NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​ Vit skulu sjálvandi finna loysnir fyri allan fiskiflotan

30/7/2019

Comments

 
Billede
Stórur partur av fiskiflotanum kemur at hava ov fáar fiskidagar í ár,og tí mugu vit viðgera støðuna hjá øllum flotanum og finna eina loysn, sum loysir trupulleikarnar.

Vit eiga sjálvandi at finna eina loysn fyri bólk 5B, men tað er ikki nóg mikið, tí aðrir skipabólkar, bæði innan línu og trolveiðu, koma eisini at mangla dagar og tann trupulleikan eiga vit sjálvandi eisini at loysa.

Fiskidagaskipanin hevur víst sítt virði sum eitt stovnsrøktaramboð, sum virkar í tí veruliga lívinum – ikki bara í teoriini – og tí heysta vit fruktirnar av í dag, nú fleiri av fiskastovnunum vísa seg at koma fyri seg aftur.

Spell at Høgni Hoydal ikki lurtaði eftir okkara ávaringum fyrr í ár, tá vit vístu á at vit fóru at renna okkum í trupulleikar, tá árið var hálvrunnið. Men sum vant, so lurtaði hann ikki eftir ávaringunum.

Løgtingið má gera neyðugar broytingar,  og hækka dagatali so flotin ikki allur liggur svínabundin við kaj, meðan havið svimur í fiski. Fær fiskiflotin ikki møguleikar at fáa so nógv burturúr sum møguligt, samstundis sum fiskiskapurin er burðardyggur, ja so verður minni til fiskimannin, konu og børn, samstundis sum samfelagið fær minni av inntøku sum kann verða við til at fíggja vælferðartænasturnar til tey, sum hava tørv á teimum.

Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin

Comments

​Skoraberg og Fuglberg eru komnir inn við 400.000 pundum

19/7/2019

Comments

 
BilledeFuglberg og Skoraberg. Mynd tikin tann 19.07.2019 klokkan 06:10
Skoraberg og Fuglberg komu aftur beint fyri kl. 05:00 í morgun. Teir hava partrola við Føroyar.

Teir byrjaðu túr tann 5. juli og landa júst nú 400.000 pund av gulllaksi til Kósina.

Tað eru 14 mans við Skoraberg og Fuglberg.

Gullaksurin verður allir koyrdur til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

SáH

Billede
Comments

​Stóra ferðamannaskipi Oriana kom ein tíma ov tíðliga í morgun

14/7/2019

Comments

 
Billede
​Stóra ferðmannaskipi Oriana skuldi koma kl. 09.00, men kom meira enn ein tíma ov tíðliga, so Havnameistarnir fingu úr at gera, men alt eydnaðist væl álíkavæl og nú eru tey flestu komin í land og ganga runt í býnum.

Skipi hevur vanliga 1800 ferðafólk við og telur mannskapi 794, men kann skipi hava heilt uppí 1928 ferðafólk við.  Hvussu nógv ferðafólk eru við hendan túrin veit eg ikki, men man fólkatalið í Klaksvík ikki vera økt 25% prosent í dag.

Oriana er 22 ára gamalt og fór í sigling 9 apríl 1995, er heimahoyrandi í Hamilton, Bermuda, tað er 260 metur langt og 32.20 metur breitt og er í 10 hæddum.

Oriana siglir skjótt, 24 sjómíl ella 44 km/t.

Ikki serliga heppi at koma á Klaksvík kl. 07.45 sunnumorgun, tá er einki opið í Klaksvík, men eg koyrdi ein túr runt Klaksvíkingina og tá hevði onkrir handlar og matstovur latið upp, eisini Norðoya Fornminnisavn hevði latið upp.

Oriana liggur á Norðhavnini til kl. 17.00 ídag og so gongur leiðin víðari.

SáH

Comments

Her filmsklipp av nýggja A320 Neo flogfarið hjá Atlantic Airways

12/7/2019

Comments

 
Billede
​Her síggja tit filmsklipp av nýggja A320 neo flogfarið hjá Atlantic Airways, sum er sera vakurt og framkomi. Sjá filmsklipp herundir og stórt tillukku til Atlantic Airways.

