NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Avgerð við málinum um skeiðsgjøld tikin

13/1/2024

Comments

 
Picture
Umsíðir avgerð í málinum um trygdarskeiðsprísir!!
Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini, dagf. 27. januar 2021, var spurnartekn sett við heimildina hjá Sjónámi at áseta onnur gjøld fyri trygdarskeið, enn tey, sum ásett í K. nr. 100/2012 “um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum”.

Barna og útbúgvingarmálaráðið er sambært løgfrøðiligum grundreglum komið til ta niðurstøðu at Sjónám hevur ikki framt brot á nevndu kunngerð. Hetta tí K. nr. 73/2016 “um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum bæði er nýggjari kunngerð og er sostatt galdandi framum eldri kunngerð, men eisini hevur hon hægri tign við at vera meiri serstøk.

Les allan úrskurðin á heimasíðuni
https://sjonam.fo/news/120/avgerd-vid-malinum-um-skeidsgjold

AVGERÐ VIÐ MÁLINUM UM SKEIÐSGJØLD
04. January 2024
Soljóðandi skriv er komi frá Barna- og útbrúgvingarmálaráðinum viðvíkjandi málinum um skeiðsprísir fyri trygdarskeið til fiskiskip.

​
Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini, dagf. 27. januar 2021, var spurnartekn sett við heimildina hjá Sjónámi at áseta onnur gjøld fyri trygdarskeið, enn tey, sum ásett í K. nr. 100/2012 “um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum”.

Sambært frágreiðingini var kostnaðurin fyri trygdarskeið á Sjónámi kr. 3.250 fyri næmingar í fólkaskúla og kr. 6.500 fyri sjófólk. Sambært K. nr. 100/2012 átti kostnaðurin at verði kr. 2.500 fyri næmingar í fólkaskúla og kr. 4.000 fyri sjófólk. Landsgrannskoðanin helt tí, at Sjónám hevði kravt ov nógv frá stórum parti av skeiðsluttakarunum.

Í hesum sambandi tók eisini spurningurin seg upp um skeiðsluttakarar skuldu hava afturgoldið tað, sum teir sambært Landsgrannskoðanini høvdu goldið ov nógv.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur eftirfylgjandi viðgjørt spurningin, um Sjónám hevur framt brot á K. nr. 100/2012, og um skeiðsluttakarar tí skulu hava afturgoldið munin. Barna- og útbúgvingarmálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at Sjónám ikki hevur framt brot á nevndu kunngerð, og at skúlin tí heldur ikki skal endurrinda nakað til skeiðsluttakararnar.

Grundgevingin fyri niðurstøðuni hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er, at tað, sum er avgerandi fyri, um skeiðsluttakararnir skulu hava eitt afturgjaldskrav, er, hvussu ásetingarnar í báðum kunngerðunum, K. nr. 100/2012 “um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum og K. nr. 73/2016 “um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum”, verða tulkaðar.

Sambært løgfrøðiligum grundreglum viðvíkjandi tign kann ein nýggj kunngerð tulkast, sum verandi galdandi framum eina eldri kunngerð, sum viðvíkur somu viðurskiftum. Hetta merkir, at kunngerðin frá 2016, kann tulkast sum verandi galdandi framum kunngerðina frá 2012, har hámark er ásett.

Harumframt er kunngerðin frá 2012 yvirskipað viðvíkjandi ásetingum um gjøld fyri trygdarskeið. Kunngerðin frá 2016 er galdandi fyri eitt ávíst skeið innan trygd á sjónum. Kunngerðin frá 2016 er tí meiri serstøk enn kunngerðin frá 2012.

Løgfrøðiliga verður mett, at hetta er rætta tulking í hesum málinum, og dentur hevur verið lagdur á, at kunngerðin frá 2016 er nýggjari og er samstundis nágreinað soleiðis, at hon er galdandi fyri eitt ávíst skeið innan trygd á sjónum. Harumframt eigur kostnaðurin fyri trygdarskeiðið at svara til tær faktisku útreiðslurnar, sum eru av hesum skeiði. Upphæddin nevnd sum hámark í kunngerðini frá 2012 verður mett at vera ov lág í mun til veruliga kostnaðin av hesum skeiðum.

Tá kunngerðin frá 2016 er galdandi framum kunngerðina frá 2012, og Sjónám hevur tikið eina upphædd fyri skeiðini svarandi til tær faktisku útreiðslurnar av skeiðunum, hava skeiðsluttakarar ikki nakað krav um endurgjald fyri kostnaðin av skeiðinum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í næstum at taka stig til at fremja ætlaðu kunngerðarbroytingarnar, ið skúlin hevur sent inn hoyringarsvar til. Støða verður í tí sambandi tikin til tykkara viðmerkingar.

