NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Gadus farin nýggjan túr

30/12/2015

Comments

 
Billede
Kl. 11.30 ígjár legði Gadus frá landi og gekk leiðin til Barentshavi, har teir fara at royna í norskum sjógvi. Nógv fólk var komin saman at siga skipara og manning farvæl.

Jógvan Hansen stjóri loysti endarnar, men tað var ikki bara at loysa, endarnir vóru rimmar fastir og so mátti kubbast, til endast eydnaðist tað og Gadus bakkaði út eftir vágni.

Skipari hendan túrin er Brandur Joensen og vit ynskja teimum skjótan og góðan túr.

SáH

Comments

Klakkur farin til Flemish Cap

30/12/2015

Comments

 
Billede
Kl. 11.30 ímorgun fór línuskipi Klakkur til Flemish Cap.

Við vóru 16 mans og tekur tað umleið 8 dagar at sigla á fiskileið.

​Skipari hendan túrin er Bethuel Johannesen.

Norðoyar Portalurin ynskir skipara og manning skjótan og góðan túr og gott nýttár.

SáH

Comments

Danskarar shoppaðu fyri góðar 30 milliardir í Desember

28/12/2015

Comments

 
Billede
Aftur í ár hava danskarnir sligið sína egnu rekord innan shopping í desember - tí í ár hava danskarnir brúkt nærum 30 milliardir krónir í desember áleina.

Uppá góðar 23 dagar hava danskarar brúkt 29,6 milliardir krónur í desember mánaði í ár og tað er ein hækkan uppá góð 6,6 % - samanborið við í fjør. Týsdagin 22. desember bleiv dankorti tó brúkt mest í Danmark og her tosað vit also um 1,7 milliardir krónir, sum brúktir blivu av danskarum tann dagin.

JáH (y) 28.12.2015

Comments

​Nýggja tøkugjaldið rakar kappingarføri hjá Bakkafrost.

23/12/2015

Comments

 
Billede
Vinnulívið skrivar eina áhugaverda grein á teirra Facebook bólki  um Bakkafrost ígjár, les greinina her:
Seinnapartin samtykti løgtingið, at alivinnan skal frá 01. januar 2016 gjalda eitt tøkugjald á 4,5%. Hetta er eitt hálvt prosent minni enn tað upprunaliga uppskotið hjá samgonguni........

​
SáH


Comments

Klaksvíkar Timburhandil: Vit gleða okkum at síggja teg!

15/12/2015

Comments

 
Billede
Skunda tær um tú vilt gera kvetti. Vit hava opið ímorgin frá kl. 15.00 til kl. 17.00 ... og eru at hitta á Stangavegi 4 vikuna út, so vilt tú ordiliga gera kverri áðrenn Jól - so er koma og vitja okkum har á Stangavegi 4.

Les eisini Klaksvíkar Timburhandil er í Jólahýri!

Vit hava hópin av gólvi eftir og eisini eru onkur loft eftir. Síðan hava vit Jólagávuna til hennara - men so sanniliga eisini Jólagávuna til hansara. Og hartil skal sigast, at vit massar av Jólavørum eftir - sum vit meira enn gjarna vilja sleppa av við.

Kom innar og fái tykkum eitt kaffiprát og vita eftir um vit ikki hava júst ta vøru, sum tú leitar eftir. Men tú noyðist at skunda tær - um tú vilt keypa (allerhelst) bíligasta gólv úr Føroyum - tí vit fara at selja alt lagri, sum tað er - og tann sum er fyrst - sleppur also at keypa tað! Vit gleða okkum at síggja og fara at ynskja tær eina framhaldandi góða viku ..!

Vinarliga

Símun á Høvdanum (stjóri) og Jógvan á Høvdanum, yngri (sølumaður)

Comments

Brúk er fyri øllum pørtum í byggivinnuni

11/12/2015

Comments

 
Billede

BYGGING: Sum skilst, dámar Rágevarafelagið ikki at fáa atfinningar. Felagið fer eftir Landsverki fyri ikki at røkja sín leiklut sum almennur byggiharri. Leikluturin hjá Landsverki er at vera professionellur innkeypari innan byggivinnuna, meðan ráðgevararnir hava sum uppgávu at veita vøruna. Tað vil siga at gera prosjekt og kostnaðarætlan. Her er tað, at trupulleikar oftani stinga seg upp.


Í einum tíðindaskrivi sunnudagin finst Ráðgevarafelagið at Landsverki fyri at hava verið alment frammi og víst á, at ov nógvir feilir og manglar eru í tí prosjekteringstilfari, sum verður latið stovninum sum almennum byggiharra.

Ráðgevarafelagið vil vera við, at privatar og kommunalar verkætlanir ganga betri, enn verkætlanir undir landinum, har Landsverk er byggiharri. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Uttan at nevna nakra ítøkiliga verkætlan, munnu flest øll vita, at tað finnast bæði privatar og kommunalar verkætlanir, sum ikki hava hildið tíðarætlanina og eru farnar væl upp um ásetta byggikostnaðin.

Ráðgevarafelagið nevnir Skúladepilin við Marknagil sum dømi um, at bæði fíggjarkarmur og tíðarætlanir hava eru veruleikafjarar, sum felagið tekur til.

Her gloymir Ráðgevarafelagið at gera vart við, at fíggjarkarmurin lá púra fastur, og tað vóru sostatt ráðgevararnir sjálvir, ið gjørdu av, hvat kundi fáast fyri byggiupphæddina, og ikki øvugt. Tískil ber ikki til at leggja ábyrgdina fyri óhepnu gongdina yvir á byggiharran. Landsverk tekur sjálvandi fulla ábyrgd fyri okkara egna leikluti í teimum verkætlanum, vit varða av, bæði tá gongur við og ímóti. Hinvegin eru fleiri partar í eini verkætlan, har øll mugu taka ábyrgdina fyri sínum øki.

Fíggjarligu karmarnir skulu sjálvandi speglast aftur í ambitiónsstøðinum í teimum prosjektum, sum ráðgevararnir lata úr hondum. At tey oftani ikki gera tað, er ein av høvuðsorsøkunum til, at játtanirnar eru torførar at halda. 

Vísandi til uppáhaldið, at Landsverk ikki røkir sín leiklut sum byggiharri, er so seint sum í apríl afturvíst í eini kanning av stovninum, har Vinnuhúsið hevði eitt av fýra umboðum í einum kanningarbólki, sum hevur kannað virksemið hjá stovninum. Kanningin vísir, at byggiharraleikluturin ikki er dýrkandi, sum annars róð varð framundir, og at minni var eftir til prosjektering hjá ráðgevaravinnuni. Tvørturímóti varð beinleiðis mælt til at umhugsa at víðka um byggiharraleiklutin hjá Landsverki.

Allir partar í byggivinnuni hava brúk fyri hvørjum øðrum, og tí er av alstórum týdningi, at samstarvið gongur væl. Øll eiga at tola at skifta orð um teir veikleikar, sum stinga seg upp, og taka ábyrgd av teimum. Tí fer Landsverk í næstum at kalla inn til fundar, har partarnir fáa møguleika fyri at umrøða, hvussu tær stóru avbjóðingarnar í byggivinnuni kunnu loysast. Við hesum vónar Landsverk, at partarnir finna fram til ein samstarvsleist, ið tænir øllum pørtum. 

Landsverk 07.12.2015

Comments

590 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani

11/12/2015

Comments

 
Billede
Í september vóru 24.848 løntakarar, árstíðarjavnað. Gongdin við einum lítlum vøkstri hvønn mánað hevur sostatt varað í yvir eitt ár.

Tað er eisini sama gongd, at framgongdin dragnar nakað hvønn mánað, men trendurin vísir tó, at framvegis økist talið av løntakarum við eini 30 til 40 um mánaðin.

Almennar tænastur og byggivinna størsta vøksturin

Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri. Tað er vøkstur í øllum høvuðsvinnubólkum. Í byggivinnuni vóru 3.387 løntakarar í september, eini 100 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 3,1%. Í størsta høvuðsvinnubólki, almennum tænastum, eru 9.136 løntakarar. Tað eru 262 fleiri enn í september í fjør, vøksturin er 3%. Í fiski- og alivinnuni eins og í tænastuvinnuni er framgongdin knappliga 2%.

Les meira HER

JáH (y) 11.12.2015
Kelda: Hagstovan


Comments

Selur Hoydal lívsgrundarlagið undan okkum?

8/12/2015

Comments

 
Billede
​Selur Hoydal lívsgrundarlagið undan okkum?

Tað ljóðar, at lívsgrundarlagið hjá okkum, sum hava fiskað í Barentshavinum, skal undir hamaran hjá Hoydal.

​Vit ungu fiskimenn umborð á flakatrolarunum í dag eru 3. ættarlið, sum hava siglt, fiskað, hagreitt og røkt føroysku toskakvotuna eystanfyri, síðan Føroyar fingu sáttmála við Sovjet og Noreg fyri skjótt 40 árum síðan.

Áðrenn tað royndu manningar og trolarar undan okkum  við Ísland, Grønland, Kanada og eisini í Barentshavinum til at vinna fiskimonnum, feløgum, Føroya fólki og landi inntøkur at liva av. Ein heiðurskrýnd søga.

Føroyskir saltfiska- og flakatrolarar hava hvørt ár givið minst tveimum manningum arbeiði og ársinntøku. Tað svarar til 150 - 200 arbeiðpláss á føroyskum kjøli í Barentshavinum.
Vit og okkara ’fedrar’ hava samvitskufult røkt hesi dýrt vunnu føroysku fiskirættindi eystanfyri.

Fyri at fáa raksturin hjá trolarum, manningum og útgerðarfeløgum at venda rætt á botnstrikuni hava vit fiskimenn eisini treiskast í Irmingarhavinum, við Grønland og enntá onkuntíð á Flemich Cap eftir kongafiski, svartkalva og eitt sløð av toski.

Sum við øllum fiskiskapi hevur gingið upp og niður. Mangir vilja mynstra, tá tað gongst væl, og færri, tá fiskiskapurin er lakur.

Eingin ella einki forðar einum røskum manni at fáa hýru, fyrst kanska við einum minni skipi og seinni, tá hann hevur víst sín dug, við einum størri.

Munur á sjógvi og landi
Alt tos um, at ungir menn ikki sleppa at royna seg, ’ikki sleppa framat’, í fiskivinnuni, er ósatt og ein politisk roynd at sáa illvilja móti okkara fiskivinnu.

Skiftandi fiskaprísir ávirka eisini hýrur og rakstrarúrslit upp og niður.

Fiskimenn hava altíð tikið tað súra við tí søta. Tað sama gera útgerðarmenn. Mangir teirra hava verið øvundaðir, tá tað gekst teimum væl, men fáir teirra eru farnir ríkir í grøvina.

Fyri eini 5 árum síðan vóru útróðrarbátar á landleiðini góður kjansur hjá fiskimanni at fáa. Men nú liggja summir bundnir við kei, til tað vónandi bragda afturr.

Mitt í 90-árunum gekk út av lagi hjá uppsjóvarflotanum. Nú spinnur hann gull – til alt Føroya fólk og vælferð hjá øllum.

Men nú skal hesin partur av flotanum eisini undir hamaran hjá Hoydal og taddast sundur, til hann verður tað bera stál uttan fisk at liva av – júst sum tá fiskivinnan varð politiskt stýrd í 80-árunum.

Alivinnan á sama hátt. So nýliga sum í 2005, útflutti hon bert fyri fáar 100 mió kr, nú 5 ferðir so stórt virði, 2.500 mió kr árliga, 40% av Føroya útflutningsvirði, sum landstýrið eisini ætlar at máa støðið undan - fyri landskassans skuld!.

Men nú skal landstýrið eisini revsa hana fyri góð avrik, kryvja hana niður í landskassan og drena hana fyri tann kapital, hon krevur útbyggja seg fyri og standa ímóti rakárum og bakkøstum við.
Fer Bakkafrost at gevast við ætlaðu útbyggingini?

Hví skulu fiskimenn og fólk í alivinnuni verða offur fyri politiskari øvund og trongd eftir at taka pening úr vinnuni úti um landið til almennar lønir, tænastur og atkvøðukeyp til løgtingssessir?

Hvat hava fiskimenn gjørt til at verða revsaðir og ‘seldir ‘ á uppboði?

Ólíka lættari er hjá teimum føroyingum, sum arbeiða fast við tryggari løn, serliga hjá tí almenna. Har er heitt, turt og ljóst til arbeiðis og hugnaligt heima hjá konu og børnum hvørja nátt. Tað unna vit teimum alment starvssettu væl.

Men hvussu væl unna tey politiskt vælbjargaðu í almenna geiranum okkum fiskimonnum eitt gott lív fyri okkara arbeiði?