SáH

Comments

Skal Bakkafrost hava alt í Norðoyggjum?

11/7/2019

Comments

 
Billede
Eg veit væl, at tað er ein vánaligur politikkur, at skriva ímóti teimum heilt stóru, tí hesir hava øgiliga makt og kunnu gera tað, at man ikki fær nakað sum helst at siga í framtíðini, men máti skal vera við, hvussu nógva makt ein maður kann fáa og kann ein maður í Eysturoynni stýra Norðoyggjum? og hvat fær Norðoyggjar buturúr? nú bæði partafelagið og øll framleiðsan er á Bakka.

Regin Jacobsen kann gera akkurát hvat hann hevur hug til í Norðoyggjum, hann kann stongja havnaløg av, hann kann dálka allar okkara firðir og hann kann koyra tonsavís av gift á sjógvin, fyri at basa lúsini á laksunum og nú hevur hann møguliga fingið Heilsufrøðiliga Starvsstovuna í sín part og kann reka hvønn mann burtur, sum kemur fyri hansara ætlanum í Norðoyggjum, er tað rætt? ella skulu vit bara hyggja at? og hvat fær Norðoyggjar burturúr, at okkara firðir vera dálkaðir og alt livandi doyr, har alingin er? Hví kunnu hummarafiskarar ikki hava onkur økir at fiska á og hvussu stórir ætlar Regin Jacobsen at vera? hevur hann ikki fingið nokk enn? men eg skal minna hann á, at hann fær ongar pengar við upp til himmals og hansara dagar eru taldir, júst sum okkara dagar eru taldir. Her viðmerking frá Sólarn Isaksen, sum nú má gevast at reka hummarafiskiskap vegna Bakkafrost og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:

“So hendi tað ið eg var bangin fyri. HFS hevur sent mar ein mail hvar teir siga at, og eg siterið, flyta alla hummaraútgerðina av økinum HJÁ bakkafrost í haraldsundið innan mánadagin 15/07-2019 annars takað vit onnur stig, og tað verður at, vit útvega fartøj at flyta hummaraútgerðina og tú skalt gjalda. Hettar eru hægstu minduleikar tá teir eru bestir, bakkafrost hevur fyngið loyvið frá HFS at ala í haraldsundið uttan at spyrja teir ið fiska hummara har, og vit fiskaðu hummara í haraldsundið lengt áðrenn bakkafrost byrjaði at ala har, vita eftir um nøkur ár so ferð HFS at siga at tað var nokk ikki í lagið at geva loyvið til aling á hasum staðnum, menn tá er ov seint, so eg eri sera keddur í kvøld, kanska mótparturin svevur betrið frá nú av 🙁 :-(“

Hetta er also ikki rætt. Veit væl, at her eru milliónir uppá spæl, men Regin Jacobsen hevur also fingið nokk frá Norðoyggjum og hava Norðoyggjar fingið seg dekkaðan inn peningaliga og umhvørvisliga?, nú hvør fjørður verður hunddálkaður? ella kann Bakkafrost vinna 100tals milliónir í Norðoyggjum og bert skattakrónirnar hjá arbeiðsfólkunum her norðuri enda í Kommunukassunumi? ella kann onkur upplýsa News.fo og Norðoya Portalinum, hvussu alt hongur saman og hvussu nógv okkara Kommunur fáa burturúr at hava Bakkafrost á øllum okkara firðum?

SáH

Comments

​Stjørnan og Polarhav landa 200.000 pund av gullaksi til Kósina

10/7/2019

Comments

 
Billede
Tíðliga í morgun komu Stjørnan og Polarhav aftur. Teir byrjaði túr 5. juli og hava trola undir Føroyum.

Landa verður júst nú til Kósina. Teir hava 200.000 pund av gullaksi.

Allur gullaksurin ferð til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

SáH 

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.