NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tíðindafundur: Játtanarkarmarnir verða lagdir fram

30/3/2017

Comments

 
Billede
Fríggjadagin 31. mars kl. 10 fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at leggja fram játtanarkarmarnar fyri 2018.

Játtanarkarmarnir eru grundarlagið undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst.

Tíðindafundurin verður í fundarhølinum ”Krónan” í Kvíggjartúni 1 á Argjum.

JáH (y) 30.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

Kommunurnar onga uttanlandsskuld

24/3/2017

Comments

 
Billede
​Nú finst eingin føroysk kommuna, sum hevur lán í útlendskum feløgum. Runavíkar Kommuna og Sands Kommuna hava í hesum døgum fingið kvittan fyri, at øll teirra skuld í felagnum KommuneKredit er goldin aftur, og hesar báðar kommunurnar vóru tær síðstu í Føroyum, sum høvdu lán í felagnum.

Upprunaliga skyldaði Sands Kommuna 17,3 mió. kr. og Runavíkar Kommuna 5 mió. kr. Tað var Oyndarfjarðar Kommuna, ið upprunaliga stóð fyri láninum á 5 mió. kr., men 1. januar 2005 bleiv kommunan partur av Runavíkar Kommunu, sum nú hevur afturgoldið lánið.

Fyrsta lánið, sum KommuneKredit gav føroyskari kommunu, var í 1911. Og nú meira enn 100 ár seinni eru øll føroysku kommunulánini í felagnum afturgoldin.

At allar føroyskar kommunur nú eru loystar úr samábyrgdini í KommuneKredit er ikki bara gott fyri kommunurnar, landskassin er nú eisini loystur frá veðhaldi fyri lánini. 

Galdandi lógargrundarlag hjá KommuneKredit loyvir ikki longur lánsveiting til føroyskar kommunur.

JáH (y) 25.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

Gilli Wardum verður hagstovustjóri

24/3/2017

Comments

 
Billede
​Fíggjarmálaráðið hevur sett Gilla Wardum sum nýggjan stjóra á Hagstovu Føroya.

Gilli hevur drúgvar royndir innan hagfrøði. Seinastu mongu árini hevur hann millum annað ment og viðlíkahildið búskaparmyndilin fyri Føroyar. Hann hevur starvast sum ráðgevi innan strategiska ráðlegging og greiningar í Danmark. Frá 2003 til 2013 arbeiddi hann í Landsbanka Føroya.

Síðani starvaðist hann á Hagstovu Føroya frá 2013 til 2016. Og frá 2017 hevur hann aftur starvast í endurstovnaða Landsbanka Føroya.

Gilli er útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur harumframt tikið leiðsluútbúgving.

Gilli er 46 ára gamal og ættaður úr Hoyvík. Hann byrjar væntandi í starvinum í maj mánað.

JáH (y) 25.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

Betri fingið nýggjan leiðslubygnað

22/3/2017

Comments

 
Billede
Betri kann í dag kunngera, at Jean Djurhuus er settur sum tryggingarstjóri og Helgi L.
Petersen sum pensjónsstjóri í Betri. Nýggjur bankastjóri verður settur, so skjótt sum til
ber.

Nevndin hjá Betri p/f, fyrrverandi TF Holding, avráddi í fjør summar, at alt virksemi hjáfeløgunum, tað er fígging, trygging og pensjón, umframt húsamekling, skuldirekast sum eitt samtak, har tætt samstarv er millum øll feløgini. Henda skipan ber í sær, at feløgini kunnu veita kundanum enn betri tænastur.

Arbeitt hevur verið eina tíð við at menna bygnaðin, fyri at kunna útinna avgerðina hjá nevndini í verki. “Vit eru tí errin av, at vit í dag kunnu navngeva bæði nýggjan samleika og nýggjan leiðslubygnað”, sigur Arni D. Brattaberg, formaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Samtakið er nú skipað við móðurfelagnum Betri p/f og dótturfeløgunum Betri Banki, Betri Trygging, Betri Pensjón, umframt Betri Heim, sum er dótturfelag hjá bankanum. Hesi feløgini eru stjórnað soleiðis:

* Betri p/f Arni D. Brattaberg, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri
* Betri Banki p/f Torben Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri
* Betri Trygging p/f Lars Bonde, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Jean Djurhuus, stjóri
* Betri Pensjón p/f Bogi P. Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Helgi L. Petersen, stjóri
* Betri Heim p/f Súni Schwartz Jacobsen, formaður og Kára á Dunga, stjóri

Høvuðsuppgávurnar hjá Betri p/f eru at røkja allar stápsuppgávur hjá dótturfeløgunum, sosum roknskap, KT, menning, starvsfólkaviðurskifti og marknaðarføring, umframt at virkasum skrivstova hjá nevndunum.Tað er Súni Schwartz Jacobsen, sum er forstjóri í felagnum.

