NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Endiliga...- Enn fleiri royndir út í cockpittið.

30/11/2021

Comments

 
Picture
Flogskiparafelag Føroya hevur víst á, at Atlantic Airways valdi royndastu pilotarnar frá, tá fýra pilotstørv herfyri vóru sett, og at avtalan um setanaðartilgongd ikki var fylgd í hesum sambandi.

Tað sær nú út til at Atlansflog hevur lurtað eftir okkum. Felagið hevur júst sett ein av uppsøgdu flogskiparunum aftur í sáttmálasett starv. Viðkomandi var ovastur á starvsaldur-listanum yvir flogskiparar og var sostatt millum teir royndastu, tá hann vegna Covid-19 eina var uppsagdur í juni 2020.

Flogskiparafelag Føroya fegnast um avgerðina. Starvsaldurin verður virdur og dugnaligir flogskiparar við maksimum fakligum royndum koma út aftur í cockpittið – hetta er gott!

Setanaðartilgongdin er tó framvegis ikki í lagi. Flogskiparafelagið virkar tí miðvíst fyri at allir pilotar, sum vóru uppsagdir frá Atlansflog vegna Covid-19 eina, fáa boði starv aftur, áðrenn felagið setur nýggjar/aðrar pilotar í starv.

Flogskiparafelag Føroya FAPA

Comments

TEKNISKUR STJÓRI TIL KLAKSVÍKAR KOMMUNU

24/11/2021

Comments

 
Picture
Ert tú okkara nýggi stjóri? Brennur tú fyri leiðslu, og ynskir tú at hava ein týðandi leiklut í menningini av Klaksvíkar kommunu?

Starvið sum tekniskur stjóri er spennandi og avbjóðandi. Saman við leiðsluni, borgarstjóra og býráðspolitikarum, og ikki minst starvsfólkunum á tekniska økinum, stendur tú á odda fyri at røkka teimum málum, ið kommunan setur sær.
Søkt verður eftir einum stjóra, sum við virkisfýsni gongur á odda fyri tekniska økinum, ið er mannað við dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki. 

Arbeiðsøkið
Á teknisku deild eru tvey høvuðsøki: umhvørvi og býarskipan, sum fevnir um byggi- og býarplanlegging, býarskipan, byggimálsviðgerð, umhvørvi o.a. og tekniska økið, sum fevnir um vegir, ljós, kloakkir, fastognir, vatn, o.a.

Arbeiðsuppgávur 
Tekniskur stjóri skal saman við leiðsluni mynda deildina, leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. 
Í gerandisdegnum merkir tað, tað at borgarin í Klaksvíkar kommunu fær eina tænastu á høgum stigi. 
Sum tekniskur stjóri er samskifti við starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar umráðandi.  Tað er ein fyrtreyt, at umsøkjarar hava góðar samskiftisførleikar. 
Sum stjóri hevur tú ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av teknisku deild umframt at vera partur av leiðslutoyminum saman við kommunustjóra, vinnu- og mentanarstjóra og trivnaðarstjóra.

Høvuðsuppgávur eru millum annað at:
Leiða og menna teknisku deild
Tryggja, at politiskar avgerðir verða framdar í verki
Leiða langskygt og strategiskt
Hava fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd av tekniska økinum
Ráðgeva leiðslu og býráði í tekniskum, býarskipanarligum og umhvørvisligum málum
Tryggja góða fyrisiting og tænastur til borgarar og samstarvsfelagar
Ganga á odda, soleiðis at umsitingin verður í fremstu røð á avvarðandi ábyrgdarøkjum
Tryggja góða stýring og leiðslu av verkætlanum og greiða kunning til býráðið og leiðsluna um støðuna og gongdina í raðfestum verkætlanum 

Umráðandi er, at tú hevur:
Leiðsluatferð, sum mennir starvsfólkið og skapar trivnað
Royndir í fíggjarstýring og hegni at fremja effektiviseringar og skipa greiðar mannagongdir 
Góðar fyrisitingarligar og málsligar førleikar
Gott strategiskt skil og framskygda leiðslutilgongd
Nýhugsandi tankagongd, ert virkisfús/ur og dugir at seta greið mál og skapa úrslit
Góð evni at raðfesta, samskipa og avhanda uppgávur
Vilja og dirvi at taka avgerðir og at standa við tær
Góðar førleikar at samskifta greitt 
Góð evni at leiða verkætlanir og tryggja, at tær verða framdar
Álitisvekjandi atburð og ert tænastusinnað/ur 
Umsøkjari, ið verður settur, skal hava gott innlit í tær treytir, sum eru galdandi í einari kommunalari umsiting.
Væntað verður, at umsøkjari hevur viðkomandi royndir at leiða verkætlanir. Eisini verður væntað, at umsøkjari hevur innlit í tekniska økið. 

Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarin hevur vilja og hegni at ganga á odda, og at hann saman við leiðslu og starvsfólkum megnar at røkka settum málum.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú kemur at verða partur av einum royndum og eldhugaðum toymi á teknisku deild, ið leggur dent á at loysa uppgávur skjótt og væl. 

Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava:

Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi royndum
Leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum  
Umsøkjarar verða mettir eftir leiðsluligum, fakligum og persónligum førleikum.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelagi Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.  Stjórin hevur tilvísing til kommunustjóran.
Talan er um áramálssett starv - 5 ár. Latin verður ein áramálsviðbót.

Umsóknarfreistin er mánadagin 6. desember kl 12.00.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: "Tekniskur stjóri til Klaksvíkar kommunu".

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Rasmussen, kommunustjóra, tel. 224021, [email protected]. 

Starvið verður sett 1. februar 2022 ella eftir nærri avtalu. 

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Vit kunnu vaksa við KST

21/11/2021

Comments

 
Picture
Møguleikarnir hjá føroyska samfelagnum at vaksa gjøgnum átøk innan kunningar- og samskiftistøkni eru bæði stórir og fjølbroyttir.

Hetta var greiða niðurstøðan á fimta fundinum hjá Vakstrarforum, tá ið kunningar- og samskiftisbólkurin (KST) legði fram sína frágreiðing fyri Vakstrarforum. Í frágreiðingini leggur bólkurin fram 28 ítøkilig tilmæli innan KST menning, sum kunnu vera eitt íkast til burðardyggan vøkstur í Føroyum.

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og formaður í bólkinum, vísti millum annað á, at størsta avbjóðingin í løtuni er, at vit mangla útbúgvin KT-fólk í Føroyum.

Løgmaður takkaði bólkinum fyri eitt gott arbeiði.

"Eingin ivi er um, at vøkstur og menning innan kunningar- og samskiftistøkni, fara at verða við til at loysa nógvar av teimum avbjóðingum, sum vit møta í framtíðini. Til dømis í mun til grøna skiftið og avbjóðingar á eldraøkinum og øðrum vælferðartænastum. Samstundis er útflutningur av KST vørum og tænastum ein upplagdur møguleiki hjá einum fjarskotnum samfelag sum okkara, segði løgmaður Bárður á Steig Nielsen eftir framløguna.

Í KST bólkinum sita Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni (formaður), Ulla Joensen, stjóri á Elektron, Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, Annika Mittún Jacobsen, deildarstjóri á ATP, Jákup Lamhauge, strategiskur stjóri á GlobeTracker og Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum (skrivari).

Tríggir nýggir arbeiðsbólkar farnir til verka

Vakstrarforum brúkti eisini fundin til at sjóseta arbeiðið við trimum øðrum vakstrarøkjum. Ferðavinnubólkurin, við Annleyg Lamhauge frá Visit Faroe Islands á odda, fer at lýsa møguleikar fyri burðardyggum vøkstri innan ferðavinnuna. Veitaravinnubólkurin, har Esther Dahl er forkvinna, fer at hyggja at møguleikum fyri vøkstri innan maritimar veitaravinnur. Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarbólkurin, við Ingibjørg Berg sum forkvinnu, fer at hyggja nærri at teimum førleikum, sum framtíðararbeiðsmarknaðurin og vælferðarsamfelagið fara at hava brúk fyri.

Allir arbeiðsbólkarnir verða lidnir við arbeiði fyrst í komandi ári.

Næsti fundur í Vakstrarforum verður í januar.

Les meira um Vakstrarforum á www.vakstrarforum.fo

Løgmansskrivstovan

Comments

​Jólamerkini 2021 við blómuprýddum seyði

4/11/2021

Comments

 
Picture
​Jólamerkini 2021 við blómuprýddum seyði

Ágóðin frá jólamerkjum fer beinleiðis til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum

Hvørt ár ger jólamerkjagrunnurin mun fyri føroysk børn og ung. Posta gevur á hvørjum ári út jólamerki, har ágóðin av søluni fer óskerdur í Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung.

Í fjør varð stuðul latin Barnabata og LGBT áljóðandi í alt kr. 290.000.  Jólamerkjagrunnurin handaði í 2020 Barnabata kr. 200.000 til jólahjálpina, sum fór beinleiðis til føroysk børn í fátækraváða. Jólamerkjagrunnurin veitti í 2020 LBGT+ 90.000 kr. til verkætlanir til at betra um sálarheilsuna hjá ungum føroyskum LGBT’arum, og var stuðulin oyramerktur til miðvíst at arbeiða við sjálvhjálparbólkum í LGBT høpi.

