Tað er eisini sama gongd, at framgongdin dragnar nakað hvønn mánað, men trendurin vísir tó, at framvegis økist talið av løntakarum við eini 30 til 40 um mánaðin.
Almennar tænastur og byggivinna størsta vøksturin
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri. Tað er vøkstur í øllum høvuðsvinnubólkum. Í byggivinnuni vóru 3.387 løntakarar í september, eini 100 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 3,1%. Í størsta høvuðsvinnubólki, almennum tænastum, eru 9.136 løntakarar. Tað eru 262 fleiri enn í september í fjør, vøksturin er 3%. Í fiski- og alivinnuni eins og í tænastuvinnuni er framgongdin knappliga 2%.
Les meira HER
JáH (y) 11.12.2015
Kelda: Hagstovan