NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Takk fyri Tórsfest 2015

28/7/2015

Comments

 
Picture
Takk til allar tónleikararnar, stuðlarnar Hvonn og Føroya Bjór, vaktar- og hjálparfólk, Ljóð & Tøkni, Kunningarstovuna í Havn, TUTL, Tórshavnar Kommunu, myndugleikar, grannar og øll sum á ein ella annan hátt hjálptu til við Tórsfest 2015. Og ikki minst vilja vit takka tykkum øllum, sum komu á Tórsfest - vónandi síggjast vit aftur á Tórsfest 23. juli 2016. Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku.

Her filmsklipp, klikk á myndina ella klikk her "Tórsfest 2015".

Kelda: Tórsfest   

SáH

Comments

Sigurfari til Vágs á Beding

27/7/2015

Comments

 
Picture
Kl. 08.10 ímorgun sleipaði Brimil Sigurfari Kg. 374 til Vágs Sleipistøð.   

Sigurfari hevði ein leka og Klaksvíkar Sleipistøð, Mest á Skála og Mest í Tórshavn høvdu øll skip uppi, so Sigurfari mátti tað longu leið heilt til Suðuroyar. 

Á Klaksvíkar Sleipistøð var Klakkur á bedning.

Hugdi í Skipsportalin og kannaði hvør átti KG. 374 og hetta stóð á teirra heimasíðu, sum als ikki er uppdatera:

Dýrindal KG 374
Navn: DýrindalHeimstaður: HaraldssundEigari: Ólivant P/f  

Dýrindal aftur av túri við 22.320 pundum
Dýrindal hevur trolað úti á Skeivabanka í góðar 3 dagar og hevur boðið veiðuna út, sum er 22.320 pund um telefonsøluna hjá Fiskamarknað Føroya. SKIPSMYNDIR: Dýrindal KG 374Veiðan, sum hevur eitt virði uppá einar 214.861,- 

Men Norðoyar Portalurin kann upplýsa Skipsportalinum, at KG. 374 er Sigurfari og teir eru áveg til Suðuroyar á beding.

Jú, jú, tað almenna í Føroyum hevur altíð virka væl.

SáH

Comments

Saga Pearl II á Klaksvík ímorgun

19/7/2015

Comments

 
Picture
Klokkan 08.10 rundaði Saga Pearl II Klakkin og sigldi inná Norðhavnina.

Veðrið er einstandandi ímorgun, men at koma sunnudag kl. 08, er kanska ikki besta tíðspunkt, tí her eru ongir handlar opnir og tó, Bakaríið hjá Jórun, Effo og Magn hava opið og klokkan 10.00 letur Heygabúðin eisini upp.

Saga Pearl II er 164.30 metur langt og 22.60 metur breitt. Tað tekur max 602 ferðafólk, men vanligt eru góð 510 við hvønn túr.

Hetta er næstu ferð í ár at Saga Pearl II er á Klaksvík og ferðamannaskipi ferð avstað aftur kl. 18.00 ídag.

SáH

Comments

Enn eitt ferðmannaskip á Klaksvík

15/7/2015

Comments

 
Picture
Kl. 06.05 ímorgin, í allerfagasta veðrið, kom ferðamannaskipi Horizon á Klaksvík. 

Hetta er fjórða ferðamannaskipi í ár, sum leggur leiðini inná Klaksvík.

Horizon kemur frá Valletta, Malta og tekur 1828 ferðafólk. Tað er 208 m langt, 29 m breitt og siglur 21.5 sjóðmíl.

Horizon liggur á Norðhavnini til klokkan 14.00 ídag.

SáH

Comments

Kristoffur Joensen á forsíðuni í Ipswich Star

15/7/2015

Comments

 
Picture
Tað er ikki á hvørjum degi, at ein Klaksvíkingur endar á forsíðuni á einum stórum enskum blaðið.

Hetta megnaði Kristoffur Joensen ígjár, tá ið konteynaraskipi, sum er eitt av verðins størstu og har hann er skipari á, fekk navn í Onglandi og hann endaði á forsíðuni í Ipswich Star.

Les greinina her: ella trýst á myndina til vinstru "One of vorld's biggest container ships..."

SáH


Comments

Tað er lív í á Kósabrúnni ídag

7/7/2015

Comments

 
Picture
Comments

Vøkur sjón við Kósa/Sleipustøð bryggjuna ímorgun

7/7/2015

Comments

 
Picture
Øll hesu stásiligu skipini lógu við bryggju við Kósina ímorgun. Sjúrðaberg KG 183, Slættaberg KG 652, Polarhav KG 1196, Stjørnan 1195, Kambur FD 454 og May.

Skal tað ikki vera lygn, so vóru eisini tvey skip uppá Bedningin.

Her nakrar eyka myndir.

SáH

Comments

Celebrity Eclipse kom siglandi inn á Klaksvík kl. 09.30 ímorgun

4/7/2015

Comments

 
Picture
Hetta risa ferðamannaskipið kom siglandi inn á Klaksvík í góðveðrinum klokkan 09.30 ímorgun. 

Celebrity Eclipse tekur 2.850 ferðafólk,
tað er 317,14 metur langt og 36.80 metur breitt, siglir 24 míl og hevur 17 hæddir.

Sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar Havn ferð skipið avstað aftur kl. 18.00 ídag. Hetta er næsta ferðamannaskipið,
sum vitjar á Klaksvík í ár. Tað fyrsta var Saga Pearl og  tað var í Klaksvík tann 1. juni.

SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.