Í ár mynda jólamerkini blómuprýddan seyð. Hetta eru myndir sum Harriet Olafsdóttir hevur tikið av seyði, sum hon hevur prýtt við blómum. Harriet er bóndi, íverkseti og arbeiðir eisini sum myndafólk.

Trý jólakort við fittum myndum úr jólamerkjunum eru eisini givin út. Tey verða seld sum sett við bjálvum.​

Ársmappan við øllum ársins frímerkjum og árbókin, sum umframt frímerkini eisini sigur søgurnar handan frímerkini, eru eisini komnar.

Tær kosta ávikavist 560 og 598 kr. Árbókin er á donskum, enskum og týskum og hóskar seg væl sum gáva til vinir og kenningar uttanlands.

Jólamerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni www.stamps.fo

Fimtan merki eru í arkinum, sum kostar 30 kr.

Posta

Comments

Avtala undirskrivað um nýggja skipan fyri útlendskari arbeiðsmegi

4/11/2021

Comments

 
Picture
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, og Mattias Tesfaye, danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum, hava í dag undirskrivað avtalu um eina nýggja skipan fyri útlendska arbeiðsmegi – ein sonevnd fast-track skipan.

“Eg fegnist um, at vit á hendan hátt kunnu gera tað lættari hjá føroyskum vinnulívi at fáa fatur á neyðugu arbeiðsmegini. Somuleiðis haldi eg, at tað er týðandi, at vit alla tíðina royna at gera okkara fyrisiting so smidliga sum gjørligt”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.

Fast-track skipanin
Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lágt, og Búskaparráðið hevur mælt til at økja um atgongdina til útlendska arbeiðsmegi, annars fer hendan støðan at tálma búskapinum óneyðugt.

Nýggja fast-track skipanin gevur nú øllum vinnugeirum í Føroyum møguleikan at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. úr londum, sum ikki eru í ES. Áður hevur tað verið so, at bara fiskavirki kundu fáa ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum. Serliga er tað innan tænastu-, gistingar- og matstovuvinnuna at tørvur er á arbeiðsmegi.

Harumframt eru m.a. hesar broytingar í mun til verandi skipan:

Arbeiðsgevarar skulu undangóðkennast. Hetta ger Útlendingastovan, sum m.a. skal fáa váttan fyri, at útlendska arbeiðsmegin fær setanarbræv sambært føroyskari lóg, at lønin er eftir føroyskum sáttmála, og at arbeiðsumstøðurnar annars eru á støði við føroysk viðurskifti.

Smidligari umsiting og stytt viðgerðartíð. Føroyskir og danskir myndugleikar hava sett sær sum mál, at fullfíggjaðar umsóknir um undangóðkenning skulu verða avgreiddar eftir í mesta lagi 10 døgum, og at fullfíggjaðar umsóknir um arbeiðsloyvi skulu verða avgreiddar eftir í mesta lagi 30 døgum.

Fokus á eftirlit. Fakfeløgini hava víst á, at tað er týðandi, at eftirlit er við at útlendska arbeiðsmegin arbeiðir og verður lønt sambært føroyskum sáttmálum. Til tess at tryggja hetta, hevur Styrelsen for international rekruttering og integration (SIRI) eins og nú eftirlit við, at føroyskir sáttmálar verða hildnir. Eisini verða eftirlitsvitjanir gjørdar fýra ferðir um árið, har Arbeiðseftirlitið, TAKS og løgreglan kanna um viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini eru í lagi.

Nýggja skipanin fer at virka frá 18. november.

(Sí nærri á www.uvmr.fo/www.UVMR.fo, har avtalan verður meiri nágreinað)

Umhvørvis-og Vinnumálaráðið

Comments

MEST gav manningini á Gadus eina kurv fyri at KÍ gjørdist meistarar 2021

2/11/2021

Comments

 
Picture
​Havnafólk eru slett ikki so galin kortini.

Tá ið Gadus kom til Tórshavn í dag, fekk manningin eina stóra kurv og har var ein heilsan frá MEST og har stóð “Hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum hjá KÍ”.

Gadus er nú farin á beding hjá skipasmiðjuni MEST og væntandi fara umvælingarnar at taka umleið 4 vikur.

Rokni við at kurvin kemur væl við hjá teimum.

​SáH

Picture
Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.