

Comments

 
Picture
​Viðmerking frá Joel undir Leitinum til kjakið í Breddanum

Í Breddanum 31. mai luttóku millum onnur Bjørt Samuelsen og Hendrik Old. Eyðsýnt var, at hesi bæði ikki hava sett seg inn í virksemi hjá Posta. Viðmerkingar sum “tey bera bara brøv og koyra nakrar pitsur út” vístu ikki bara manglandi vitan um virksemi hjá Posta, men eisini manglandi
virðing fyri Posta og teimum nógvu starvsfólkunum, sum arbeiða her. Hetta kann eg sum stjóri á Posta ikki lata fara framvið uttan viðmerking.

Posta er ein flutningsfyritøka, sum eisini ber post út. Vit átaka okkum flutning av allari vøru – bæði brøvum, pakkum, plattum, bingjuflutningi og stórflutningi her í Føroyum og úti í heimi.

Í 2021 var postvirksemi einsamalt 46 prosent av samlaðu søluni hjá Posta, meðan 54 prosent var virksemi í fríari kapping. Um Posta einans var postur, hevði sølan verið 58 mió. krónur. Í fjør rindaði Posta 59,5 mió. krónur í lønum av einari samlaðari sølu á 127 mió. krónur.

Seinastu árini hevur Posta vaksið munandi um fraktpartin av virkseminum. Millum annað flutti Posta herfyri 44 bingjur við frystivøru til Kina í beinharðari kapping við stóru flutningsfeløgini í norðurhøvum.

Í staðin fyri at niðurgera virksemi hjá Posta áttu politikkarar at verið ernir av, at tað er eydnast at hava lønsemi í Posta. Posta hevði negativt rakstrarúrslit árini 2007-2011. Síðan 2012 hevur rakstrarúrslitið verið positivt og samlað oman fyri 100 mió. krónur til nú.

At samanbera Posta við almennar stovnar sum Almannaverkið og Landssjúkrahúsið er somuleiðis undranarvert. Hesi hava fasta játtan á fíggjarlógini og fastar karmar at virka innanfyri, meðan Posta hinvegin er eitt partafelag í fríari kapping.

Posta er ikki ‘bara brøv og pitsa’. Setið tykkum inn í virksemi, og havið virðing fyri arbeiðnum hjá teimum 120 fulltíðari starvsfólkunum á Posta.

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta

Picture
Comments

Klakkur hevði 250 tons av toski

24/5/2022

Comments

 
Picture
​Klakkur kom aftur tíðliga í gjár. Teir høvdu roynt við línu við Eystur Grønland.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 250 tons av toski.

Við vóru 17 mans og skipari var Bethuel Johannesen.
Teir byrjaði túr tann 25. apríl og nú er kvotan hjá teimum uppfiska við Eystur Grønland.

Landa bleiv til NFCS og longu í gjárskvøldið loysti teir frá landi aftur og hesaferð gongur leiðin til Flemish Cap.

Vit ynskja skipara og manning ein skjótan og góðan túr.

SáH

KLAKKUR – ( KG 9 )
NFCS-25-04-202223-05-2022   125.000

Comments

Russisk skip størsta hóttanin móti heimafriði

24/5/2022

Comments

 
Picture
55-76% av klagum um ófrið, eru um Russisk skip og umskiping frá Russiskum skipum.

Heimafriður hevur gjørt kanning, sum avdúkar, at virksemið hjá russiskum skipunum við føroyskar havnir er atvoldin til nógv tær flestu klagurnar til Heimafrið og føroyskar myndugleikar.

Kanningin, sum Heimafriður hevur gjørt, vísir nevnliga at 55-76% av klagum um óljóð eru um russisk skip og umskiping av russiskum skipum
Heimafriður hevur gjørt eina innanhýsis kanning av innihaldinum av klagum og ljóðmátingum í einum eittára tíðarskeiði. Kanningin er gjørd fyri at fáa eina mynd av, hvat slag av skipum ella virksemi er atvoldin til flest ampar fyri fólk, sum búgva nærhendis føroyskum havnum.

Fyri at tryggja, at hald er í klagunum frá klagaranum, hevur felagið bert tikið tær klagur við, har dokumenterað ljóðmáting, eftir fortreytunum, hevur víst, at ljóðstøðið var ov høgt, og at orsøk tí var til at klaga.
Kanningin umfatar bert klagur um ljóðampar frá skipum. Kanningin umfatar klagur úr Kollafirði í tíðarskeiðinum millum 1.januar 2021 til 31. mars 2022. Kanningin umfatar ljóðampar frá 56 skipum. Tíðarskeiði er tilvildarligt. Orsøkin til at Kollafjørður er valdur til kannininga er, at flestar ljóðmátingar eru gjørdar har, og tí at havnin í Kollafirði er væl umboðandi fyri skipabólkar og ymiskum slagi av virksemi. Kanningin avdúkar eina týðiliga mynd av, hvat virksemi er atvoldin til flestu amparnar.

Kanningin vísur nevnliga, at millum 55 – 76 prosent av øllum skipum, sum klagað varð um í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til 31.mars 2022, eru russisk skip og avleiddum virksemi í sambandi við umskipan millum skip við føroyskar havnir.

