Manningin var sera í góðum lag og ætlaði allir sær til fótbóltsdyst íkvøld, uttan ein, hann ætlaði sær í føðingardag hjá Norðdepli.
Norðoya Portalurin tók ímóti endanum ímorgun, her nakrar myndir, sjá niðanfyri.
SáH
Safir og Smaragd høvdu aftur hesuferð ein góðan túr, eftir at teir seinasta túr vóru fullir upp undir lúkurnar og sama bragdi gjørdi teir eisini hesuferð. Teir fóru túr tann 19. august og kl. 08.00 ímorgun legði Safir at á Kósabrúnni. Sostatt hava teir verið úti í 8 dagar og hava fulla last, umleið 250.000 pund tilsamans. Manningin var sera í góðum lag og ætlaði allir sær til fótbóltsdyst íkvøld, uttan ein, hann ætlaði sær í føðingardag hjá Norðdepli. Norðoya Portalurin tók ímóti endanum ímorgun, her nakrar myndir, sjá niðanfyri. SáH Á sjómannadegnum mikudagin tann 17. august verður skipað fyri áhugaverdurm temadegi um trygd á sjónum á Sjónámi í Klaksvík. Skrá: 09.00 Vælkomin 09.05 Jógvan Skorheim, borgarstjóri setur dagin. 09.20 Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur leggur fram úrslit um vanlukkur hjá sjómonnum meldaðar til vanlukkutryggingarráðið frá 1972 -2014 og greiðir frá, hvat hesi tøl siga okkum. 10.00 Pausa við morgunmati 10.30 Trygd á sjónum innan Føroysku sjóvinnuna – Ragnar Ludvig, deildarleiðari Sjónáms. 11.00 Fyribygging av arbeiðsvanlukkum í fiskivinnuni – Tað ger mun! Jørgen Møller Christiansen, seniorforsker, Center for Maritim Sundhed og Samfund, Syddansk Universitet, Danmark. 11.30 Helse og arbeidsmiljø i fiskeflåten - Seniorforsker Ingunn M. Holmen, SINTEF Fiskeri og havbruk, Norge. 12.00 Døgurði á staðnum - ókeypis 13.00 Trygdar venjingar – ger tað nakran mun í lívinum hjá einum sjómanni? Hilmar Snorrason, skipari og skúlastjóri á Maritime Safety and Survival Training Centre ICE-SAR, Ísland. 13.30 Frágreiðing frá Grími Hammer, ið er blivin avlamin vegna arbeiðsskaða, sum kundi verið umgingin, um trygdin og arbeiðsumstøðurnar vóru betur. 14.00 Kaffi støðgur 14.15 Høgni Hoydal, Minestry of Fisheries 15.45 Annbjørg á Høvdanum endar dagin. 19.00 Pallborðsfundur við yvirskriftini “Trygdar- og heilsu politikkur fyri føroyskar sjómenn anno 2016”. - Í panelinum sita Anfinnur Garðalíð vegna manningarfeløgini, eitt umboð fyri reiðarafeløgini, Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs – og Almannaheilsu, Høgni hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Ragnar Ludvig leiðari á Sjónám. Eisini verða borð við upplýsandi tilfari frá luttakandi londunum og ein sølubásur við persónligari trygdarútgerð Kelda: www.sjonam.fo SáH |
Greinar
October 2024
|