NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Elding 24 ár føðingardagsveitslu í dag

28/3/2019

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin og News.fo vóru á gátt í Elding í Klaksvík í morgun.

Nógv fólk vóru og keypti og tilboðini vóru sera góð. Eitt nú keypti eg ein externan harddisk 2TB fyri bert 599,00 kr.

Krambafólkini vóru ógvuliga blíð og tey bjóðaðu kundunum lágkaku og kaffi. Hetta skrivar Elding á sínari heimasíðu:

RIMMAR FØÐINGARDAGSVEITSLA! 🎉

Vælkomin í 24 ára føðingardagsveitslu hjá Elding Elrisanum! Hósdagin frá kl. 10 bjóða vit kaku og kaffi í Elding Tórshavn og í Elding Klaksvík! ☕️🍰

Les risa føðingardagsblaðið herr! Tilboðini byrja hósdagin kl. 10 😊

Billede

​Vit ynskja Elding tillukku og her nakrar myndir myndamaðurin hjá okkum tók í morgun.


SáH
Comments

Viðskygni, umsorgan og álit

26/3/2019

Comments

 
Billede
Mær er sýnt tað álit, at verða uppstillaður fyri Fólkaflokkin til komandi løgtingsval. Hesa váttan ætli meg mær at brúka, til at gera mun. Tað er onki at dylja yvir, at fiskivinnan hevur mist sítt álit á politisku skipanina, og hetta hevur alstóran týdning at rætta upp uppá. Hetta er ein fortreyt fyri, at fáa framskygnii og verðuligan framburð aftur í vinnuna. Men til at tryggja framburð, víðskygni og framfýsni er neyðugt við bæði vitan og gransking á økinum. Vitan skapar trúvirði og álit.

Við einum sunnum og vælvirkandi vinnulívið, megnar okkara samfelag at lyfta allar neyðugar uppgávur. Hetta er ein fortreyt fyri, at vit kunnu hava og verja eitt samfelag, við umsorgan fyri hvørjum øðrum, sum hægstu raðfesting. Umsorgan í orðsins sanna týdningi, har tað einstaka menniskja hevur hægstu fíggjarligu raðfesting. Lat ongan iva verða um, at tey gomlu, sjúku og troyngjandi skulu fáa mín dygga stuðul.

Mítt ynski er at sleppa at gera mun. Og tað krevur ein sterkan fólkaflokk í løgtingið, sum vil einar frælsar, ríkar og rúmligar Føroyar.

Pól Huus Sólstein

Comments

Norðoya Sparikassi 14,2 milliónir í avlopi

25/3/2019

Comments

 
Billede
Úrslitið eftir skatt í 2018 var eitt avlop á 14,2 mió. kr. Eginognin rentaði við 6,2 % og solvensurin var 20,5 % við árslok 2018.

Virksemið økist
Vøksturin í útlánum var 4,4 % ella 80 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.806 til 1.886 mió. kr.

Vøksturin í innlánum var 3,4 % ella 76 mió. kr. – úr 2.227 mió. kr. upp í 2.302 mió. kr. Innlánsavlopið var 416 mió. kr. við ársenda 2018.

Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum í løtuni er 5 %. Samlaða ábyrgdarfæið var við árslok 2018 kr. 20.802.000, móti kr. 19.806.000 við ársbyrjan 2018. Hetta er ein øking upp á kr. 996.000, ella 5 %.

Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2018 var yvirdekningurin í mun til lógarkravda gjaldførið 168 %.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2018 var solvensurin 20,5 % sammett við 19,2 % árið fyri.

Samanumtikið er sparikassin væl nøgdur við gongdina í 2018.

Umboðsráðsfundur verður hósdagin 4. apríl 2019. Eftir fundin verður fullfíggjað ársfrásøgn fyri 2018 tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri

Her lyklatølr fyri tey síðstu 5 árini, klikk her, “5 ára yvirlit”

​
SáH


Comments

Aftur í 60-ini!

24/3/2019

Comments

 
Billede
Tey royna at verja mislukkaðu fiskivinnunýskipanina, lógina um sjófeingi, sum setur karmar kring eina niðurlaðing av føroysku fiskivinnuni.

Lógin um sjófeingi er ein fløkja av tí aðru verð og er ófullfíggjað á fleiri økjum. At lógin longu er broytt fleiri ferðir, og at tað nú eru 37 broytingar til viðgerðar í Tinginum, eru tíðilig dømir um tað. Tær eru “uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi” (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar).

Manglandi innlit í fiskivinnuna og undarligt treiskni, har ein ikki lurtaði eftir nøkrum av tí, sum vinnan kom við, eru orsøkir til ruðuleikan.

Rakstrarrópini vóru: “Frá politiskari útlutan til marknaðargrundaða skipan”.

Veruleikin bleiv ein heilt annar.

Hóast roynt hevur verið at taka tað marknaðargrundaða (umsetiligheitina) burturúr fiskivinnuni, hevur hettar ikki eydnast, tíbetur. Tað, at rættindini eru loyst frá skipunum, hevur m.a. latið upp fyri fríari sølu ímillum tey, sum hava rættindini.

Tað er løgið at hoyra samgongufólk og onnur tosa um, at tað besta við nýggju lógini er, at keyp/søla, (tað tey rópa fyri spekulatión), er steðgað.

Tað marknaðargrundaða bleiv til eitt eksperiment við einari óbrúkuligari uppboðssølu, sum í besta føri kann samanberast við “kasino”-líknandi viðurskiftir. Síðsta dømið sóu vit tórsdagin á lukkaðari uppboðssølu.

Og ikki at gloyma, so var fari til eina skipaða politiska útlutan, sum at byrja við í tilgongdini var rópt “økiskvotur”, men seinni fekk tað meiri politiskt korrekta heitið “menningarkvotur”.

Politiska útlutanin er ein søga fyri seg. Slíkur fyrisitingarligur ruðuleiki er ikki sæddur áður. At menningarkvoturnar fyri 2018 ikki eru fiskaðar, prógvar óskilið.

Hvat mugu tey mongu hugsa, at tey blivu vrakaði av landsstýrismanninum og onga menningarkvotu fingu, tá fleiri av teimum, sum fingu menningarkvotur, hvørki fiska ella framleiða soleiðis sum upplýst var í umsóknunum og lá til grund fyri útlutanini?

Fólkaflokkurin fer ikki, sum sitandi fiskimálaráðharri, at taka givin rættindir aftur, og vit fara ikki at halda áfram við politiskari útlutan. Tað skal verða vinnan sjálv við fullari umsetiligheit, sum skal skipa tey viðurskiftini.

Fleiri av okkum vóru fyrr í ár boðin til veitslu á Tvøroyri at hátíðarhalda at nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic var tikið í nýtslu.

Upplivingin var framúr. Heimsins størsta og mest framkomna virkið (kundi ikki koma uppá tal at fáa menningarkvotur) hevur alla nýmótans tøkni, sum er tøk á marknaðinum, ið ger, at ongin fiskur verður handfarin av fólki, frá tí hann verður pumpaður úr tangunum á skipunum, til hann stendur pakkaður á frystigoymsluni. Eitt menningarátak av teimum heilt stóru.

Mótsetningurin er øgiligur. Nýggju pelagisku virkini, ið bjóða framtíðini av ímun til so at fara “aftur í 60-ini”, har fólk við handamakt lyfta fisk úr kassum upp á flutningsbond. Tað er hetta seinna tey rópa fyri “menning”.

Onki av tí, sum tey í reinari frustratión fyrigigla fólki, er veruleiki.

Tað verður ikki á hesum sinni, at eg fari at viðgerða øll brekini við nýggju lógini, men tað er áhugavert at hoyra tey grundgeva fyri at skerja rættin at fáa innlit í tað, sum gongur fyri seg í Fiskimálaráðnum.

Tey somu, sum tosaðu um opinleika hvønn dag, royna nú at krógva tað, teir fáast við við páhaldi um at verja borgaran, tí teirra atferð ikki tolir dagsins ljós.

Endamálið við einari fiskivinnulóggávu má verða, at vit fáa sum mest burturúr tí fiskiríkidømi, sum vit øll eiga. Tað gera vit ikki við at fara “aftur í 60-ini”.

Vit vóru á rættari leið og øktu útflutningsvirðið munandi. Síðan vit løgdu frá okkum, er tað gingið skeivan veg. Seinastu tølini vísa stóra minking í útflutningsvirðinum.

Vit mugu venda aftur til eina loyvisskipan, har loyvini hava 12-ára uppsagnartíð, so fiskivinnan aftur fær tryggar langtíðarkarmar. Tá fer fiskivinnan aftur at bjóða framtíðini av og gera íløgur í nýggj skip, sum saman við fríðari umsetiligheit, er lykilin til virðisøking og menning í Føroyum, til gagns fyri okkum øll.

Jacob Vestergaard 23.03.2019

Comments

BankNordik 262 mió. kr. í avlopi

5/3/2019

Comments

 
Billede
2018 var eitt gott ár hjá BankNordik-samtakinum, sum hóast avbjóðandi marknaðarumstøður stóð seg væl í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Úrslitið fyri skatt gjørdist 323 mió. kr. og rakstrarúrslitið 289 mió. kr. Útlitini fyri 2019 eru góð, og bankin væntar ein hóvligan vøkstur í útlánum til vinnulív og privat húsarhald.

”Vit eru væl nøgd við úrslitið, sum er betri enn upprunaliga væntað. Góða gongdin í føroyska samfelagnum merkir, at bæði fyritøkur og húsarhald sum heild eru væl fyri fíggjarliga, og tað bera lágu niðurskrivingarnar eisini boð um. Útlán til vinnulív og húsarhald eru økt við 4%, og harumframt er góða roknskaparúrslitið ávirkað av søluni av høvuðssæti okkara í fjør,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Lága rentustøðið er framhaldandi ein avbjóðing fyri inntøkurnar hjá bankanum. Hinvegin merkir søguliga lága rentan, at tað er lættari hjá viðskiftafólkum, ið hava lán, at halda sínar lánsskyldur. Í løtuni ber tað enntá til at taka lán til bústaðin og samstundis tryggja sær eina fasta, lága realkredittrentu næstu mongu árini. BankNordik hevur tí síðani fjør heyst gjørt vart við henda møguleika til tess at fyribyrgja, at ein møgulig rentuhækking fær ov ógvisliga ávirkan á føroyingar, ið hava lutfalsliga stór bústaðarlán við skiftandi rentu.

”Endamálið er at fáa fólk at hugsa um, hvussu ein møgulig rentuhækking kann fara at ávirka lánsgjaldið og á tann hátt samlaðu fíggjarligu støðuna. Tað er nú, meðan rentan framvegis er lág, at tað er skilagott at umhugsa lánsviðurskiftini. Serliga tá ið talan er um ung fólk, sum kanska hava keypt dýrt og tí hava stór lán. Og vit kunnu staðfesta, at nógv viðskiftafólk hava tikið boðskapin til sín og hava valt at tosa við okkum í hesum sambandi,” sigur Árni Ellefsen.

Hóast 2018 var eitt gott ár hjá BankNordik-samtakinum, gera marknaðarumstøðurnar tað alsamt meiri avbjóðandi at reka lønandi bankavirksemi. Leiðsla bankans leggur seg framvegis miðvíst eftir at halda útreiðslunum á einum ráðiligum støði og at einfalda mannagondir til tess at tryggja virkisførið. Sum liður í hesum arbeiði eru nógvar uppgávur, ið eru tengdar at danska, grønlendska og føroyska marknaðinum, fluttar úr Danmark og savnaðar undir somu lon í Føroyum seinastu árini. Føroyski starvsfólkahópurin er harvið vaksin munandi, og í 2018 stovnaði bankin uml. 17 nýggj størv í Føroyum.

Framdu bygnaðartillagingarnar hava við sær, at bankin í dag er uppaftur betri og skynsamari skipaður enn áður. Orsakað av marknaðarumstøðunum og lága rentustøðinum væntar bankin kortini ikki, at inntøkuvøksturin verður stórur í 2019, men at rakstrarúrslitið fer at halda sær á sama støði sum í 2018.

Virksemið hjá dótturfeløgum bankans royndist væl í 2018. Trygd hevði eitt gott ár við hækkandi inntøkum, meðan skaðarnir vóru á einum miðalstøði. Eftirspurningurin eftir bústøðum er framhaldandi stórur, og tað sæst aftur í roknskapinum hjá Skyn, sum seldi 234 ognir í 2018 samanborið við 189 ognir í 2017. Umframt ognirnar á sølulistanum avgreiddi Skyn eisini 75 privatar sølur, og alt bendir á, at góða gongdin fer at halda fram í 2019.

Nettoúrslitið hjá BankNordik gjørdist 262 mió. kr., og av hesum ætlar bankin at gjalda íleggjarum til samans 70 mió. kr. í vinningsbýti. Hetta svarar til 27% av avlopinum og er 7 kr. fyri hvørt partabrævið.

Ársroknskapurin 2018 í stuttum
– Úrslitið fyri skatt gjørdist 323 mió. kr. samanborið við 235 mió. kr. i 2017.
– Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 179 mió. kr. samanborið við 187 mió. kr. í 2017.
– Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 111 mió. kr. samanborið við 60 mió. kr. í 2017.
– Rakstrarúrslitið gjørdist 289 mió. kr. samanborið við 246 mió. kr. í 2017.
– Útlán bankans hækkaðu úr 9,5 mia. kr. í 2017 til 10 mia. kr. í 2018.
– Innlán bankans hækkaðu úr 12,6 mia. kr. í 2017 til 13,4 mia. kr. í 2018.
– Solvensurin hækkaði úr 19,7% í 2017 til 19,8% í 2018.
– Bankin væntar, at rakstrarúrslitið fyri 2019 verður 160-200 mió. kr.

​(2018: 179 mió. kr.), og at nettoúrslitið verður 100-150 mió. kr.
(2018: 262 mió. kr.).

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly