![]() Hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi í árinum sum fór? Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins Íverkseti? Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til heiðurslønirnar, sum verður latnar á Ársins Íverksetaradegi. Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verða tríggjar heiðurslønir latnar: Ársins Íverkseti, Ársins Innovatión og Ársins Íløga. Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør: - hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi - hevur víst góð fíggjarlig úrslit - hevur givið øðrum íverksetum íblástur Freistin at koma við tilnevningum er til og við 21. mars 2017. Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á iverksetan@iverksetan.fo. Les meira HER JáH (y) 15.03.2017 Kelda: Íverksetarahúsið |
|