Hevði goragangurin ikki hoyrst heilt upp í Barentshavið, um 15% av almennum arbeiðsplássum fóru undir Hamaran hjá Høgna, Aksel og Poul?

Tann føroyska kvotan í norskum og russiskum sjógvi hevur hesi skjótt 40 árini umboðað 5 – 10% av samlaða útflutningsvirði Føroya, sum í dagsprísum svarar til 200 - 400 mió kr í útflutningsvirði.

Vit 150 - 200 fiskimenn eystanfyri gjalda 10-tals mió kr í lands- og kommunuskatti hvørt ár, sum verður til 100-tals mió kr yvir eitt stutt áramál.

Kanska ljóðar tað ikki so nógv í oyrunum á teimum alment tryggjaðu uppi á landi, sum fáa skatt í løn. Men tey nógvu árini, tá Føroya útflutningsvirði var lágt, hevði verið soltið hjá mongum føroyingi.

Øll kreppuárini í 1990-unum bjargaðu trolararnir eystanfyri Føroyum undan enn størri neyð. 

Grundarlagið rykkjast undan okkum
Nú ljóðar, at nýggja landstýrið ætlar at selja fiskakvoturnar eystanfyri, tey fyrstu 15% longu í 2016, á uppboði.

Okkara arbeiðspláss á flakatrolarunum skulu undir hamaran hjá Hoydal.

Víst er fiskurin ’ogn Føroya fólks’. Tí boyggja vit okkum fyri og gera okkara ítasta fyri at fiska og føra so stór virði til lands sum gjørligt. 

Men hví boyggja politikarar og fólk á landi seg ikki fyri, at bert serkønir menn í sjólívi, skiparakstri, sigling, fiskiskapi og fiskavirking duga at veiða, framleiða og virðisøkja fiskin upp í hægsta útflutningsvirði til gagns fyri fólk og land?

Nakrir heilt fáir menn klára at váða nógvan eginpening, og peningastovnar klára lánfígging til skip og útgerð, olju, reiðskap o.a. útgerð, men bert um fiskirættindi, útlit og karmar hjá skipunum eru trygg.

Eitt nýtt skip kostar 200-300 mió kr, og tað krevur tryggar kvotur mong ár fram at forrenta.

Tað hevur alt at siga fyri okkara 150 – 200 arbeiðspláss umborð og fyri inntøkur til okkara og samfelagið, at vit hava fíggjarliga sterk og væl kjølfest útgerðarfeløg til at reka skipini trygt ár út og ár inn,serliga tá tað ber ímóti við veiði og prísum.

Ein nýggjur motorur kostar 10-tals mió kr, el-motorar, trol, spøl, veirar, brúgva-, verksmiðju- og frystiútgerð kosta milliónir hvørt.

Eru politikarar so hugmóðigir ella fávitskutir, at teir halda alt hetta koma og bera til av sær sjálvum, eisini um veiði- og kvotugrundarlagið verður rykt undan okkum, skipum okkara og reiðaríum?
Hvat er tað tó fyri amatørhugburður?

Landskassin mergsúgva høvuðsvinnuna?
Politikarar og embætisfólk, serliga búskapar- og fiskifrøðingar, avdúka sína øvund ímóti teimum, sum váða og stríðast nógv fyri at fiska, tá landstýrið nú krevur ’tilfeingisrentu’, t.e. avgjald fyri at loyva skipum at fiska.

Ætlar politikarar at mergsúgva høvuðsvinnuna?
Tað ljóðar, sum fiskivinnan higartil bert hevur malið um egnan vinning og tískil nú skal tvingast at fóðra landskassan 100-tals milliónirog sostatt røkja sína skyldur móti ’Føroya fólki’, sum eigur fiskastovnarnar.

Men onkur skal út eftir fiskinum við skipum, sum onkur skal fíggja og gera út. Tað klárar ikki hvør Hanus og Janus.

Tær 2-300 mió kr, sum Barentshavið hevur givið í útflutningsvirði, kasta fleiri 100 mió kr av sær í hýrum, fiskaarbeiði á landi, avleiddum vinnum sum el-virkis-, smiðju-, skipasmiðju- o.a. fyritøkur, sum selja vistir, olju, teldur, maskinlutir og slíkar vørur og tænastur til hesi skipini.

Eitt kalla tey multiplikatoreffekt. Í tí liggur øll tann peningaumferðin, sum skapar peningsvirði, umsetning, handil og eftirspurning til ótald arbeiðspláss, sum okkara flakatrolarar gera og kasta av sær út í hvønn krók í landinum.

