Majestic Mærsk er 400 metur langt, hæddin er 73 metrar og 59 metur breitt. Hetta risa stóra skip, tekur heili 18.000 bingjur og hevur ein hug at keypa eitt slíkt skip, so kostar tað 1.033.293.000 krónir, nakað minni enn ein undirsjóvartunnil á Skálafjørðinum.
Nógv fólk hava verið og hugt eftir skipinum við Langelinie, íalt 225.000 og 49.500 hava verið so heppin, at tey sloppu umborð at hyggja.
Majestic Mærsk ferð at sigla ímillum Europa og Asien, har høvuðshavnin í Danmark verður Århus. Í Danmark er ikki sum í Føroyum, har er frí kapping ímillum havnirnar, tí har er man ikki tvingaður at uppskipa alt í høvuðsstaðnum, á sama hátt sum í Føroyum. Hetta átti okkara politikkara lært eitt sindur av.
SáH