Picture
​• 55 % av samlaðu ljóðmátingunum í tíðarskeiðinum eru av skipum undir russiskum flaggi.
• 31% eru skip undir “øðrum flaggi”. Hyggja vit nærri at hesum bólki av skipum, er talan aloftast um frystiskip, sum umskipa millum russisk skip. Tískil roknar felagið hesi skip at vera partur av russiska virkseminum við føroyskar havnir.
• 14 % eru føroysk skip.

Skaðiligt undantaksloyvi og lógloysi
Sambært løgtingslóg nr. 152 § 26, stk.1 (Sjófeingislógin), er bannað førum undir fremmandum flaggi at fáast við at umskipa veiðu, uppskipa veiðu, virka umborð, pakka ella á annan hátt handfara veiðu ella úrdrátt úr veiðu, umskipa útgerð ella ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð.

Men sambært kunngerð nr. 157 frá 30. desember 2019 um fiskiskap hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2020 § 29 stk. 2 kann Vørn loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn, samsvarandi galdandi NEAFC-reglum hesum viðvíkjandi.

Føroyar geva russisku skipunum og tilhoyrandi virkseminum serloyvi at umskipa við føroyskar havnir.
Tí er tað óhugnaligt, at kanningin hjá felagnum avdúkar, at tað paradoksalt er júst hetta virksemið, sum er orsøkin til at fólk nærendis havnum í Føroyum ikki fáa heimafrið.

Niðurstøðan er tann, at russisku skipini og tilknýtta virksemið til umskiping við føroyskar havnir, hevur stórar avleiðingar fyri fólk, sum búgva nærendis ávísum havnum í Føroyum. Hóast kanningin tekur útgangstøði í umstøðunum á Signabø, er myndin nakað tað sama í hinum stóru havnunum í Føroyum, undantikið í Tórshavn.

Tað, at Føroyar geva russisku skipunum undantaksloyvi at umskipa við bryggjur í Føroyum, hevur stórar umhvørvisligar, likamligar, sálarligar og sosialar avleiðingar við sær.

Heimafriður hevur áður ásanna, at lógloysi valdar á økinum og eftirlitskyldan verður ikki framd av føroysku myndugleikunum. Samstundis geva føroyskir myndugleikar undantaksloyvi til dálkandi, skaðandi og møguligt ólógligt virksemi.

​Vegna Heimafrið

Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna
Comments

​Arbeiða fyri at gera heimsins bestu alitjóð enn betri

22/5/2022

Comments

 
Picture
​Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, setti í morgun árligu aliráðstevnuna, á Hotel Føroyum, og segði m.a.

"Eg vil byrja við at ynskja øllum tykkum, sum fáast við aling, í fyritøkunum, í aliumsitingini og eftirlitinum og í granskingini, til lukku.

Til lukku við at tit í alivinnuni enn eina ferð hava megnað at vaksa um tøkuna og útflutningin, bæði í nøgd og í virði, so at útflutningurin í 2021 táttaði í hálvafimtu milliard krónur, sum var nærum helvtin av øllum føroyska útflutningsvirðinum. Tað er imponerandi, og vit eru øll greið yvir hvussu ómetaliga stóran týdning alivinnan hevur fyri alt føroyska samfelagið."

"Men hóttanir eru altíð. Eg hevði herfyri tann stóra heiðurin at seta altjóða lúsaráðstevnuna, sum Fiskaaling var vertur fyri. Eitt einastandandi flott og stórt tiltak, sum tað ikki hevur verið løtuverk at skipa fyri. Serfrøðingar komu úr øllum heiminum at siga frá sínari vitan um laksalýs, um havstreymar, modellering og reinsiskipanir og um, hvussu vit best kunnu stýra fyri at fyribyrgja at laksalúsin fær fastatøkur.

Eg má siga, at eg var púra ovfarin av, at so nógv fólk ferðaðust allan vegin til Føroya at tosa um lús, men tey vóru veruliga eldhugað og spent at deila nýggjastu vitanina um henda lítla snúltaran.

Og føroysku serfrøðingarnir stóðu avgjørt ikki aftanfyri teir útlendsku. Eg haldi, at vit skulu vera errin av okkara alivinnu, av mongu føroysku veitarunum til alivinnuna, og ikki minni errin av okkara granskingar- og menningarumhvørvi og okkara alifyrisiting.

"At bæði alivinnan og fiskivinnan mugu verða burðardyggar, er so sjálvsagt. Vinnurnar skulu framhaldandi mennast, men menningin snýr seg ikki bara um at vaksa í nøgd og inntøkum. Týdningarmest er, at tær mennast til veruliga at verða burðardyggar. Ikki bara í mun til kappingarneytarnar, men serliga í mun til tað, sum náttúran kring okkum ber."

Øll røðan kann lesast her

Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Picture
Comments

​Stóra fiskarímessan Atlantic Fair hevur latið hurðarnar upp

17/5/2022

Comments

 
Picture
Í dag klokkan 10 lat Atlantic Fair hurðarnar upp og klokkan 10:30 bleiv Atlantic Fair sett av løgmanni Bárður á Steig Nielsen. Áðrenn Bárður setti messuna, bað borgmeistari Karl Johansen øllum at vera vælkomin til Klaksvíkar.

Sera snotulig messsa og er hetta tann størsta messa sum nakrantíð hevur verið hildin í Klaksvík.

Messan er opin í dag, mikudagin og hósdagin.

Her nakrar myndir frá degnum í dag.

SáH 

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.