NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Søk stuðul frá Føroyagrunninum

25/8/2021

Comments

 
Picture
Føroyagrunnurin bjóðar fólki at søkja stuðul til ávís endamál umvegis heimasíðuna foroyagrunnurin.fo 

Sambært § 4 a í viðtøkunum fyri Føroyagrunnin kann partur av rakstraravlopinum hjá grunninum nýtast til: “Vinnuútbúgving hjá ungum føroyingum til stuðul og/ella til íðnaðarroyndir innan fiskivinnu, handverk, ídnað, marknaðarkanningar og slíkt.” Víðari stendur í § 5: “Styrkur kann bert veitast eftir umsókn. Stýri grunsins tekur avgerð um, hvør skal fáa veitingar og ger somuleiðis av støddina og treytirnar fyri hesum.”
  
Umsóknir um stuðul verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Umsóknarfreistirnar eru 15. mars og 15. september. 

Samlaða tøka stuðulsupphæddin til umfarið tann 15. september 2021 er upp til kr. 500.000. Stýrið tilskilar sær rætt til ikki at útluta alla upphæddina, um tað ikki eru nóg nógvar skikkaðar umsóknir. 

Umsóknir skulu skrivast í oyðublaðið, sum finst á foroyagrunnurin.fo/studul

Kravd fylgiskjøl til umsóknir eru: Verkætlanarlýsing, fíggjarætlan, tíðarætlan og CV. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, tó undantikið stuðul til skúlagjald. Umsóknir, sum ikki eru fullfíggjaðar, kunnu verða avvístar.

Stuðul kann latast til: 
1, Vinnuútbúgving
2. Ídnaðarroyndir
3. Annað

Dømi:
1. Stuðul til vinnuútbúgving kann til dømis hugsast at vera skúlagjald til vinnutengdar útbúgvingar á serliga viðurkendum skúlum, har tann almenni stuðulin, sum fæst, ikki strekkir heilt til. Annað dømi er lutvísur stuðul til vinnu ph.d.-útbúgvingar. Stuðulsupphæddin, sum verður latin sum ein eingangsjáttan, kann vera upp til 50.000 til skúlagjald og upp til 150.000 til vinnu ph.d.
2. Við ídnaðarroyndir skal skiljast vinnuroyndir í víðastu merking. Stuðul til ídnaðarroyndir kann til dømis hugsast at vera til nýggj átøk og royndir, sum kunnu skapa arbeiðspláss og vøkstur og/ella, sum kunnu kveikja áhuga og kunnleika serliga hjá ungdómi til ídna. Hetta kann vera kring alt landið. 
3. Í undantaksføri kann stuðul latast til annað enn 1 og 2, um so er, at tað verður mett á onkran hátt at vera fevnt av orðingunum í §4 a, uttan at fella beinleiðis undir 1 ella 2.

Um Føroyagrunnin
Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls: 
- at eiga partapening í JFK
- í tann mun fíggjarligu umstøður grunsins loyva tí at veita stuðul sambært §4 í viðtøkunum 
- Harumframt kann grunnurin seta á stovn og reka vinnurekandi partafeløg.

Í 2001 setti Føroyagrunnurin á stovn partafelagið Norðoya Íløgufelag. Endamál felagsins er at eiga partabrøv og onnur virðisbrøv, útlán, handil og annað starv í hesum sambandi.

Les meira á www.foroyagrunnurin.fo 

Comments

HANDILSHØLINI Á BISKUPSTORGI LATIN UPP

19/8/2021

Comments

 
Picture
Tann var sannur veitsludámur við hornblástri og røðum, tá móttøka var fyri innbodnum í samband við at nýggju, snotiligu handilshølini á biskupstorgi lótu upp fyri fyrstu ferð í dag. Handlarnir høvdu veruliga spíla seg út við vøkrum handilsgluggum, og var tað ein fegin borgarstjóri, sum kundi ynskja handilseigarunum blíðan byr við virkseminum, nú latið var alment upp kl. 14.00 í dag.

Karl Johansen, borgarstjóri, og Osbjørn Jacobsen, arkitektur, hildu røður. Osbjørn hugleiddi m.a. um arbeiðsgongdina við verkætlanini meðan borgarstjórin fegnaðist um, at klaksvíkin hevur fingið eitt miðpunkt, sum bindur eystara og vestara arm saman, og sum vónandi fer at skapa eitt samband og ein natúrligan streym gjøgnum býin.