Í samtaksleiðsluni eru: Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, Jean Djurhuus, tryggingarstjóri, Helgi L. Petersen, pensjónsstjóri umframt Ole Guldborg Nielsen, fyri fíggjarøkið og Mortan Poulsen, fyri stápsøkið. Harumframt skal setast ein nýggjur stjóri fyri Betri Banka, sum eisini verður partur av samtaksleiðsluni.

“Vit kunnu longu frá í dag bjóða kundum okkara tænastur innan fígging, trygging, pensjón og húsamekling um eina leið og síggja fram til at kunna veita eina enn Betri tænastu,” sigur Arni D. Brattaberg at enda.

​Betri p/f
Tórshavn, 21. mars 2017

Comments

Fíggjarsamtak skiftir samleika

20/3/2017

Comments

 
Billede
Í dag hava øll feløg í TF Holding samtakinum skift navn til Betri. Allar tænastur verða savnaðar á einum og sama stað fyri at veita kundanum best møguligu tænastu. Frá í dag nýtist kundin í Føroya størsta fíggjarsamtaki bara at brúka eina hurð fyri at nøkta allan sín tørv innan fígging, trygging, pensjón og húsamekling.

Fyri at veita okkara kundum bestu tænastu, avgjørdi nevndin í fyrrverandi TF Holding, at feløgini í samtakinum skuldu samstarva tættari. Í hesum sambandi varð avgjørt, at øll feløg í samtakinum skuldu finna ein felags samleika. Síðan á sumri í fjør hevur verið arbeitt miðvíst við at skapa nýggja samleikan.

Størri kanningararbeiði varð sett í verk í fjør, og vísti marknaðarkanningin, at besta loysnin var at kalla øll feløgini í samtakinum “Betri”. Sostatt verður Tryggingarfelagið Føroyar nú Betri Trygging. Eik Banki verður Betri Banki. INNI verður Betri Heim, meðan Betri Pensjón varðveitir sítt upprunaliga navn. BETRI eru samstundis fyrstu
bókstavirnir í nøvnunum hjá teimum fýra gomlu systirfeløgunum.

Samstundis, sum arbeitt hevur verið við nýggjum samleika, eru kundavendu økini í ymisku feløgunum flutt saman. Fyrst varð hetta gjørt í Klaksvík í januar, síðani í Saltangará og nú í Tórshavn, har øll tey kundavendu økini hjá Betri Trygging, Betri Banka og Betri Pensjón eru savnaði á Kongabrúnni. Stáparnir hjá Betri samtakinum
eru hinvegin savnaðar Yviri við Strond, sum samstundis er høvuðssætið hjá móðurfelagnum Betri P/F. Betri Heim og aðrar deildir í feløgunum verða verandi ásama stað.

“Vit fegnast um at kunna veita okkara kundum eina enn betri tænastu á einum og sama stað. Hetta fer at gera tað lættari hjá okkara kundum, eins og vit fara at kunna veita eina betri ráðgeving. Henda broyting kemur tí fyrst og fremst okkara kundum til góðar”, sigur forstjórin í Betri samtakinum, Súni Schwartz Jacobsen.

Comments

Starvslýsingar: Stjórar at stjórna Føroya Landsbókasavni og Tjóðsavni Føroya

20/3/2017

Comments

 
Billede
​Starvslýsing: Umsóknir til stjórastørvini á Føroya Landsbókasavni og Tjóðsavni Føroya skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 17. apríl 2017

Nú verður lýst eftir stjórum at standa á odda fyri Føroya Landsbókasavni og Tjóðsavni Føroya.

Í kjalarvørrinum av, at Søvn Landsins verður umskipað, skulu tveir nýggir stjórar setast.

Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Føroya Landsbókasavni verður at menna stovnin til eitt viðkomandi og spennandi bókasavn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking, vitan og fragd.
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum á Tjóðsavni Føroya verður eisini at menna náttúru- og mentanarsøguliga høvuðssavn Føroya til eitt viðkomandi og spennandi savn.