Vinarliga

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Poul Geert Hansen
aðalstjóri

Comments

​Leið meg einaferð enn út á dekkið

10/1/2024

Comments

 
Picture
Eg skrivi enn einaferð enn, hóast eg eri veitvitandi um at tað er tíðarspilla.

Eg skuldi ikki fari út á dekki aftur, men siti niðri í lugarinum við kabússuna, tigandi, við tøvdum vøttum á hondunum,  tí árini eru blivin so mong.

Ætli mær ikki at hugleiða langt aftur í tíðina á hesum sinni,  so tað, sum eg skrivi um, fer bert aftur til umleið 2017. Eg geri hetta einaferð enn, hóast væl  vitandi at tað er tíðarspilla.

Í  2017  byrjaði toskafiskiskapurin rættiliga at taka til aftur eftir eina sera drúgva La Nina, sum vardi frá 2010 og til 2016,  men í 2017 hevði El Nino fingið yvirtakið  aftur og byrjaði tá rættiliga at bragda aftur við fiskiskapinum.

Toskafiskiskapurin helt áfram at  mennast heilt til 2019. Tey bestu økini til tosk blivu framhaldandi stongd fyri fiskiskapi, og einki bleiv opnað.

Komið nakað út í 2019 var toskastovnurin blivin so stórur, at grunnurin kundi ikki rúma honum, og fór hann tískil at gera landgongd inni á firðunum. Ja, toskurin kom inn í hvørja havn og hvønn áarósa at finna sær føði, eftir at hann hevði etið sítt egna avkom úti á grunninum, tí, sum vit vita, so er toskur kannibalur og etur alt, tá svongd kemur á.  Tað,  sum kom inn á firðirnar, var stórur fiskur, ja, gýtingar-stødd.

Vit minnast eisini, hvussu fólk kundu standa á hvørjari kai og veiða tosk við tráðu.

Hendan syrgiliga søga endaði við,  at tað mesta av toskinum doyði í hungri og lá sløddur út eftir landgrunninum,  og var hetta orsøkin til, at lítil og eingin gýtingartoskur bleiv á vári eftir, í 2020 .

Meðan hetta hendi,  stóðu vit sum áskoðarar uppi á landi og gánaðu, meðan stórur partur av grunninum, ja, allar tær bestu toskaleiðirnar vóru friðaður fyri fiskiskapi, og eingi góð toska-økir blivu opnað, so vit kundu fiska meira. Nei, nú skuldi fiskurin “goymast” til komandi árini. Størsti parturin av toskinum  doyði  sum sagt í  hungri, men tó fór nakað av toski, sum maktaði at svimja, upp í sjógvin at sveima og finna sær føði.

Ja í hesum toska-rok-árustnum 18 og 19 fiskaðu vit bert umleið 18 túsund tons  pr ár,  hóast vit skuldu havt fiskað minst 45ooo tons pr ár, ein missur uppá 27ooo tons x 15,oo kr. pr. Kg = 405 milliónir krónur pr. ár. Alt vegna høpisleysar friðingar á landgrunninum.  

Lærdi nú nakar nakað av hesum mistaki?  Nei - So púrt einki! Tí tað vísa teirra tilráðingar aftur í ár.

Hesir somu frøðingar eru nú  aftur byrjaðir at tilráða fleiri friðingar av toska- økjum, nú El Nino aftur er komin í hæddina, og fiskiskapurin er við at taka til aftur.  Tann nógvi hitin, sum hevur verið úti á landgrunninum serliga seinastu 2 árini, er nógv avtakandi  soleiðis, at hitin í sjónum á botni á Mýlingsgrunninum, sum var +10 gr, nú fyrrapartin av vetrinum er lækkaður niður á +7,5 gr, sum er mest hóskandi hiti fyri tosk.  Hetta vita vit frá okkara egnu trolbátum, sum til dagligt síggja hitan á trolsondini.

Nú er  aftur ein nýggj rødd komin aftrat hesum frøðingum, sum sigur:  “Nei, friðing er ikki nóg mikið, vit mugu eisini seta kvotur á fiskin.”

Tann, sum kemur við slíkum hugskoti um at seta kvotur á toskafiskiskapin á Føroya grunninum, veit als ikki, hvat hann tosar um. So tað skal ikki aftur viðgerðast her.

