Soleiðis ritar tú inn á Mítt Ver:
1: Far inn á www.ft.fo.
2: Trýst á rundu myndina ovast uppi í vinstra horni, ella strikurnar ovast í høgra horni.
3: Trýst á Mítt Ver.
Vitja Mítt Ver her: https://ver.ft.fo.
Føroya Tele
Visti tú, at tú kanst orðna alt sjálv/ur inni á Mítt Ver? Mítt Ver er sjálvgreiðsla, og har kanst tú millum annað halda eyga við datanýtslu, broyta og stovna hald, síggja PIN-kotu og brúka Skíggjafrí.
Soleiðis ritar tú inn á Mítt Ver: 1: Far inn á www.ft.fo. 2: Trýst á rundu myndina ovast uppi í vinstra horni, ella strikurnar ovast í høgra horni. 3: Trýst á Mítt Ver. Vitja Mítt Ver her: https://ver.ft.fo. Føroya Tele Kundi tú hugsa tær at arbeitt við at styrkja og menna vinnuøkið í Klaksvíkar kommunu?, og kundi tú hugsa tær at arbeitt við at menna ferðavinnupolitikkin í Klaksvíkar kommunu, so ert tú tann vit leita eftir. Vinnumennarin skal stuðla vinnustjóranum í sínum arbeiði við at skapa góðar karmar fyri vinnulívið. Sum vinnumennari kemur tú eisini at vera við til at tryggja, at tænasturnar, sum verða veittar innan vinnuøkið, eru á einum høgum góðskustigi. Starvsinnihald Týdningarmestu uppgávurnar hjá vinnumennaranum eru at: • arbeiða miðvíst við at betra um tænasturnar til vinnuna • menna hugskot, sum stuðla undir góðar karmar hjá vinnuni • menna ferðavinnupolitik • fremja strategiska menning av vinnuøkinum sum heild • megna at leiða verkætlanir á vinnuøkinum, tó undantikið tekniskar byggiverkætlanir • verða við til at samskipa tiltøk fyri vinnuna, t.d. ráðstevnur og líknandi • fremja uppgávur, so sum viðgera og avgreiða mál á vinnuøkinum • fremja samtyktir hjá nevndum og býráð, sum fevna um vinnuøkið Umráðandi er, at tú hevur: • royndir innan verkætlanarleiðslu • góð evni at samstarva í toymum • førleikar at arbeiða strategiskt • góð evni at samskifta, bæði í skrift og talu Tann, ið verður settur, skal hava innlit í vinnulívið. Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarar hava vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir og megna at gera hugskot til veruleika. Førleikakrøv Umsøkjarar eiga at hava: • viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi vinnuligum royndum • royndir frá tí privata og/ella almenna arbeiðsmarknaðinum Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú kemur at verða partur av einum royndum og eldhugaðum starvsfólkahópi. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Vinnumennarin hevur tilvísing til vinnustjóran. Starvið verður sett 1. apríl 2023 ella eftir nærri avtalu. Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóra, tel. 219549, [email protected]. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 1. februar 2023. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Vinnumennari Um vinnuøkið Vinnuøkið umsitur Klaksvíkar havn, Grót- og tilfarssøluna, ídnað og Íverksetarhúsið. Vinnumenning og samstarv við Vinnulívsráðið og Klaksvíkar handilsfelag er eisini fevnt av økinum. Klaksvíkar Kommuna Varðin Pelagic fegnast um, at Tvøroyrar Kommuna hevur tikið stig til at skipa fyri borgarafundi í sambandi við, at Varðin Pelagic hevur søkt um byggiloyvi til nýggja protein og lýsiverkætlan. Á borgarafundinum fara umboð fyri Varðan Pelagic at greiða frá um verkætlanina. Millum annað verður greitt frá, hvussu eitt nýmótans framleiðsluvirki framleiðir proteinir og lýsi uttan lukt, støv og óljóð í nærumhvørvinum. Harumframt verða visualiseringar av verkætlanini