NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Hvussu skulu vit brúka kt í skúlanum?

23/11/2020

Comments

 
Billede
​Týsdagin 1. desember hevur Nám sett hundrað fólkum úr fólkaskúla, miðnámi og fróðskaparsetri stevnu at møta á Hotel Føroyum. Tá fer Steffen Löfvall at standa fyri einum visiónsseminari um leiklutin hjá kt-didaktikki í undirvísingini nú og komandi. Tóri Slættalíð er orðstýrari á degnum. 
 
Við teimum tilmælum, sum heilsumyndugleikaranir ráða til í sambandi við koronasmittuna, er plássið so mikið avmarkað, at ikki fleiri enn hundrað fólk rúmast í hølunum. Leiðslur úti um landið hava funnið teir lærarar, sum verða við.
 
Hetta er fyrsta tiltak í eini tilgongd, har orð verða sett á nakrar visiónir um leiklutin hjá kt-didaktikki í undirvísingini í Føroyum. Endamálið er eisini at savna fakfólk, sum úr ymsum lærugreinum hava áhuga fyri kt-didaktikki og saman við teimum at kortleggja og skifta orð um staðbundnar kt-didaktiskar royndir.
 
Dentur verður lagdur á at samskipa visiónir. Tí fer dagurin at verða settur saman av stuttum fakligum framløgum, bólkapráti, samskrivingarverkstovum og felags samanumtøkum, siga fyrireikararnir í Námi.
 
Eftir seminarið verður tilfarið savnað og skrivað liðugt.
 
- Á visiónsseminarinum hyggja vit at kt-didaktikki sum eitt fakøkið, ið fevnir um tey trý vitanarøkini didaktikk, tøkni og fak, sigur Tóri Slættalíð, sum fyrireikar seminarið.
 
- Men visiónsarbeiðið endar ikki við hesum eina degi, men heldur fram at definera kt-didaktikk í føroyska undirvísingargeiranum. Í so máta er dagurin eitt byrjanarskot til nýggja fatan av, hvussu vit skulu brúka KT.

Nám

SáH

Comments

​Kapping um navn á nýggjari KT-skipan

20/11/2020

Comments

 
Billede
Lýst verður til almenna kapping, ið er at seta navn á nýggju KT-skipanina, sum Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám hava tikið seg saman um at gera til tað føroyska undirvísingarverkið. 

Til tess at ímynda tað samstarv, sum nýggja KT-skipanini í øllum liðum byggir á, er tað eitt krav, at í minsta lagi fýra fólk eru við í uppgávuni at finna eitt navn, júst tí at hon krevur samstarv. 

Umframt, at navnið skal verða eyðsýnt og lættliga kennast aftur, skal tað eisini vera nýtiligt í teim ymsu undirvísingarumhvørvunum.

Heildarætlanini um nýggju KT skipanina, sum varð handað landstýrismanninum fríggjadagin 4. september 2020, sæst á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum og á Snar. 

Freistin at senda navnauppskot inn til dómsnevndina er úti fríggjadagin 4. desember 2020.

Í Dómsnevndini eru umboð fyri Undirvísingarstýrið, Nám og Talgildu Føroyar. Dómsnevndini tilskilar sær rætt at velja frítt millum innkomin uppskot, eisini at laga til ella vraka uppskot.

Vinningurin í kappingini um navnið á nýggju KT-skipanini fyri Undirvísingarverkið er 20.000 krónur.

Uppskot verða send til: [email protected]
Vinnarin verður kunngjørdur á samkomu í Undirvísingarstýrinum í januar 2021. Hettar verður lýst nærri, og øll sum senda inn, fáa beinleiðis boð um úrslitið.

Ynskja tit at vita meira um hesa kapping, eru tit vælkomin at skriva til [email protected]

Undirvísingarstýrið

Billede
Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.