NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

1000 tons av asfalti til Skopunar

24/7/2016

Comments

 
Billede
Seinastu vikuna eru 1000 tons av asfalti flutt út á Sandoynna í samband við at fleiri vegir eru asfalteraðir í Skopun. Entreprenørfelagið Kreton hevur staðið fyri arbeiðinum fyri Skopunar kommunu, og eftir bert eina viku er arbeiðið liðugt.
 
Fraktskipið Tinganes varð leigað til at sigla stóru mongdina av asfalti út til Sandoynna, tí tað hevði verið trupult við verandi farleið at koyrt so nógv asfalt út til oynna.
 
- Hetta var ein stór og spennandi uppgáva við stórum fíggjarligum vága, tí so nógv asfalt skuldi keypast í einum, sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton. Men vit hava arbeitt dag og nátt, og arbeiðið hevur gingið stak væl.
 
Nýasfalteraðu vegirnir eru ikki asfalteraðir í 20 ár, so tørvurin á nýgerð var stórur.
 
- Arbeiðið hevur gingið bæði skjótt og væl, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun. Tað tók ikki meira enn eina viku at gera fleiri vegir í bygdini, so vit eru væl nøgd við samstarvið við Kreton.
 
Eftir summarferiuna skal Kreton aftur til Skopunar at asfaltera vegin oman til ellisheimið og innkoyringina til bygdina.

Comments

Gadus kom á Klaksvík klokkan 07.00 ímorgun

24/7/2016

Comments

 
Billede
​Norðoya Portalurin tók ímóti Gadus ímorgun klokkan 07.00.

Kl. 06.45 sæst ikki yvir um víkingina, men beint fyri kl. 07.00 lætti mjørkin og Gadus legði at bryggju í aller fagrasta veðrið.

Nakað av fólki var á kajuni, men ikki so nógv sum tað plagar, kanska tí, at tað var so árla á morgni.

Gott lag á monnum, nú teir koma aftur við fullfermdur skipi og hildu teir orð, tá ið teir søgdu, tá teir fóru eystureftir beint fyri Norðoyastevnu  "at vit vera aftur áðrenn Ólavsøku" og so var.

Væntandi ferð Gadus aftur til fiskiskap mikudagin. Skipari hendan túrin var Brandur Joensen og mikudagin verður tað Ólavur Biskopstø.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

SáH

Comments

Fólkatalið er vaksið 616 síðsta árið og komið upp á 49.445

22/7/2016

Comments

 
Billede
Fólkatalið var 49.445 tann 1. juni í ár og er vaksið við 616 fólkum síðani juni í fjør. Tað svarar til 1,3%. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið síðani 2002.

Vøksturin í fólkatalinum kemur í fyrsta lagi av eini nettotilflyting á 362, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í øðrum lagi av einum burðaravlopi á 254, ið er munurin millum fødd og deyð, so sum myndin niðanfyri vísir. Meðan burðaravlopið er sum í miðal síðstu tíggju árini, er nettotilflytingin tann størsta síðstu fjúrtan árini.

Aftast í greinini er yvirlit við broytingini í fólkatalinum frá 2010 til 2016 í øllum teim 116 bygdunum og býunum í teim 30 kommunnuum í laninum, og hagtalsmynd við broytingini í bygdum og býum frá 2000 til 2016.

Les meira HER

Kelda: Hagstovan

Comments

Fiskamarknaðurin aftur selt makrel- og sildakvotu á uppboðssølu

21/7/2016

Comments

 
Billede
Fiskamarknaðurin seldi í dag 3.500 tons av makrelkvotu fyri ein miðalprís á 3,82 kr/kg og 2.000 tons av sildakvotu fyri ein miðalprís á 3,58 kr/kg.
Fyri makrelin vóru tað fimm skrásettir boðsgevarir, ið luttøku á uppboðssøluni og tríggir av hesum vunnu boð. Fyri norðhavssild vóru tað fýra skrásettir boðsgevarir, ið luttóku á uppboðssøluni og tveir av hesum vunnu boð.

Les meira HER

JáH (y) 21.07.2016
Kelda: Løgtingið


Comments

Fyrstu stykkini klár at bjóða út

20/7/2016

Comments

 
Billede
Tórshavnar kommuna fer í næstum at luta út 48 grundstykki í nýggjari útstykking undir Kongavarða. Í hesum sambandi verða skriv send umsøkjarum á bíðilistanum til stykki á Argjum um at boða frá, um teir hava áhuga í at vera við í tillutanini.

