NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

USA setir fiskaseljarum treytir um havsúgdjór

29/3/2018

Comments

 
Billede© KVF
​Tey, sum selja fisk til USA, skulu prógva, at onnur djór ikki eru fyribeind í sambandi við fiskiskapin ella alingina.

Føroyar selja fyrst og fremst aldan laks til USA.

Okkurt um ein fjórðingur av laksinum fer tann vegin. Men alarar í Føroyum skjóta viðhvørt kóp, sum amast upp á alibrúkini.

Og tað vilja amerikanarar ikki.

Hoyr samrøðu við Niels Winther HER

JáH (y) 30.03.2018
Kelda: KVF

Comments

Minst arbeiðsloysi í Vága sýslu – mest í Suðuroy

28/3/2018

Comments

 
BilledeTilvildarlig mynd
​Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:

- Minst er tað í Vágum við 1,4%, í Norðoya sýslu við 1,7% og Norðstreymi og Sandoyar sýslu við 1,8%.

- So er eitt lop upp til Suðurstreym við 2,4% og Eysturoyar sýslu við 2,3%.

- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,0%, men tað er kortini ein munandi lækking frá undanfarnu mánaðum, frá tí tað var hægst síðsta summar við 6%.  

Í flestu sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága og Sandoyar sýslum, har tað er eitt vet hægri hjá monnum. Í hesum báðum sýslum er eisini minsti munur millum kynini.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoyggjum, har tað bert er 1,2%, og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,0%.

JáH (y) 29.03.2018
Kelda: Hagstovan

Comments

Virði á Facebook er fallið munandi

27/3/2018

Comments

 
Billede
Síðan tí nógv umtalaðu data skandaluna, so er virði á Facebook fallið munandi og rokna er við, at Facebook hevur mist góðar 480 milliardir uppá skandaluna, veit CNN at siga frá.

Sjálvur hevur eigarin av Mark Zuckerbert mist góðar 84 milliardir uppá skandaluna - har fleiri og fleiri stórar fyritøkur hava trekt seg úr Facebook.

Cambridge Analytica verður nú kannað av løgregluni - har teir fingið atgongd til data frá 50 milliónir óvitandi amerikonskum brúkararum - sum síðan varð brúkt til at vinna valið í 2016.

JáH (y) 28.032.018

Comments

Summardáin spílar seg út til Páskir

27/3/2018

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin var og vitjaði Summardáina fyri løtu síðani og var gott lag á Signy.

Summardáin hevur spíla seg ordiliga út til Páskir og nógv áhugavert var at keypa.

Sjálvandi vóru eisini páskalinjurnar at fáa og tað bleiv nógv selt av teimum segði Signy.

Her nakrar páskaligar myndir frá stóra úrvalinum hjá Summardáini, sjá niðanfyri.

​SáH

Comments

Ågot júst afturkomin av góðum túri

26/3/2018

Comments

 
Billede
Fyri løtu síðani legði Ågot at við vesturbryggjuni niðanfyri N.F.C.S.

Teir hava roynt í føroyskum sjógvi og hava umleið 150 tons.

Tað eru 12 mans við Ågot.

Nú Páskir eru fyri framman, verður Ågot væntandi liggjandi og ferð túr aftur  beint eftir eftir Páskir.

SáH

Comments

Hevur tú fingið øðrvísi gráar posar hesaferð?

22/3/2018

Comments

 
Billede
IRF boðar frá á síni heimasíðu, at í vikuni verða nýggj rull við gráum ruskposum frá IRF borin út til øll húsarhald. Men vegna feilir á prentstaðnum stendur “grái virkisposin” á øllum hesum posum, umframt at einans 10 posar eru í rullinum.

Vanlig húsarhald verða biðin um at nýta hesar posar, til nýggir posar við rættari áskrift verða bornir út.

Les kunningina, klikk her "Hevur tú fingið øðrvísi gráar posar hesaferð".

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Billede
Comments

Nógv stór skip á Klaksvík ídag

15/3/2018

Comments

 
Billede
Í løtuni eru fleiri stór skip á Klaksvík.

Við vestur bryggjuna liggja Gadus, Slættaberg og Norðborg og hinmegin vánna liggur Tummas T, sum gerð nakrar umvælingar á Klaksvíkar Sleipistøð.

Húgaligt at síggja og nú fleiri Strandferðsluskip liggja still vegna veður, so fór Sam til Kalsoynna við og eftir ferðafólkum.

​SáH

Comments

Føroya Grótvirki partur av altjóða netverkinum ECONOMUSÉE

14/3/2018

Comments

 
Billede
Í dag, hósdagin 15. mars kl. 14, letur Føroya Grótvirki upp sum partur av altjóða netverkinum ECONOMUSÉE. Hetta er úrslit av tilgongd seinastu trý árini í verkætlanini Economusée Craft Reach. 

Undir heitinum Economusée - Føroya Grótvirki, hevur virkið fingið eitt eyka bein at standa á, ið er ferðavinnan. Sum virkin partur av altjóða Economusée netverkinum fær virkið eisini leiklutin at styrkja og stuðla undir, at siðbundið handverk ikki hvørvur og harvið tann kunnleikin, ið er borin úr hond í hond í øldir. 

Les meira HER

JáH (y) 15.03.2018
Kelda: Fróðskaparsetur Føroya

Comments

Eilif Gaard heldur fram sum stjóri á Havstovuni

14/3/2018

Comments

 
Billede
​Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur gjørt av at seta Eilif Gaard sum stjóra á Havstovuni. Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár fram til 1. apríl 2023 við møguligari leingjan í upp til 3 ár.

Eilif Gaard hevur seinastu 8 árini røkt starvið sum stjóri á Havstovuni. Eilif er 60 ára gamal og hevur verið í starvi á Havstovuni, síðani hann í 1986 tók prógv í lívfrøði (Cand. Scient.) frá lærdum háskúla.  Í 2001 varð hann tilnevndur doktari (Dr. Philos.) innan somu yrkisgrein á universitetinum í Tromsø.

Starvið sum stjóri á Havstovuni  varð lýst leyst í januar í 2018. Tríggjar umsóknir vóru til starvið.

JáH (y) 15.03.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Gadus legði at bryggju kl. 8.00 ímorgun

14/3/2018

Comments

 
Billede
Klokkan 7.50 rundaði Gadus Klakkin og sigldu spakuliga inn eftir Vágni.

Teir koma fullfermdur frá Barentshavinum og hava umleið 750 tons av flaki.

Veiðan verður løgd upp í Klaksvík.

Skiparin hendan túrin var John Fugloy.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

​SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.