NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Einar's Akvavitt og Einar's vodka veruleiki

17/12/2017

Comments

 
Billede
Føroyskt akvavitt og føroyskt vodka kom fríggjadagin tann 16. desember á hillarnar í Rúsdrekksølu Landsins.

​Tað er Einar’s Distillery, ið er framleiðari og er fyrsta góðkenda føroyska distillarí, og vørunar eru føroysk framleiðsla.

Einar’s Akvavitt: Er kryddað við kumman, föroyskum urtum og distillerað við föroyskum vatni. Smakkurin er mildur og frískur. Hóskar væl til föroyskan mat og sum durasnapsur.

Einar’s Vodka: Er framleitt úr natúrligum rávörum og distillerað við föroyskum vatni. Smakkurin er mildur og frískur.

Vit hava síðani 2011 arbeitt við hesari verkætlanini, og eru fegin um at kunna bjóða føroyingum føroyskt akvavitt og vodka, meðan vit bíða eftir whisky, ið liggur og lagrar, sigur Einar Waag stjóri.

Tosaði við Rúsuna í Klaksvík leygardagin og lótu tey væl at søluni av Einar's Akvavitt og Einar's vodka..

Maverick Barr selur sjálvandi eisini Einar's Akvavitt og Einar's vodka og lata kundarnir sera væl at Einar's Akvavitt, sum tey siga, so hevur Einar's Akvavitt ein mildan smakk.

Vit ynskja Føroya Bjór tillukku.

SáH

Billede
Comments

753 milliónir vóru útgoldnar í løn í november

9/12/2017

Comments

 
Billede
Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri november mánaða eru nú tøk í Hagtalsgrunninum.

Í november vóru lønargjaldingarnar, árstíðarjavnað, 753 milliónir, ein 4% øking í mun til sama mánaða í fjør.

Í oktober mánaða vóru lønargjaldingarnar 764 milliónir,  sum er tað mesta útgoldið er, ein einstaka mánaða, í ár.

Gongdin í trendinum í mánaðurligu lønargjaldingunum er tó framvegis fyri uppgangandi.

Les meira HER

Kelda: Hagstovan

Comments

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um fiskirættindi fyri 2018

5/12/2017

Comments

 
Billede
​Ein lítil hækking í føroysku kvotuni av toski og hýsu í norskum sjógvi

Føroyar og Noreg hava skrivað undir avtalu um sínámillum fiskirættindi fyri 2018 eftir samráðingar í Tórshavn, 4. desember.

Føroysk skip hava komandi ár loyvi at fiska 4.610 tons av toski og 1.075 tons av hýsu. Talan er um eina hækking á 250 tons í mun til kvoturnar fyri 2017. Aðrar kvotur til føroysk skip í norskum sjógvi verða óbroyttar, 500 tons av upsa og 200 tons av øðrum fiskasløgum.

Umframt kvotabýti fáa føroysk skip atgongd at fiska 3.755 tons av toski og 325 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Russland og Føroyar, í norskum sjógvi.

Norsk skip fáa í 2018 loyvi at fiska 2.200 tons av longu og blálongu og 1.801 tons av brosmu í føroyskum sjógvi. Talan er um eina lítla hækking í mun til kvoturnar fyri í ár. Upsakvotan hjá norskum skipum lækkar hinvegin niður í 150 tons. Kvotan av øðrum botnfiskasløgum, sum kunnu fáast sum hjáveiða, verður óbroytt 800 tons.

Eisini fáa norsk skip eina kvotu av makreli í føroyskum sjógvi upp á 5.979 tons, umframt at norsk skip hava atgongd at fiska 32.640 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2018.

Føroyska toskakvotan við Svalbard er eitt fast lutfall av heildarkvotuni av toski, sum Noreg og Russland áseta fyri Barentshavið. Í 2018 verður føroyska toskakvotan við Svalbard 1.576 tons, og er talan um eina lækking í mun til kvotuna fyri 2017.

Tað vóru Ingrid Vikanes, samráðingarleiðari hjá Noregi, og Andras Kristiansen, samráðingarleiðari hjá Føroyum, sum skrivaðu undir semju um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2018.

JáH (y) 06.12.2017
Kelda: Løgtingið 05.12.2017

Comments

Skilagott at lækka skattatrýstið á arbeiðsinntøku

5/12/2017

Comments

 
Billede
Lækkið skattatrýstið á arbeiðsinntøku, og fíggið hetta við at breiðka skattagrundarlagið. Hetta er eitt av tilmælunum, sum óhefta skattanevndin legði fram í dag.

Høvuðsboðskapurin hjá nevndini er, at føroyska skattaskipanin virkar væl á flestu økjum.  Hvørki markskatturin (marginal) ella miðalskatturin eru serliga høgir í Føroyum, sammett við onnur framkomin lond.  

