NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvussu nógv skal gólvið hella í baðirúminum?

25/1/2013

Comments

 
Picture
Fyrr varð sagt, at eitt gólv í vátrúmi skuldi hava eitt hall, alt sum tað var, yvir ímóti ristini. Soleiðis verður ikki arbeitt longur. Nú er tað nóg mikið, at tey støð á gólvinum í vátrúminum, har vatn kemur at javnan - t.d. brúsirúminum - skulu hava hall. Og væl at merkja rætt hall. Tað vil siga eitt hall upp á millum 1 og 2 % yvir ímóti ristini. Verður vatnið liggjandi í hyljum, er vandi fyri fukt-skaða á gólv og veggir, eins og tað er vandi fyri at fólk glíða og bróta seg sundur.

Tann lættasti mátin at byggja eitt gólv við halli, er at stoypa tað. Tá verður alt gólvið, uttan brúsirúmið, stoypt vatnrætt. Í brúsirúminum verður so stoypt eitt hall yvir ímóti ristini. Tað er gott at hava eina rist afturat inni á flata stóra gólvinum, men tá er ikki neyðugt at hava hall yvir til hana.

Tað hevur stóran týdning at gera eitt vátrúmsgólv rætt frá byrjan, tí tað er bæði strævið og kostnarðarmikið at fara afturumaftur. Er talan um eitt rúm við vinyli á træplátu, sum hevur skeivt hall, mugu gólvpláturnar upp frá aftur og leggjast av nýggjum. Er talan um flísar omaná á plátu, er mannagongdin tann sama sum omanfyri. Og eru tað flísar omaná stoypt gólv, mugu flísarnar av – kanska er nóg mikið at taka flísarnar á tí økinum, har vatnið stendur, upp frá, men sum oftast er ein vátrúms-membran undir, og tá hon verður brotin, skal hon smyrjast av nýggjum, øll sum hon er.

Tað er ikki so lætt at leggja gólv í vátrúmi sjálv/ur, men tað ber til, og tað er eisini í lov. Nógv fólk hava goðar royndir av at arbeiða við einum kjallaragólvi, har ein rist skal leggjast í gólvið við vaskið ella varkimaskinuna, áðrenn tey fara í holt við baðirúmini inni í húsinum.

Fyri at finna rætta halli, mugu fleiri vaterpass brúkast, men ein stálkúla, ca. 2 sentmetrar í tvørmáti, kann eisini brúkast. Hon skal, áðrenn flísar verða lagdar, kunna trilla ímóti ristini, tá hon verður løgd á gólvplátu ella turrt betongi.


Kelda: www.balslev.fo

Comments

Spennandi tíð fyri framman

9/1/2013

Comments

 
Picture
Tónleika síðan er farin sín veg - sjálvt um tú enn kanst lesa eitt sindur um tónleik niðanfyri, og í framtíðini so verður tað møguligt, at lesa um tónleik á spaltini OMG.

Á hesari síðuni fara vit, at hava ymiskt um Vinnuna í Føroyum og fara handlar kring Føroya land koma við ymiskum spennandi tingum, at vísa framm á hesari síðuni - alt frá DVD fløgum til Black & Decker borimaskinum.

JáH (y) 09/01-13

Comments

Elvis Presley verið 78 ár í dag

8/1/2013

Comments

 
Picture
Føddur tann 8. januar 1935, so hevði Elvis Aaron Presley verið 78 ára gamal í dag. Hann varð ein amerikanskur sangari og sjónleikari. Hann varð eisini kult ikon og bleiv vanliga nevndur Elvis. Hann er tann kendasti tónleikarin í 20. øld og bleiv oftað kallaður "King of Rock and Roll" ella bara "The King"

Til stuttleika, so kann nevnast at fyrrverandi svigersonurin Michael Jackson varð ein Elvis fjeppari og Michael (sáli) bleiv kallaður "The King Of Pop". Báðir tveir Elvis og Michael doyðu av tablett misbrúki.

Í Útvarp Føroya í morgun verður spælt ein rúgva av Elvis songum - og tað vilja vit á Norðoya Portali eisini feira, og tískil so hava vit valt ein Elvis sang niðanfyri ... Enjoy!

JáH (y) 08/01-12

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.