NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Arbeiðsloysið var 2,2% í desember

31/1/2018

Comments

 
Billede
Í desember var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2%, samanborið við 2,0% mánaðin frammanundan og 2,6% fyri einum ári síðani.

Hesar 12 mánaðirnar hevur arbeiðsloysið sveiggjað millum tvey og hálvtriðja prosent.

Munurin millum kynini er tann sami, har tað nú er 1,7% hjá monnum og 2,7 hjá kvinnum.

Les meira HER

JáH (y) 01.02.2018
Kelda: Hagstovan


Comments

Føroyar og Ísland gjørt semju um fiskirættindi fyri 2018

30/1/2018

Comments

 
Billede
​Føroyar og Ísland hava í dag gjørt semju um fiskirættindini fyri tað, sum eftir er av 2018.

Føroyar og Ísland eru harumframt samd um beinanvegin at fara undir samráðingar um ein nýggjan rammusáttmála landanna millum, har áralanga samstarvið um sínámillum fiskirættindi verður tikið upp til nýggja viðgerð. Hesar samráðingar skulu vera lidnar 1. september 2018.

Sambært semjuni fyri 2018 varðveita Føroyar sína kvotu av botnfiski á 5.600 tons í íslendskum sjógvi og Ísland sína kvotu av makreli á 1.300 tons í føroyskum sjógvi. Hinvegin missir Ísland sína kvotu á 2.000 tons av heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi.

Bæði Føroyar og Ísland varðveita síni rættindi til atgongd at veiða sínar kvotur fyri svartkjaft og norðhavssild hvør hjá øðrum, har talið av íslendskum skipum tó kann vera í mesta lagi fimtan í senn.

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi verður 5% av heildarkvotuni, tó í mesta lagi 25.000 tons. Verður heildarkvotan størri enn 500.000 tons, eru londini tilreiðar at viðgera møguligar tillagingar í fiskiveiðiskipanini landanna millum.

Avmarkingarnar á føroyskum lodnulandingum og virking umborð til matna vera linkaðar við tveimum døgum frá 15. februar til 17. februar.

JáH (y) 31.01.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Avreiðingarnar í 2017 eins lágar sum í 2016

29/1/2018

Comments

 
Billede© Hagstovan
​Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið hevur verið støðugt lágt seinastu nógvu árini. 

Betri fiskiár vóru frá aldarskiftinum fram til 2007.

Í miðal var nøgdin tilsamans góð 125 túsund tons tey árini. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 75 túsund tons.

Í fjør vórðu avreidd smá 73 túsund tons, sum er eitt vet verri  enn í 2016, tá góð 75 túsund tons vórðu avreidd.

Les meira HER

JáH (y) 30.01.2018
Kelda: Hagstovan

Comments

Norðborg er farin avstað á lodnuveiðu

29/1/2018

Comments

 
Billede
Norðborg fór avstað frá Klaksvík kl. 15.30 ídag og gekk leiðin hjá teimum út í lodnufelti eftir lodnu.

Sambært Kringvarp Føroya, so eru Føroyar og Ísland vorðin samd um lodnuna í ár og tískil kunnu lodnuskipini fara avstað.

Gott fiskarí.

SáH

Comments

Ársins Privati leiðari 2018 Frimodt Rasmussen frá KSS

29/1/2018

Comments

 
Billede
Í stórari samkomu fríggjadagin bleiv Frimodt Rasmussen kósin ársins privati leiðarin í Føroyum. 

Dómsnenvdin brúkti m.a. hesi orð um Ársins Privata leiðara 2018

* Fridmodt Rasmussen hevur síðani 2011 verið undangongumaður og dungalig leiðarin á Klaksvíkar Sleipipstøð.
* Stendur á odda fyri ein vælvrikandi skipasmiðju, har alt frá smábátum til stór skip fáa nútímans og dygdargóða tænastu.
* Við sínum nærlagna, virkisfýsna og framskygda lyndi er hann ein fyrimynd og kveikjari fyri starvsfólki síni, sum trivast fakliga og sosialt.
* Við honum sum leiðara tekur Klaksvíkar Sleipistøð seg alsamnt fram og veksur við teim mongu spennandi uppgávum, teimum verða litnar upp í hendur.
* Klaksvíkar Sleipistøð hevur harumframt havt góð úrslit.

Stórt tillukku Fridmodt Rasmussen til tín og starvsfólkini í KKS.

SáH

Comments

Fiskimálaráðið hevur játtað 26 verkætlanum stuðul

23/1/2018

Comments

 
Billede
Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 19 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2018, í alt kr 5.587.856. Harumframt er framhaldandi játtan latin 7 verkætlanum, í alt kr. 1.847.317 

Tilsamans eru latnar kr. 7.435.173 í stuðli. 

Tað vóru 41 umsóknir til stuðulin í hesum umfarinum, stuðul varð játtaður til 63% av umsóknunum. 

Les meira HER

JáH (y) 23.01.2018
Kelda: Gransking.fo

Comments

Hilmar K. Danielsen á odda fyri 25 mill. granskingaraverkætlan á DTU

22/1/2018

Comments

 
Billede
​Smáar innari rivur í legunum hava kostað vindmylluframleiðarum milliardir av krónum. Danski grunnurin Innovationsfonden ger nú íløgur í eina nýggja granskingarverkætlan, sum skal royna at finna eina loysn uppá trupulleikan.

Hilmar Kjartansson Danielsen, ph.d. í tilfarsverkfrøði, er seniorgranskari á DTU Vindenergi. Hann skal standa á odda fyri stóru verkætlanini, sum júst hevur fingið játtað 18,3 mill. kr. í stuðli frá Innovationsfonden.

Verkætlanin kallast “WhiteWind: White Etching Crack Bearing Failures in Wind Turbines”. Samlaði verkætlanarkostnaðurin er 25 mill. kr. og skeiðið 4 ár.

Les meira HER

JáH (y) 23.01.2018
Kelda: Gransking.fo

Comments

Netflix hevur virði uppá 606 milliardir

22/1/2018

Comments

 
Billede
Netflix hevur eitt virði uppá góðar 606 milliardir krónir og tað fer bert at vaksa í virði.

Netflix sum bleiv stovnað í 1997 og byrjaði í smáum við at vísa eitt antal av góðum gomlum kult filmum, men er nú vaksi sera nógv og ger Netflix sínu egnu røðir og filmar.

JáH (y) 23.01.2018

Comments

Statoil leingir sáttmála við Amenas

20/1/2018

Comments

 
Billede
Statoil leingir sáttmála við Amenas í Algeria - har fimm starvsfólk hjá Statoil blivu dripin fyri 5 árum síðani.

Aftenposten veit at siga frá, at Statoil hevur longt sáttmálan í 5 ár og sett 1,85 milliardir í samtakið.

JáH (y) 21.01.2018
Kelda: NTB

Comments

Sami fólkavøkstur sum fyri einum ári síðani

18/1/2018

Comments

 
Billede
Sami fólkavøkstur sum fyri einum ári síðani, tó minni í høvuðsstaðnum og størri uttanfyri

Fólkatalið var 50.437 tann 1. desember. Tað vaks við 685 fólkum ella 1,4% í 12-mánaðarskeiðinum 1. des. 2016 – 1. des. 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 459 og burðaravlopi á 226. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er tað sama sum undanfarnu 4-5 mánaðirnar, at fólkavøksturin er lutfalsliga størstur í Vága sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið og minsti vøksturin er í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Les meira HER

JáH (y) 18.01.2018
Kelda: Hagstovan

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly