NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Dátueftirlitið flytir inn á Skálafjørðin

22/8/2022

Comments

 
Picture
Løgmaður hevur avgjørt at Dátueftirlitið, ið er stovnur undir Løgmansskrivstovuni, í næstum skal flyta inn á eystara arm á Skálafjørðinum. Avgerðin um at Dátueftirlitið skal flyta hevur verið til ummælis hjá Dáturáðnum, ið tekur undir við avgerðini.

Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum sigur, at: “Dátueftirlitið er í tí støðu, at núverandi høli í Havn er óhóskandi. Tí er neyðugt at finna nýggj hóskandi hølir. Ein staðseting á eystara armi á Skálafjørðinum kemur ikki at ávirka okkara virksemi.”

Løgmaður Bárður á Steig Nielsen sigur, at: “Vit eiga altíð at miðja í móti, at almenn arbeiðspláss eru staðsett kring alt landið. Men vit skulu ikki flyta stovnar fyri einhvønn prís. Tað má altíð geva meining og ikki ganga útyvir tænastuna. Í hesum førum skal Dátueftirlitið hava nýggj høli, og tí er upplagt at finna nýggj hølir uttanfyri Havnina. Eg fegnist um at stjórin og Dáturáðið taka undir við ætlanunum.”

Farið verður nú undir tilgongdina at fyrireika flytingina, herundir at skipa fyri útboði av møguligum hølum á eystara armi á Skálafjørðinum.

Á Dátueftirlitinum starvast 6 starvsfólk. Dátueftirlitið virkar sum skrivstova hjá Dáturáðnum, og hevur til uppgávur at hava eftirlit við og virka fyri, at dátuverndarlógin verður hildin. Harumframt veitir Dátueftirlitið ráðgeving og vegleiðing um dátuverndarlógina.

Løgmansskrivstovan

Comments

​Óheftir ráðgevar mæla til ognarliga sundurskiljing av Føroya Tele

19/8/2022

Comments

 
Picture
Landsstýrið heitti í fjør á nevndirnar í Føroya Tele og NET um at gera eina óhefta frágreiðing um, hvussu ein full ognarlig sundurskiljing kann tryggja fult gjøgnumskygni, fría og javna kapping. Frágreiðingin skuldi somuleiðis lýsa, um tað finnast aðrar leiðir at røkka sama setningi.

FT og NET hava biðið Copenhagen Economics um at gera greiningina.

Frágreiðingin lýsir tvey ymisk høvuðsmodell fyri sundurskiljing í Føroyum:

Eitt modell, har NET løgfrøðiliga verður skilt frá restini av FT-samtakinum og flutt til Føroya landsstýri sum eigara, og eitt modell, har tað bert verða framd onnur funktionell tiltøk at skilja sundur, men har NET framhaldandi verður partur av FT-samtakinum.

Niðurstøðan í frágreiðingini:
at ein bygnaðarlig sundurskiljing tryggjar fult gjøgnumskygni millum smásøluoperatørarnar viðvíkjandi treytunum fyri atkomu til undirstøðukervið (infrastruktur).
at ein bygnaðarlig sundurskiljing fer at geva eina fría og javna smásølukapping.
at ein bygnaðarlig sundurskiljing ikki hevur nógvar vansar við sær.
Viðvíkjandi møguleikanun at fremja onnur sonevnd funktionel tiltøk at skilja sundur, vísir frágreiðingin á, at henda loysnin ikki í líka stóran mun borgar fyri fullum gjøgnumskygni og tryggjar møguleikan fyri fríari og javnari smásølukapping.

Í samgonguskjalinum er avtalað, at farast skal undir eina fulla ognarliga sundurskiljing av almenna fjarskiftisnetinum. Landsstýrið er farið undir at viðgera frágreiðingina og tilmælini í henni.

Frágreiðingin (ráðgevandi toymi
)


Eftirmeting (review) 


Viðmerkingar til Eftirmeting (ráðgevandi toymi)


​Sum liður í at tryggja eina óhefta og sakliga frágreiðing, varð arbeiðið skipað soleiðis, at eitt ráðgevingartoymi varð valt at gera frágreiðingina (útførandi toymi), og eitt annað toymi varð valt til at gera eina eftirmeting (review) av frágreiðingini í mun til arbeiðssetningin. Endaligi arbeiðsetningurin varð avtalaður millum eigaran og nevndina og lagdur fyri eftirlitsmyndugleikarnar og kappingarneytar til viðmerkingar. 

Fíggjarmálaráðið

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.