Til ber ikki at skriva seg upp á bíðilistan nú, tí býráðið hevur samtykt at avtaka skipanina við bíðilistum, tá útstykkingin undir Kongavarða og tann í Kollafirði eru avgreiddar. Eftir hetta verður farið til aðra skipan, har umsøkjarar kunnu skriva seg upp til lutakast um grundstykkini, so hvørt sum útstykkingarnar verða framdar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini siga báðir, at um tørvur og áhugi er, so verður hildið fram og umleið 50 grundstykki verða gjørd byggibúgvin aftrat. T.v.s., at samanlagt kann verða talan um umleið 100 grundstykki í útboði frá kommununi.

Tað er ein øgiligur aktivitetur í umráðnum - niðanfyri hesa útstykkingina verða í løtuni ikki færri enn 32 raðhús bygd eystanfyri verandi raðhús Undir Kongavarða. Talan er um 4 lonir við 8 húsum í hvørjari lon.

Kommunalu stykkini eru um 400 fermetrar hvørt, sløtt og klár til bygging, og liggja soleiðis, at øll kunnu njóta einastandandi góða útsýnið. Útstykkingin liggur omanfyri vegin, millum skúlan á Argjahamri og íbúðarblokkarnar undir Kongavarða.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, fegnast um, at verulig gongd nú er komin á útstykkingina. Nevnast kann eisini, at fyrsta dagin verður hakin settur í stóru útstykkingina í Kollafirði.

Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Gadus verður á Klaksvík leygarkvøldið ella sunnumorgunin

20/7/2016

Comments

 
Billede
Beint nú kl. 08.10 eru teir á kontroll punktinum og so verður sett beina kós á Klaksvík. Gadus fór at sigla heim ígjár og hevur Gadus fult skip, umleið 770 tons. Teir hava fiksa í russiskum sjógvi. Skiparar hava verið John Fuglø og Brandur Joensen, John teir fyrsti dagarnar og so tók Brandur yvir. 

​Gadus fór av Klaksvík tann 28. mai og væntandi vera teir á Klaksvík seint leygarkvøldið ella tíðliga sunnumorgunin.

Góðan heimreisu verður ynskt skipara og manning.

SáH

Billede
Comments

Brúkaraprístalið er lækkað 1 prosent seinasta árið

19/7/2016

Comments

 
Billede
Frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 1 prosent.

Tað eru príslækkingar á brennievni, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Í nýtslubólkinum býli er prísurin á brenniolju til húsarhald farin 22,9 prosent niður. Eisini rentan á íbúðalánum er lækkað, og samanlagt er býliskostnaðurin farin 7,1 prosent niður.

Í nýtslubólkinum flutningur eru prísirnir á brennievni til akfør lækkaðir 9,1 prosent, og samanlagt er flutningskostnaðurin farin 1,9 prosent niður.
​
Prísirnir eru eisini lækkaðir í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur, m.a. tí barnagarðspláss eru vorðin bíligari.

Les meira HER

Kelda: Hagstovan

Comments

Innflutningurin vaksin 9% og útflutningurin 14%

18/7/2016

Comments

 
Billede
Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár er virðið av innflutninginum, uttan skip, vaksin 9%. Størsti vøksturin er í maskinum og amboðum. Sama tíðarskeið vaks virðið av útflutninginum, uttan skip, 14%. Her var størsti vøksturin í alifiski.
Í nøgd minkaði útflutningurin av fiskavørum tó við 13%. Størsta minkingin var í uppsjóvarfiski við 36 mió. kr. ella 34%.

Les meira HER

Kelda: Hagstovan

Comments

Filmsklipp: Norðingur við bryggju í Klaksvík tann 17.07.2016

17/7/2016

Comments

 
Billede
Norðingur við bryggju í Klaksvík.

Filmsklipp tikið við Dronu í góðveðrinum tann 17.07.2016, sjá niðanfyri:

​SáH

Comments

​Klaksvíkar Sleipistøð selur IBERCISA el-spøl

17/7/2016

Comments

 
Billede
​Á Facebook síðuni hjá Klaksvíkar Sleipistøð hava teir koyrt myndir frá roynartúrinum hjá Beinur HG 62- ið hevur Ibercisa el-spøl frá KSS.

​Eftirsum vit eru sera lokalir, so haldi eg eisini, at okkara lesara kunnu gleðast um hesa myndirnar. Sjá myndirnar herundir.

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.