Heitið á frágreiðingini er: Lættari, rættari og grønari – uppskot til broytingar í skattaskipanini. Frágreiðingin kann heintast her:

Framløgan kann heintast her:

Fyrst í komandi ári fer frágreiðingin frá skattanevndini til víðari politiska viðgerð, har landsstýrið og samgongan fara at meta um, hvørji tilmæli í frágreiðingini politisk undirtøka er fyri at arbeiða víðari við og seta í verk.

Landsstýrið og samgongan hava annars higartil í samgonguskeiðnum framt eina røð av skattapolitiskum átøkum.  Millum hesi kunnu nevnast:
  • Skattalætti til lág- og miðallønt fyri samanlagdar 137 mió. kr.
  • Hækkað barnafrádráttin úr 6.500 kr. upp í 9.200 kr. fyri hvørt barn undir skúlaaldur árliga.
  • Umlagt vektgjald á akførum til grønt veg- og umhvørvisgjald, har akfør rinda í mun til útlát. El- og vetnisbilar rinda nú als onki vektgjald.
  • Tíðaravmarkað MVG-afturbering til el- og vetnisakfør, umframt til grønar hitaskipanir.
  • Broytt tøkugjald í alivinnuni.

Skattapolitisk lógaruppskot, sum í løtuni eru til hoyringar ella løgd fyri Løgtingið eru hesi:

  • Leiguinntøka við langtíðarútleigan verður gjørd munandi meira skattafrí (50.000 skattafrítt og bert 25% skattur av restini av árligu leiguinntøkuni).
  • Tillagað tilfeingisgjald til veiðugjald í fiskivinnuni.
  • Broyta 40% skattin á pensjón til eina stigvaksandi skattaskipan, har pensjónsskatturin verður stigvaksandi úr 30% og upp í 40% í mun til inntøk

Seinast Føroyar hevði eina skattanevnd var í 1973.  Hon var mannað við Jóannes Thomsen, Carl Wilhelm Weihe, Paula Ellefsen, Árna Olafsson, Árna K. Olsen og Eyðun á Rógvi. Álitið frá 1974 kann heintast her:

JáH (y) 06.12.2017

Kelda:
Løgtingið 05.12.2017

Comments

Nú gongur niðureftir við kvotinum

3/12/2017

Comments

 
Billede
Hetta kann fáa negativar ávirkan á okkara búskap, at kvotirnar minka. Avtalan við Rusland bleiv undirskrivað í Tórshavn fríggjadagin 1. desember og har var aftur ein minking í kvotinum til Føroyar.

Her tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum:
Føroyar og Russland skrivaðu fríggjadagin 1. desember undir fiskiveiðiavtalu fyri 2018, eftir at samráðingar hava verið í Tórshavn 30. november og 1. desember. Hetta var 41. fundurin í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini, og 27. november í ár vóru 40 ár liðin, síðani fyrsta sínámillum fiskiveiðiavtalan varð undirskrivað millum londini. 

Mynstrið hevur vanliga verið, at Føroyar hava latið Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi afturfyri botnfisk í russiskum sjógvi, og avtalan fyri 2018 er einki undantak.

Botnfiskastovnarnir í Barentshavinum eru í minking, og merkti hetta eisini avtaluna millum Føroyar og Russland fyri 2018. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi verður 16.800 tons og hýsukvotan 1.680 tons í 2018. Talan er um eina lækking á 12,5 % í mun til í ár. Kvoturnar av flatfiski og rækjum verða óbroyttar, og verða tær ávikavist 900 tons og 5.000 tons.  

Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2018 verður óbroytt 81.000 tons, ímeðan ein niðurskurður er í russisku kvotunum av makreli og norðhavssild. Russiska makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður 13.600 tons, umframt hjáveiðu av í mesta lagi 9.100 tons av sild. Russland fær eisini atgongd at fiska part av svartkjaftakvotuni í føroyskum sjógvi, sum Russlandi verður tillutað at fiska í altjóða sjógvi í 2018. Endalig semja er ikki gjørd hesum viðvíkjandi enn, og ítøkiliga nøgdin verður tí avgjørd umvegis samskifti seinni. 

Spurningurin um at loyva føroyskum skipum at fiska rækjur á norðaru leiðunum í russiskum sjógvi hevur verið nógv umrøddur seinastu tvey árini. Í 2017 hevur nógv samskifti verið á ráðharrastigi um málið, og glið tykist nú vera komið á. 

Russland tekur nú undir við, at eitt føroyskt rækjuskip kann fiska á norðaru leiðunum, eftir at londini hava havt formligt brævasamskifti hesum viðvíkjandi. Eisini er lagt upp fyri, at skipini kunnu fáa stytt sær um teinin millum tjekpunkt og fiskileið, við at heimilað verður skipunum at sigla gjøgnum altjóða sjógv. 

Hóast talan ikki er um loysnir, sum ganga øllum føroyskum ynskjum á møti, er talan um eitt stig rætta vegin, og er hetta at fegnast um.

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.