Annars er at siga um kvotur sum heild á fiskatilfeingi, at hetta man verða størsti kriminalitetur, sum gjørdur er á eitt nattúrutilfeingi í heiminum.

Tey fyrstu árini, eftir at kvotur vórðu settar í gildi Í Es, bleiv mett, at fiskur fyri 23 milliardir kr. bleiv blakaður út aftur  í havið í Norðsjónum og vestan fyri Írland. Og sama skilið var í Íslandi. Men hetta er ein so long sorgarsøga, sum ikki kann skrivast um og útdýpast í hesi grein.

Okkara  nývaldi fiskimálaráðharri sigur nú eisini, at hann tekur fult undir við tí, sum ICES sigur niðri í London. So her lades alt håb ude!  Haldi hann skuldi stungið fingurin langt niður í jørðina og kanna grundarlagið fyri teirra ráðgevingum og mint seg á - ella í minsta lagi lisið, hvat ICES tilráddi tásitandi stjórn í Føroyum við vælsignilsi frá føroyskum fiskifrøðingum:  At eingin toskur skuldi fiskast á landgrunninum í 1990-árunum, Ella - er einki lært? – Nei, nú er alt longu gloymt -!

Um hann meinar tað, hann sigur, so er als eingin grund til at hava eina fiskivinnuumsiting her á landi, tí tað kostar okkum almikið! Tí bert at verða eitt ekkó  av ICES  er ikki til nakra nyttu, men bert til bága fyri fiskivinnuna!

Men so frægir vóru politikararnir í 1990,  at teir skúgvaðu hesar tilráðingar hjá ICES til síðis og vit upplivdu í 1996 - 1998 tann besta toskafiskiskapin,  sum vit minnast í søguni.

Eg ivist  stórliga í, um  fiskifrøðingar hjá ICES, sum sita niðri í London, vita hvar Føroyar liggja og trúgvi, tað er teimum púra fjart og fjalt, hvat tað er, sum ávirkar fiskiskapin á okkara leiðum.

Eg trúgvi ikki, teir hugsa um vind, streymviðurskifti ella um æti, og neyvan hugsa teir um hitan í sjónum. Teir hugsa ikki um ring vestan-vár, teir hugsa ikki um eystan-vetrar, sum nú í  vetur. 

Teir hugsa ikki um Jett-streymar,  teir hugsa ikki um El Nino’ir ella La Nino’ir. Nei, teir hugsa einki um, hvat ávirkan slík fyribrigdi, hava á  fiskatilfeingi á okkara  lítla landgrunni frá ári til ár, men bert nøkur verðunleikaleys tøl.  

Tá so fiskifrøðingarnir hava ásett tonsatal fyri Føroyar,  fara teir ein túr í London har teir fáa sær ein góðan bita, eins og brøðurnir hjá Jósefi gjørdu á sinni, eftir at teir høvdu selt hann. Soleiðis verður okkara landgrunnur  umsitin!

Ongantíð enn havi eg  hoyrt ein fiskifrøðing biðið um umbering, og sagt

“Eg  metti skeivt”, Ja sjálv ikki í 1990unum.

ICES hevur verið høvuðsorsøkin til, at allar fiskiveiðuhavnir, sum munna út til Norðsjógvin, nú liggja tómar fyri  fiskiskip og fisk.

Í árinum 1962 vóru 67o fiskiskip í Esbjerg, í dag eru tey kanska 1o smá skip.

Havnirnar í Hull, Grimsby, Aberden  eru allar tómar fyri fiskiskip.

Ja í Grimsby sigst, at mosi er vaksin á kajkantinum, har sum Føroyingar og aðrir seldu sínar lastir, meðan kurvarnar við toski og hýsu fuku ígjøgnum luftina ,so skjótt teir landaðu, og tømdu trolaralastirnar, fyri at skipini skuldu sleppa út á næstu flóð, ti eingin tíð mátti spillast burtur.

Okkara egnu  fiskihavnir her í Føroyum fara nú skjótt á sama hátt, og mosi fer at vaksa á kajkantinum, um politiski myndugleikin ikki vaknar við NÙ. Til síðst er at siga, at ongantíð seinastu 70 árini hevur so lítil veiðiorka verið á Føroya grunnunum sum seinastu 5 árini. So, er okkurt sum bilar annað enn tað, eg havi nevnt, so má orsøkin finnast aðrastaðni.

Gott nýggjár ynski eg Føroya fólki, og serliga tykkum, sum á havinum balast!

NB:  Annars sigur BBC í kvøld, at orsøkin til allan hitan í summar og kuldan í vetur er, at el Nino nú er komin í hæddina.-

Osmund Justinussen

Comments

Búnaðarstevnan 2024 verður leygardagin 17. februar 2024 í Varpinum í Klaksvík.

8/1/2024

Comments

 
Picture
Higartil hava verið fyriskipaðar átta búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022 og februar 2023.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað og onnur viðurskiftir, ið kunnu knýtast til hesa vinnu.

Í ár fær Búnaðarstevnan eisini áhugaverda vitjan úr Íslandi og Noregi.

Skrá 2024

​Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson
10:00:               Skráseting
10:30:               Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna
10:40:               Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
Landbúnaðarpolitikkur fyri Føroyar
11:10                Tróndur G. Leivsson, stjóri – Búnaðarstovan
landbúnaðarpolitikkur – viðurskifti, sum eru frammi í okkara grannalondum nú viðvíkjandi framtíðar  landbúnaðarpolitikki.
11:30                Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi - Búnaðarstovan
Royndir og stuðulsmøguleikar
11:45                Andrass Holm Arge, landsjarðarráðgevi – Búnaðarstovan
Týðandi lóggávuevnir á landbúnaðarøkinum
Spurningurin um sølu av lendi (landsjørð og óðalsjørð) til útbyggingarendamál av ymsum slagi.
12:00                Miðmálið
13:00                Jóhannes Sveinbjørnsson (Ísland)
                         Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Íslandi
13:20                Bernt Skarstad (Noregi)
                         Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Noregi
13:40                Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya
Hvussu flyta vit okkum til at hava betri og munagott handilssligt grundarlag fyri landbúnaðin í Føroyum
14:00               Heilsufrøðiliga Starvsstovan
                        Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, Deildarleiðari, Matvørudeildin
                        hølisviðurskiftir, reinførið, merkingar, góðkenningar vm.
                        Elspa Petersen, Embætisdjóralækni
                         Djóravernd og valferð – við serligum atlitið til seyð og neyt
14:20                Gutti Winther, verkætlan
Hvørjum skulu vit livað av? Kann matur loysa komandi samfelagsavbjóðingar? Frágreiðing um nýggja verkætlan um matmentan.”
14:40                Heidi Holm, verkætlanarleiðari
Landbúnaðarferðavinna - Verkætlanarsamstarv millum Búnaðargrunnin og Visit Faroe Islands
“Hví vit hyggja at landbúnaðarferðavinnu sum ein møguleiki hjá framleiðarum, høvðusúrslit frá kanningini og so um hvat vit arbeiða fram ímóti í 2024.”
15:00                Búnaðargrunnurin
Fígging og stuðul
15:15                Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin. Matfrø(ð)i:
Verkstovurøð og undirvísingartilfar um staðbundnar matvørur.
15:30                Framløgur liðnar – kaffi vm.

16:00:               Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.


Evni er:

​Landbúnaðar politikkur fyri Føroyar.
​

– Hvussu seta vit ferð á menning av landbúnaðinum í Føroyum, sum umfatar mjólkaframleiðsu og úrdráttir úr mjólk, kjøtframleiðslu sum umfatar neyt, seyð vm., grøntmetisframleiðslu, vakstrarhús, marknaðarføring vm., ferðavinna og onnur átøk, sum kunnu stuðla uppundir mennning av landbúnaðinum, heimamarknaðurin, velting, taðing – her hugsa um bio-tøð – burðardygga orku og hvussu raðfesta vit fyri at røkka málinum skjótt.

Fundarstjóri og orðstýrari:      Jón Brian Hvidtfeldt

18:00 Liðugt

Neyðugt er við tilmelding og kann hetta fremjast umvegis fylgjandi leinkju https://seglhus.atgongumerki.fo/webshop/event/1913323/order/main

Fyriskipari:
GAMLA SEGLHÚSIÐ
Símun Gullaksen, tel. 217055
[email protected]

Comments

Vælumtóktu sjúkraviðgerðarskeiðini kista A / B / C endurnýggjan

8/1/2024

Comments

 
Picture
​Vælumtóktu sjúkraviðgerðarskeiðini kista A / B / C endurnýggjan

Vælumtóktu sjúkraviðgerðarskeiðini kista A / B / C endurnýggjan (umframt C grund) byrja komandi mánadag 15.jan á Sjónámi!🩺

- enn eru pláss tøk, men skundi tykkum at melda til!👇
https://sjonam.atgongumerki.fo/.../event/1986742/order/info
ella hoyr nærri á 665888 ella [email protected]⚓️

(skrivstovan er opin mán-hós kl.09-14)

Sjónam

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.