NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vøkur sjón, sera nógv skip landa á Kósini ídag

28/4/2017

Comments

 
Billede
Sera nógv skip landa til Kósini ídag og var tað ein vøkur sjón. Fýra gulllaksaskip landa, tey eru Vestmenningur og Skoraberg, Polarhav og Stjørnan. Eisini landar Kvikk, sum er komin fullfermdur úr Íslandi. Kvikk hevði yvir 200.000 pund, so lagi er bara heilt gott á Kósini í løtuni.

SáH

Billede
Comments

Betri Banki er besti banki í danska kongaríkinum

24/4/2017

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv;

Danska vinnulívsblaðið Børsen hevur í dag kunngjørt árliga yvirlitið yvir tryggastu bankarnar í danska kongaríkinum. Úrslitið av váðametingini hjá blaðnum og óhefta granskingarstovninum Bankresearch vísir, at Betri Banki er tryggasti bankin í kongaríkinum.

“Hårdt og ærligt bankarbejde har løftet færøske Betri Banki – tidligere Eik Bank – op som landets mest solide bank” skrivar Børsen í dag. Betri Banki deilir fyrsta plássið við Borbjerg Sparekasse.

Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Betri Banka, fegnast um góða úrslitið og sigur: “Úrslitið vísir, at tað hevur verið rætt hjá okkum at hugsavna okkum um kjarnuvirksemið í bankanum og miðvíst seta kundan í miðdepilin. Vit hava í dag ein sera tryggan og góðan banka, sum allir føroyingar kunnu vera ernir av og sum kundin kann kenna seg tryggan í.” Betri Banki P/F

Tórshavn, 24. apríl 2017

Billede
Comments

Klakkur komin aftur og Ågot avstað ídag

22/4/2017

Comments

 
Billede
​Kl. 09.00 í morgun legði Klakkur at bryggju niðanfyri N.F.C.S. og sunnanfyri liggur  Ågot og riggar til at fara aftur til fiskiskap í Grønlandi seinni ídag.

Ågot var móðurskip hjá Grønlendskum svartkalvafiskarum í Umanakfjørðinum í fjør og er ætlanin tann sama í ár og væntandi verður Ågot aftur í Føroyum til jólar.

Vit ynskja Klakk vælkomin aftur og ynskja skipara og manning á Ågot góðan túr til Grønlands.

SáH 

Billede
Comments

​Sjúraberg farin til fiskiskap

20/4/2017

Comments

 
Billede
​Kl. 19.00 í gjárskvøldið fór Sjúraberg aftur til fiskiskap, eftir ein roktúr seinast. Tá bleiv roynt í norskum sjógvi.

Hesaferð verður farið í russiskan sjógv at royna, men einki føroyskt skip er í russiskum sjógvi júst nú, so teir vita ikki, hvussu fiskiskapurin er har í løtuni.

Tað eru 18 mans við Sjúraberg hendan túrin og skiparin er hin sami sum síðsta túr, nevnliga Ásmundur Olsen.

Norðoya Portalurin ynskir skipara og manning skjótan og góðan túr.

SáH

Billede
Comments

Sjúraberg væntandi avstað í kvøld, minnist til stemmuseðlarnar

19/4/2017

Comments

 
Billede
Seinast løgtingsval var, fingu manningarnar hjá Gadus og Sjúrabergi ikki stemma, tí teir vóru til fiskskap í Barentshavinum.

Nú einki skil er á hesari samgonguni, so er tað kanska uppá sítt pláss, at tit taka stemmuseðlar við til flotan, sum roynir í Barentshavinum, nú tit fara avstað í kvøld, so tit kunnu gera tykkara ávirkan galdandi, um val verður útskrivað í nærmastu framtíð

Hvør stemma telur og eftirsum at hendan samgongan, vil taka tykkara livibreyð frá tykkum og geva tað til onnur, so er tað av stórum týdningini, at tit stemma røttu fólkini inn, tí tað kann fáa óbøtaligan skaða fyri tykkum, sum fiska eystanfyri.

Norðoya Portalurin ynskir skipara og manning góðan túr.

SáH

Comments

Kvikk farin til fiskiskap aftur

12/4/2017

Comments

 
Billede
Kl. 15.30  ídag fór Kvikk til fiskiskap. Leiðin gekk til Ísland og væntandi vera teir á Klaksvík aftur um góðar tvær vikur.

​Tykkum umborð verður ynskt gott fiskarí og Gleðiligar páskir.

SáH

Billede
Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.