Tað skal vera løgið, um ikki landið og kommunurnar fáa líka nógvar milliónir inn í skatti og avgjøldum, sum trolarrnir í Barentshavinum leggja upp á land í útflutningsvirði.
                      
Einki land brúkar uppboðssølu
Tað er ein gáta, hví hetta landstýrið skal selja fisk, arbeiðspláss, inntøkur og sostatt landsins vinnuliga grundarlag fyri at tynna tað soðið, sum frægastu skipabólkar og 100-tals menn í hvørjum skipabólki liva av.

Tey, sum ikki tola at síggja landsins vinnulív ganga væl, skapa nógv avkast, virði og vælferð til øll í samfelagnum, mugu vera sjúk av øvund. 

Tey bera seg at, sum tann, ið brennir innbúgv og veggir fyri at halda húsini heit. Tað gevur líka stokkutan fløva, sum tá kellingin í frostkulda pissaði í buksurnar fyri at halda hitanum eina løtu longur.

Einki annað land á okkara leiðum brúkar uppboðssølu av fiskakvotum til at máa grundarlagið undir síni fiskivinnu. Rusland og Estland hava roynt tað eitt stutt tíðarskeið, men góvust skjótt við tí.

Hví skulu Føroyar so gera sama mistak aftur?
Hví skulu skip, fiskimenn og feløg missa inntøku, tí tey fyrst skulu gjalda landskassanum, áðrenn tey sleppa at loysa frá kei?

Ikki uttan svørðslag
Uppboðssølan hevur bert tað við sær, at tey, sum bjóða, mugu bjóða so høgt, at vinningurin hjá feløgum og skipum verður etin upp og koyrdur í landskassan til politikarar at svansa við.

Úrslitið verður, at feløgini verða veikari og missa orku at endurnýggja og røkja skip, bygningar, virki, reiðskap osfrv.

Pf. Hvalnes í Klaksvík hevur slept ætlanini at byggja nýtt skip sum Norðborg, tí landstýrið við uppboðssøluni hevur oyðilagt grundarlagið undir so stórari íløgu. Hon kundi skapt fleiri arbeiðspláss og meiri pening – eisini til lands- og kommunukassan – sum gjaldið fyri uppboðssøluna.

Verður ætlanin hjá Varðanum at byggja nýtt virki í Suðuroy slept?

Klára Henrik Old, Kristin Mikkelsen og Sirið Stenberg at skaffa líka nógv arbeiðspláss har suðuri?

Í hvussu er einki útflutningsvirði til fólksins vælferð.

Flakatrolararnir hava latið frá sær Flemich Cap til línuskipini, sum hava søgulig rættindi har.

Men hví so taka søguligu rættindini frá trolarunum eystanfyri?

Nei, vit trolaramenn, okkara skip og reiðarí eru nú offur fyri landstýrisins øðrvitis- og øvundarpolitikki.

Hetta eru neyvan seinastu orðini í hesum vanlukkuleiki.

Vit trolaramenn ætla okkum ikki at lata okkum selja á uppboði uttan mótmæli.

Jólaheilsan úr Barentshavinum

Enniberg
Akraberg
Sjurðarberg
Gadus

Comments

​Gadus farin at sigla heim

6/12/2015

Comments

 
Picture
Ein av manningini skrivar nakað eftir miðnátt, "Vit sigla heim, 525 tons í lastini, kvotan er uppi, ein stór løta"

Hesin túrurin hevur verið ein av teimum longu. Gadus fór avstað 14. september og væntandi vera teir á Klaksvík hósdagin ella fríggjadagin, um veðrið er teimum tilvildar.

Fiska hevur verið í Barentshavinum.

​Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu.

SáH

Comments

Heimsklassanetið hjá Føroya Tele er tendrað í Tórshavn

6/12/2015

Comments

 
Picture
​Ert tú til reiðar til 4G LTE?

Tann 3. desember er heimsklassanetið hjá Føroya Tele tendrað í Tórshavn. Betri 2G, betri 3G og 4G LTE omaná. Fyri at fáa ágóðan av 4G LTE mást tú hava eitt SIM-kort og eina fartelefon, ið bæði klára 4G LTE. á Her kanst tú kanna, um tú ert til reiðar:

www.heimsklassa.net

Picture
Comments
<<Previous
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.