Túrurin hevur verið stak stuttur og kláraðu teir at fiska uppí í 26 døgn. Sjúrðaberg hevur góð 700 tons inni, nú teir liggja við kaj í Klaksvíkar.
Vælkomnir heim.
SáH
Beint fyri døgurða ídag kom Sjúrðaberg søkklagin inn eftir vánna, eftir roktúr í norskum sjógvi. Túrurin hevur verið stak stuttur og kláraðu teir at fiska uppí í 26 døgn. Sjúrðaberg hevur góð 700 tons inni, nú teir liggja við kaj í Klaksvíkar. Vælkomnir heim. SáH Norðoya Portalurin var og vitjaði byggimessuna fríggjamorgunin, tá ið hon lat upp, men sigast má beinanvegin, at vit vóru stak skuffaðir av úrvalinum, básunum og luttøkuni. Har vóru næstan ongin fólk á messuni, básarnir vóru hálvlidnir, á teimum flestu vóru ongin sølufólk, men tó, so fingu vit eina stak góða tænastu frá Norðoya Sparikassi. Har vóru tey til reiðar at geva okkum eina góða tænastu og vóru starvsfólkini stak fyrikomandi. Vóru eisini á básinum hjá Klaksvíkar Kommunu og fingu heilsa uppá tveir av stjórunum og vóru teir í sera góðum lag. Eitt av starvsfólkunum aftanfyri kom við einari viðmerking, sum eg má fara at taka til eftirtektar. "Símun, skrivað meira positivt um okkum, so koma vit at keypa frá tær". Nú havi eg skrivað positivt um KK, so verður spennandi í komandi viku, um umsetningurin hjá Klaksvíkar Timburhandli fer upp. Í KÍ høllini var bilframsýning, har var úrvalið væl betri, men slett ongin fólk. Samanumtikið ein lítil sigandi messa, har fyrireikarin hevur tonkt mest uppá pengapungin hjá sær sjálvum, enn at gera eina góða messu. Her myndir av byggimessuni og bilmessuni. SáH |
Greinar
October 2024
|