Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Klaksvíkar Havn um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað veri seg akfør, viðfestisvognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd. Er tilfarið ikki burturflutt 26. august 2021, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.
Er nakað ivamál í hesum sambandi, ber til at ringja til Klaksvíkar Havn á tel. 455081/215081 ella skriva eitt teldubræv til: [email protected].
Klaksvíkar Kommuna