NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Einstáttað grein um Hanus Hansen í SOSialinum !!!

28/8/2014

Comments

 
Picture
Yvirskriftin í Sosialinum mikudagin tann 27. august varð: "Fiskað fyri eina milliard: Null krónur í skatti" har skrivarin Marjun Dalsgaard samanber skipið Næraberg við skipini Finnur Fríða, Tróndur í Gøtu og Norðborg.

Greinin skrivar um partafelagsskattin hjá Næraberg, sum er null krónur og ikki um hvussu nógv tey 32 - 34 fólkini umborð hava goldið í skatti um árið.

Greinin hevur bert eitt endamál, eftir mínum tykki og tað er at skaða Hanus Hansen. Eisini haldi eg at greinin luktar av tí, sum mangir føroyingar lýða av: nevniliga øvundsjúku.

Greinin nevnir lítið og onki um, at undir Hanus Hansen arbeiða áleið 700 føroyingar og skal undirritað taka seg sjálvan sum dømið, so tjendi eg áleið 600 - 700.000,00 umborð á Næraberg í 2010/2011 og betalti eg allan skattin í Føroyum. Og tekur tú eina miðal ársinntøku uppá 250.000,00 kr og faldar hetta við 700, so gevur tað eitt úrslit uppá góðar 175.000.000,00 kr og í skattapeningi (35%) gevur hetta Landskassanum góðar 61 milliónir krónir um árið. 

Tað eru mong fólk í Norðoyggjum, sum eru sera takksom fyri tað arbeiðið, sum Hanus Hansen hevur gjørt fyri Norðoyggjar - inkl. eg sjálvur. Uttan Hanus Hansen, so hevði eg ongantíð havt møguleikan, at silgt við heimsins besta skipið, saman við heimsins bestu manning, nemliga Næraberg. Kanska sær skipið ikki so væl út uttan, men tað skipið hevur so sanniliga eisini eina sál - sum eg mangan leingist eftir.

Hanus Hansen stendur eisini aftanfyri Kósuni, har mong arbeiða - sum kanska høvdu verið í ALS, um tað ikki varð fyri hann. At bert at fara eftir einum manni við einum endamálið fyri at skaða hann - gevur onga meining. Fyri at málað eina mynd, so mást tú brúka alskyns farvur ikki bert tí svørtu. 15 skip hoyra til JFK Trol og áleið 700 fólk hava arbeiðið, grunda av Hanus Hansen og mær vitandi, so gjalda øll hesu fólkini skatt í Føroyum, so kanska tað hevði verið uppá sítt pláss - at Sosialurin eisini roknaði út, hvussu nógvan skattapening Hanus Hansen hevur forvunnið føroyingum og Føroya landi.

Eg vil persónliga takka JFK Trol og Hanus Hansen fyri tíðina umborð á Næraberg í 2010/2011 og eisini vil eg nýta høvið, at biðja fjølmiðlar kring Føroya land, at fara væl um okkara sjófólk, sum vit hava eftir. Uttan okkara sjómenn og reiðarar, sum dagliga stríðast fyri okkara land, so høvdu vit ikki megna stríðið ímóti fátækadøminum.

JáH (y) 29.08.2014

Comments

Mary Mærsk við Klaksvíkingum Thorvald Hansen sligið verðinsrekord

27/8/2014

Comments

 
Picture
Havi altíð sagt tað. Skáltafrensarnir eru nakað serligt.

Skiparin á hesum risa bingjuskipinum Mary Mærsk, sum fyri stuttari tíð síðani, hevur sligið verðinsrekord, er nevnliga Klaksvíkingurin Thorvald Hansen. Onki annað skip hevur havt so nógvar bingjur við ímillum Europa og Asien, heili 17.603 bingjur.

A new world record was set recently when one of our Triple-E vessels carried the
highest ever number of containers between Europe and Asia:

Les alla greinina her og síggj filmsklippi, klikk link her: http://maersklinesocial.com/mary-maersk-sails-from-algericas-with-17603-teus-sets-a-world-record/?sf30040519=1 Vit ynskja Thorvaldi við manning, stórt tillukku.

SáH

Comments

Klakkur til fiskiskap aftur

22/8/2014

Comments

 
Picture
Í gjárskvøldið beint fyri kl. 18.00 fór Klakkur nýggjan túr.

Klakkur hevur gjørt nakrar umvælingar tað seinasta tíðina, eftir at teir komu við fullari last til Klaksvíkar tann 23. juli úr Eystur Grønlandi. Sostatt hava teir næstan ligið ein mánað við bryggju.

Ætlanin er at royna undir Føroyum hendan túrin.

SáH

Comments

Nógv fólk vóru og søgdu farvæl við Gadus ímorgun

21/8/2014

Comments

 
Picture
Nógv fólk vóru og søgdu Gadus farvæl ímorgun, mest familja og vinir. Her nógvar myndir av fráferðingini hjá Gadus.

SáH

Comments

Ólavur og Ólavur á kajuni ímorgun

21/8/2014

Comments

 
Picture
Ein stoltir skipari við lítla Ólavur í føvninginum á kajuni ímorgun.
 
Vit lata myndirnar tala fyri seg og ynskja gamla Ólavi við manning ein skjótan og góðan túr.

SáH

Comments

Gadus avstað ídag kl. 10.30, leiðin gongur í Barentshavið

21/8/2014

Comments

 
PictureGadus áveg út eftir vánni tann 21.08.2014
Trolarin Gadus hevur ikki ligið leingi við kaj hesuferð. Teir komu til Klaksvíkar tann 13. august og eri nú longu áveg aftur til Barentshavið.

Skiparin hendan túrin er Ólavur Biskopstø og hann var ein stoltir skipari, nú abbasonurin Ólavur segði honum farvæl á kajuni, les meira arðrastaðni á Portalinum.

Vit ynskja manning og skipara ein góðan og skjótan túr.

SáH

Comments

Gadus júst komin aftur til Klaksvíkar við fullari last

13/8/2014

Comments

 
PictureMynd tikin tann 13.08.2014 kl. 12.45
Klokkan 12.45 kom Gadus spakuliga siglandi inneftir Vánna, eftir at teir hava verið eystanfyri og fiska, tað mesta í norskum sjógvi.

Gadus hevur fulla last, góð 770 tons.

Nógv fólk tóku ímóti Gadus, nú teir hava verið burtur síðani 7. juni.

Skipari á hesum túrinum var Brandur Joensen.

Væntandi ferð Gadus aftur túr um góða viku ella kanska teir fáa Sjómannadagin við, sum verður næsta vikuskiftið.

 Vælkomnir heim.


SáH


Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.