vístar. Í sambandi við fyrireikingararbeiðið av verkætlanini hevur Varðin Pelagic fingið ráðgeving og vegleiðing frá fleiri fyritøkum og stovnum, og hevur felagið heitt á umboð fyri hesar fyritøkur og stovnar um at luttaka á borgarafundinum, so verkætlanin kann lýsast so væl sum til ber. Ráðgevar, ið luttaka á borgarafundinum eru: • VERKFO, Hans Haraldsen (Byggiharraráðgevi) • Haarslev, Torben Preitz og Birgir Finnbogason (Útgerð) • Niras, Torsten Ostenfelt (Luft- og luktútlát) • Purenviro, Knut Wiik (Luft- og luktútlát - luftreinsan) • Seako, Helge Korsager (Ráðgevi innan framleiðslu av protein og lýsi) • Steingrund Akustik, Johannes Steingrund (Ljóð) • Jysk Skorstensservice, John Ellingsgaard (Skorstein) • FUGLARK, Svend Sivertsen (Arkitektur) Fundarluttakarar fáa høvi at seta umboðum fyri Varðan Pelagic og ráðgevum spurningar. Umframt omanfyri nevndu eru, Arbeiðseftirlitið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, SEV, Umhvørvisstovan og ORKA, við Kára Mortensen, boðin við. Borgarafundurin verður í SALT týskvøldið 24. januar 2023, kl. 19.00. P/F Varðin Pelagic Í samband við OPITO uppstiganina er krav at vatni í hylinum er 21 gradir. Ráðgevandi fyritøkan SMJ varð litið í hendi at gera eina meting um hvat var skynsamasti háttur at upphita tey væl omanfyri 300m3 av vatni og halda temperaturin. SMJ mettu at í mun til íløgukarmin og tørvin var ein luft til vatn hitapumpuskipan fíggjarliga skynsamasta loysnin og teir fingu so ábyrgdina av útboði, tilmæli og eftirliti av verkætlanini. Tað var Signar Kallsberg sum í fjør summar vann útboðið uppá verkætlanina og loksins er arbeiðið liðugt og væl úr hondum greitt og pumpurnar settar í gongd. Vit á Sjónámi eru sera fegin um at verkætlanin bar á mál og vilja fegin takka Landsverk og A.P. Møller Fonden fyri stuðulin til hitapumpuskipanina áleiðis hálva millión. Umframt bera vit hjartaliga tøkk til Signar Kallsberg og hansara starvsfólki fyri væl útint arbeiði og SMJ fyri holla ráðgeving í sambandi við alla tilgongdina. Sjónám Góða Birita F Kjærbæk. Fyrst vil eg ynskja tær eitt gott nýttár. Ja, rætt er tað, at eg havi sagt nøkurlunda soleiðis tú nevnir um stytta arbeiðsviku. Eg skal enn einaferð staðfesta tað eg havi sagt, og tað er, at polittikarar skula halda seg burt frá sáttmálaøkinum so leingi hetta er ein samráðingarspurnigur um løn, arbeiðstíð og frítíð o.a. At lyfta saman. Vit hava uppliva tað í eingin annar ynskir at uppliva her á føroya landið, og tað er tá landið lóggevur inní sáttmálarnar, hetta hendi undir næstseinasta landsstýrið. Og har var einki at heinta frá fagfelagssamstarvinum, men tvørtur í móti, so arbeiddu fagfeløgini ímóti okkum. Vit ynsktu at fiskur kundi bjóðast út á uppboðssølu eftir at hann var fiskaður, og har settu fagfeløg seg uppí móti, tí fiskurin skuldi landast í føroyum, og harvið fingu limirnir hjá okkum minni burturúr. C-E-F skeiklaði okkara samráðingarrætt, og tað vit høvdu samráts um, hetta var eitt hesta arbeiði at fáa uppá pláss aftur, og langt er á mál fyri at koma har til vit vóru. Starvsetan hjá mær. Annars er at siga, í míni starvsetan stendur at formaðurin úttalar seg vegna felagið/ limirnar, so har er einki at fara eftir. Starvsfelagið Polittist litað. Tosar fagfelagsformaðurin sak limanna? Til síðsta løgtingsval, var ein fagfelagsformaður sum braveraði seg fram á torgum og strætum, sum valevni, og fari eg ikki skeivur, at tað var formaðurin í