Vit endurgeva her røðuna, sum borgarstjórin helt:

Góðan dag, øll somul

Enn ein verkætlan komin á mál!

Hetta er ein stórur dagur. Ikki einans hjá tykkum, sum fyri fyrstu ferð sleppa at bjóða viðskiftafólkum inn í tykkara nýggju, snotiligu handilshøli, men eisini fyri allar borgarar í kommununi, sum í longri tíð hava bíða spent eftir hesum degi.

Vit skulu nógv ár aftur í tíðina fyri at finna fyrstu hugskotini um ein miðbý í Klaksvík. Hugskotini hava verið mong, og uttan iva eisini skilagóð, men hugskotið gjørdist fyrst veruligt, tá ið spakin var settur í útbyggingina í miðbýnum í Klaksvík á heysti í 2014.

Tøkini hava verið tung, men hvørja ferð eitt mál hevur verið rokkið – her kann eg nevna íbúðirnar, BankNordik og skoytubreytin, so hava borgarar í býnum trúð uppá, at fyrr ella seinni fáa vit ein miðbý.

19. august 2021 bleiv dagurin, har klaksvíkin fekk ein miðbý.

Hetta er eitt stórt fet, og avgjørt eitt íkast til okkara lokaløkið, sum undir hesum karmum kann skapa trivnað. Bæði hjá teimum sum búgva í Klaksvík, men eisini hjá teimum vitjandi.  

Handilslívið, sum longu er so ríkt í býnum, verður í dag víðkað, og tað er sjálvsagt gleðiligt.

Tað er ongin loyna, at eg eri av tí sannføring, at kommunan ikki hevur til uppgávu av at byggja og reka handilshøli.

Men tað merkir ikki, at eg ikki fegnist um, at verkætlanin endiliga er komin á mál.

Eg eri sera errin av stríðsviljanum og stóra arbeiðsavrikinum, sum hevur verið lagt í at fáa hetta liðugt.

Handilseigarar og arbeiðstakarar hava kýtt seg, og hava veruliga lagt seg eftir at fáa eitt gott úrslit. Og tað má eg siga. Her er virkuliga blivið flott og innbjóðandi.

Hjartans tøkk eiga tit fyri tað.

Hóast handilslívið í Klaksvík altíð hevur verið ríkt og spennandi, so havi eg eina trúgv um, at hetta miðpunktið, sum bindur eystara og vestara arm saman, fer at skapa eitt samband og ein natúrligan streym gjøgnum býin.

Tað er sostatt mín vón, at hendan íløgan fer at gagna øllum pørtum, og at økið her í miðbýnum støðugt fer at mennast til eitt livandi umhvørvi.

Góðu tit øll!

Orðafellið sigur “Fram kemur tann, ið hóvliga fer”.

Nú eru vit komin fram, og tað er fantastiskt.

Stóra takk fyri tykkara tolsemi í samband við hesa verkætlanina, sum eg vóni fer at vera til gagns fyri bæði vinnulív, íbúgvar á biskupstorgi, borgarar í býnum og vitjandi. Eisini ein tøkk til umsitingina og Klaksvíkar býráð, sum hava lagt nógva orku í, at fáa hesa verkætlanina at bera á mál. 

At enda fari eg at ynskja øllum hjartaliga til lukku við nýggju handilshølunum, og somuleiðis ynskja tykkum blíðan byr við virkseminum í hesum snotiliga bygningi, sum eg vóni verður eitt ríkt og savnandi umhvørvi.

Takk fyri!

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Vinnuferðin til Ísrael útsett

17/8/2021

Comments

 
Picture
Vinnuferðin til Ísrael, ið eftir ætlan skuldi vera 13.-19. oktober, er útsett.

Orsøkin er Covid-19 støðan í Ísrael, har talið av smittutilburðum er vaksandi, og er tað Delta frábrigdið, ið er fari at gera um seg har.

Smittutalið í Ísrael er í løtuni tað hægsta higartil í ár. Orsakað av hesum hevur stjórnin í Ísrael sett nýggj tiltøk í verk, sum m.a. innibera at ferðandi, eisini úr Føroyum, skulu í sóttarhald í minst eina viku við komu til Ísrael.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tí tikið avgerð um, at ferðin verður útsett til umstøðurnar aftur tala fyri eini slíkari ferð.

Meir fæst at vita við at venda sær til Áka Johansen, sendimann í Ísrael, tlf. 556116, [email protected]

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Comments

Tíggju verkætlanir fingið stuðul til gransking

11/8/2021

Comments

 
Picture
Í gjár hava umsøkjarar fingið boð um, hvørt tey hava fingið játtað stuðul frá Granskingarráðnum til verkætlanir teirra. Tað eru játtaðar tilsamans 7,450 mió. kr. til 10 verkætlanir.

Íalt 34 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um góðar 31 mió. kr. Játtanarparturin er um 30%. Helmingurin av játtanini er latin til ph.d.-verkætlanir. 

Tað er nýtilnevnda faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

Bogi Bech Jensen, formaður, sigur:

- Tað hevur verið spennandi at lisið so nógvar og ymiskar umsóknir. Sum heild eru umsøkjararnir væl skikkaðir, og umsóknirnar væl grundaðar; tí kundu vit stuðlað meira, um játtanin var til tað. Fyri at varðveita okkara kappingarføri sum land er umráðandi, at vit gera íløgur í gransking. Tí er mín vón, at gransking fær hægri raðfesting komandi árini.

Sí yvirlit yvir stuðlaðar verkætlanir:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/tiggju-verkaetlanir-fingid-studul-til-gransking/

Granskingarráðið

Comments

UPPRUDDING Á VINNU OG HAVNARØKJUNUM Í NORÐHAVNINI OG Á STONGUNUM

11/8/2021

Comments

 
Picture
Vinnu- og havnarøkini í Norðhavnuni og á Stongunum í Klaksvík verða nú ruddað. Í hesum sambandi heitir Klaksvíkar Havn á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum, um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast og í seinasta lagi 26. august 2021.

Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Klaksvíkar Havn um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað veri seg akfør, viðfestisvognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd. Er tilfarið ikki burturflutt 26. august 2021, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Er nakað ivamál í hesum sambandi, ber til at ringja til Klaksvíkar Havn á tel. 455081/215081 ella skriva eitt teldubræv til: [email protected].

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Javnaðarflokkurin reingir veruleikan

5/8/2021

Comments

 
Picture
​Skotgrøvspolitikkurin má enda! Tað kemur alt ov ofta fyri, at andstøðuflokkarnir reingja veruleikan.

Seinasta dømi um tað er skrivið hjá Javnaðarflokkinum, har tey siga seg ikki taka undir við ætlanunum hjá samgonguna at privatisera SEV.

Tykkum nýtast ikki at stúra – SEV verður ikki privatiserað. Tað hevur ongantíð verið ætlanin!

Eins og nú, fer SEV framhaldandi at framleiða streym burtur úr orkuverkum og vatnorku. Tí er tað skeivt, tá Javnaðarflokkurin sigur, at vit missa ræði á grundleggjandi samfelagsligum økjum. Tað gera vit ikki.

Men framyvir kunna privat feløg framleiða streym inn á netið hjá SEV, sum vunnin burtur úr vindorku.

SEV kann eisini gjøgnum onnur felag bjóða uppá verkætlanir viðvíkjandi framleiðslu av streymi burtur úr vindorku.

Vit hava skilt, at SEV longu hevur stovnað eitt interkommunalt felag til endamálið. Tað gjørdi Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, greitt í útvarpinum. Also eingin privatisering. Tað verður ongin ognarlutur í SEV privatiseraður.

Nýggja kommunala felagið, sum skal arbeiða eftir marknaðartreytum, skal arbeiða sjálvstøðugt av SEV, og tí slepst undan illgitinugum um armslongd og manglandi gjøgnumskygni, og at SEV hevur buktina og báðar endarnar í samband við útboð av vindmyllum.

«Landsstýrið ætlar, at privatar fyritøkur, ofta við útlendskum eigarum, nú skulu einsamallar og uttan kapping frá SEV at leggja seg á alla vindframleiðsluna í Føroyum» - sigur Javnarflokkurin í skrivinum.

Hetta eru somu illgitingar og reingjan av veruleikanum, sum vit tíverri síggja alt ov ofta. Tað einasta vit vilja er at fáa eina gjøgnumskygda kapping millum javnt stillaðar partar, so besti prísurin fæst fyri brúkaran.

Vit tí leisti, sum nú er avtalaður, verður gjørligt at náa málsetninginum um, at el-framleiðslan í Føroyum í nógv størri mun skal koma frá grønum orkukeldum.

At Javnaðarflokkurin er ímóti ætlanunum hjá samgonguni er sín sak, men brúkið sakligar grundgevingar í kjakinum.

Christian Andreasen

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.