Stjórin á Tjóðsavni Føroya skal standa á odda fyri og varða av virksemi, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndugleikauppgávum í samsvari við lógarásetingarnar á økinum. Stjórin skal kunna vísa á nýggjar leiðir og megna at flyta virkisøkið fram á leið.

Umsóknir skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 17. apríl 2017 kl. 12.00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Starvslýsingin til stjórastarvið á Føroya Landsbókasavni kann lesast her

Starvslýsingin til stjórastarvið á Tjóðsavni Føroya kann lesast her
​

Nú lýst verður eftir stjórum til at stjórna Føroya Landsbókasavni og Tjóðsavni Føroya, verður málsøkið flutt aftur til Mentamálaráðið at umsita. Løgmansskrivstovan hevur umsitið savnsøkið síðan í desember 2016.

JáH (y) 20.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

Gadus farin at sigla heim

16/3/2017

Comments

 
Billede
Fyri góðum tíma síðani fór at Gadus at sigla heim við fullari last.

Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu.

​SáH

Comments

Sirið Stenberg latið SEV nýggj loyvi at gagnnýta vatnorku til elframleiðslu

16/3/2017

Comments

 
Billede
​SEV hevur í dag fingið nýggj loyvi at gagnnýta vatnorkuna til elframleiðslu. Møguligt verður eisini hjá øðrum umsøkjarum at gagnnýta vatnorkuna, tó við fyriliti fyri verandi virkseminum hjá SEV.

SEV fekk við kunngerð í 1963 loyvi at gagnnýta vatnorkuna í Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og Suðuroynni í 50 ár. Tað loyvið hevur verið longt, meðan arbeitt hevur verið við at lata nýggju loyvini.

Nýggju loyvini eru galdandi í 20 ár. Í mun til gamla loyvið, eru tey avmarkaði í økisvídd, so tey fevna um tey innsavningarøkini, haðani SEV higartil hevur fingið vatnorkuna til síni verandi verk og ikki um heilar oyggjar. Ein annar munur er, at tað nú millum annað er ásett, at landsstýrismaðurin eisini kann loyva øðrum at gagnnýta vatnorku í somu økjum, tó við fyriliti fyri verandi virkseminum hjá SEV.

Á hendan hátt eru loyvini ein javnvág millum tryggar karmar fyri verandi elframleiðslu úr vatni og møguleikan hjá myndugleikanum at ráða yvir vatntilfeingi, sum ikki verður brúkt.

Ein fyritreyt fyri nýggju loyvunum er, at SEV hevur framleiðsluloyvi eftir elveitingarlógini til tey verk, ið skulu gagnnýta vatnorkuna, sum loyvi nú verða latin til. Verandi framleiðsluloyvi ganga út í 2019. Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna:

- Við nýggju loyvunum kann SEV halda fram við sínum verandi virksemi. Tað er umráðandi, at ein so týðandi grundarsteinur undir samfelagsvirkseminum, sum elframleiðsla, hevur so tryggar karmar, sum til ber. Hinvegin skal myndugleikin eisini hava møguleika at lata nýggj loyvi at gagnnýta vatnorku, um umsøkjarar hava fingið elframleiðsluloyvi.

​Kelda: Løgtingið

Comments

Uppskot til Ársins Íverkseta

14/3/2017

Comments

 
Billede
Hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi í árinum sum fór? Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins Íverkseti? Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til heiðurslønirnar, sum verður latnar á Ársins Íverksetaradegi.

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verða tríggjar heiðurslønir latnar: Ársins Íverkseti, Ársins Innovatión og Ársins Íløga.
Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør:

- hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi
- hevur víst góð fíggjarlig úrslit
- hevur givið øðrum íverksetum íblástur

Freistin at koma við tilnevningum er til og við 21. mars 2017. Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á iverksetan@iverksetan.fo.

Les meira HER

JáH (y) 15.03.2017
Kelda: Íverksetarahúsið

Comments

Danskarar framleiða Creme Fraiche fyri fyrstu ferð

14/3/2017

Comments

 
Billede
Framleiðarnir Thise úr Danmark - fara fyri fyrstu ferð at framleiða Creme Fraiche og er hetta annars eitt produkt vit kenna best við norskum framleiðarum.

Teir úr Thise vóna, at produkti verður líka so móttikið sum ta íslendska "skyr", skrivar NTB.

JáH (y) 15.03.2017



Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.