STARVSFELAGNUM Súni Selfoss. Kann næst forkvinnan siga mær og føroya fólki um hetta hevur verði til viðgerðar hjá limunum í starvsfelagnum, at formaðurin/ Starvsfelagið skal tosa JAVNAÐARPOLITIKK, tosar Súni Selfoss formaðurin tá fyri allar limirnar, nær hava tit havt hetta til lima atkvøðu? Formaðurin hevði verði frákoyrdur. Um hatta kom fyri í okkara felag, at formaðurin bjóaði seg fram sum valevni til eitt løgtingsval, so var formaðurin koyrdur heim við kontantari avrokning. Tí hatta hevði komi undir missbrúk av formansstarvinum, so kanska tit hava okkurt at hugsavna tykkum um, og gev okkum arbeiðsfrið. Løgtingið leggur uppí. Tað er ikki ókent, tá samráðingar hava verði, og semingsstovnurin er boðsendur, tí partarnir ikki megnaðu at semjast, so er málið endað í tinginum, og tá er tíðs nokk at lóggeva inn í ein sáttmála. Men, tað er heldur ikki altíð so heppi fyri frælsa samráðingarrættin. Sáttmáli við FMR ” SSL” Eg havi ført fram, at eg kann velja at fegnast um niðursetta arbeiðsviku fyri limirnar sum starvast hjá eitt nú SSL, teir koyra eina 1/1 skipan t.v.s. teir eru í arbeiði 91 tímar viku, ella 45,5 tímar miðal viku, og tað duga vit at síggja, hetta kundi gagna okkum, at fáa 8,5 tíma niðursetta arbeiðsviku, men varveita lønina. Men ikki ein tann einasti ein polittikari hevði hugsað hetta, tá teir lovaðu niðursetta arb viku, at nøkur hundrað í SSL koyra við 91 tímar viku. Mín spurningur er, hvat kann verða tað næsta sum landið kann lóggeva seg inní, vit muga hugsað okkum væl um, og ikki hugsað løtuvinning. Vit eru vald at samráast, og ikki at fáa onnur at samráast fyri okkum. vinarliga Annfinnur Garðalíð Formaður FSN Fyri at spara, so hava fyritøkurnar Super Brugsen og Kvickly handlarnir í Danmark avgjørt at stongja allar handlarnar klokkan 19:00 í vikuskiftinum og hava handlarnir hug til at stongja fyrr mitt í viku, so er tað upp til hvønn einstaka handil at gera tað sigur kunningarleiðarin í Coop Jens Juul Nielsen. Hetta verður gjørt fyri at spara pengar, el og olju prísirnir eru øktir sera nógv og so eru vit eisini undir trýsti við innkeypsprísunum frá okkara veitarum. Eisini gevur hetta handlunum møguleikan at sløkkja ljósini og kølidiskarnar fyrr hvørt kvøld og tað er eisini ein sparing. Upplatingartíðirnar komu í gildu tann 01. januar 2023. SáH So tit í nýggju samgongu: Ansið eftir, at tit ikki pína føroyskt vinnulív, fiski-, ali-, handils- byggi- og tænastuvinnu við veiði-, tøku-, CO2- o.ø. avgjøldum og skatti. Borgarlig fólk við vanligum viti og skili harmast grátandi børn og møður veitrandi á keiini og teirra keddu fedrar fram við lúnningini umborð, tá okkara trolarar loysa og fara eystur í Barentshavið at fiska í mánaðvís. Skilnaður, saknur og longsul eru prísurin, ið fiskimenn gjalda, tá teir føða okkara vælferðarsamfelag. Teir eru ikki heima, tá teirra børn verða fødd, fylla ár o.t. Borgarlig fólk síggja okkara 4-5 trolarar í Barentshavinum sum ein týðandi fimtapart (20%) av landsins fiskivinnu og hennara útflutningsvirði. Hesir trolarar, teirra 250-300 topp-fiskimenn føra aftur til Føroya úr ísi, myrkri og illveðri í Barentshavinum eini 15-20.000 tons av fiski, t.e. fyri 5-600 mió kr árliga í útflutningsvirði, sum føroyingar liva av. Hetta útflutningsvirði svarar til helvt av tí, Skúla- ella Heilsuverkið kostar. Einoygdir sosialistar og ‘religiøsir’ klimafanatikarar sum Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir o.o. í Javnað, Tjóðveldi og Framsókn fingu valdið til valið (tillukku við tí). Tey billa sær sjálvum og sínum veljarum inn, at okkara skip, fiskimenn, teirra familjur, útflutningsvirði, 100-tals arbeiðspláss í góðsking á landi og í hjávinnum, at alt hetta kann umroknast, keypast og seljast í CO2-virði. Tey trúgva, at á vágskálini til fiskiskap og CO2-virði er Føroya høvuðsvinna eitt tap og útreiðsla í teirra ‘cost-benefit’ greining av klimaidioti. Lukkutíð tvingaði valið 8. des og tann farna borgarliga samgongan teir skinklandi tá andstøðu- og nú samgonguflokkar til at kíka framhald av Ruslandsáttmálanum (júst sum Noreg sjálvsagt gjørdi). Ingilín D. Strøm skjeyt upp undan valinum at lata føroysku trolararnar eystanfyri liggja í norskum havnum, og so lata manningarnar flúgva og frá til arbeiði. (So kann flogfars-CO2 dragast frá hýruni, ella hvat?). Ikki bert fiskimenn, men føroyingar flestir flentu hart at tí akademiska dárskapinum. Hvør høna skilir, at slík skipan hevði latið Noreg yvirtikið føroysku kvotuna eystanfyri. Nú er Ingilín eftir eitt rokval (tillukku!) sett sum landsins ‘Ministari í CO2 og (sum frálíður) í orkuskamtan’ (X litrar av bensini, húsolju, el-orku pr. mánað osfrv). Í 2024 senda Føroyar helst 1% av BTÚ (= 250 mió kr) til korruptar diktatorar í Afrika sum klimastudning. Teirra trælir halda tó fram at ganga nakin og brenna fílamykju. Eini 3-4 nýggir føroyskir trolarar eru nú í gerð í Noreg fyri 400 mió kr hvør í miðal til komandi fiskiskap eystanfyri, tí verandi floti er vorðin eldri og brennir ov nógva olju. Hvussu hava sosialistisk samgongutingfólk ímyndað sær, at hesi skip skulu forrentast, um vit missa Ruslandssáttmálan? Samgongan minnir um bóndan, sum kipti hønuna, ið varp gulleggini, ístaðin fyri at hjúkla um og fóðra hana, so hon helt fram at verpa. Hvussu hugsar samgongan, at hesi skip skulu gjalda 1,50 kr og meiri í veiðigjaldi (svarar til 4-5 kr/kg í flaki), uttan at tað minkar manningapart og skaðar rakstur? Ein fær fatan av, at ein ávís øvund (sosialisma er jú øvund sett í politiskt system) er millum landsins politikarar og ráðgevar, tí tey halda, at okkara fiskimenn eystanfyri tjena ov nógv sammett við alment løntar topp-pamparar. Man ikki miðal inntøkan hjá okkara fiskimonnum (íroknað avloysarar) vera minni enn lønin hjá løgtings- og serliga landstýrisfólkum, ja enntá teirra ráðgevum? Men eitt stendur fast: Ein føroyskur trolaramaður fær lættari kjans og størri inntøku við norskum skipi eftir eina telefonsamrøðu til eitt norskt reiðarí,(og so kanska flytur hann til Noregs við familju), enn tað er hjá einum føroyskum politikara ella akademikara at fáa líka gott og væl lønt arbeiði í Noreg sum í Føroyum. Júst hesa hópflukt av fiskimonnum upplivdu vit úr Føroyum í 90-árakreppuni, eftir at sosialistiska samgongan 1985-88 hevði koyrt 15 nýggj kemikaliu- og farmaskip og so 20 nýggj skip í ‘svartkjaftaævintýrinum’ á heysin og kleyrað tey av landinum við 5 mia (.e. 5.000 míó) kr í samlaðum tapi. Hetta koyrdi Føroyar um koll 5 ár seinni. So tit í nýggju samgongu: Ansið eftir, at tit ikki pína føroyskt vinnulív, fiski-, ali-, handils- byggi- og tænastuvinnu við veiði-, tøku-, CO2- o.ø. avgjøldum og skatti. Vinnulívið í borgarligum eygum er sum ein mjólkkúgv, ið bert gevur optimalt avkast til vælferð til øll, tá hon verður hjúklað um, fóðrað væl og røkt við størstu umsorgan. Gott nýggjár. Óli Breckmann |
Greinar
June 2024
|