NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kreton fer inn á asfalt marknaðin

19/4/2016

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv:

Entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu víðkar um sítt virksemi og fer inn á asfalt-marknaðin. Umframt Landsverk eru fáir aktørar á hesum arbeiðsøkinum í Føroyum, og tí hevur fyritøkan júst gjørt stórar íløgur í nýggja útgerð til asfalt-arbeiði.

- Av tí at vit longu hava lastbilar, flutningsamboð og fleiri fólk í starvi, var tað upplagt hjá okkum eisini at bjóða okkum fram til asfalt-arbeiði, sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton.

Nýggja útgerðin kom til landið í gjár, so nú er klárt hjá fyritøkuni í Norðragøtu at fara í gongd við asfalt-arbeiði. Talan er um útleggjarar, trumlir og onnur amboð, sum skulu til fyri at asfaltera vegir, parkeringspláss, tún o.a.

Fyri Kreton er hetta ein týðandi broyting, tí nú fer felagið frá at vera undirveitari til at vera heildarveitari til kommunur, fyritøkur og stovnar kring landið.

Comments

​Berlingarin skrivar: Laksakongurin og milliardingur

14/4/2016

Comments

 
Billede
Berlingske Business hevur eina grein um Laksakongin og milliardingin Regin Jacobsen í blaðnum mánadagin tann 14. apríl, les grein her "Laksakonge og milliardær: "det er gået meget godt"

SáH

Comments

Klaksvíkar Sleipistøð fegnast

13/4/2016

Comments

 
Billede
Hetta skrivar KSS á Facebook:
​Vit á Klaksvíkar Sleipistøð merkja stóran áhuga fyri hvussu
IBERCISA el-spølini, ið vit hava levera til Ruth HG 264, roynast
nú skipi verðuligani er fari til fiskarí... 
Vit kunnu fegnast um at afturmeldingarnar eru sera góðar - 
her er ein grein úr Norska Kystmagasinet, klikk her:  "Ruth - Danmarks nyeste flaggskip"

​
SáH

Comments

Lønargjaldingarnar 8,8% hægri fyrsta ársfjórðing í ár enn í fjør

12/4/2016

Comments

 
Billede
Aftur í fyrsta ársfjórðingi í ár tóku lønargjaldingarnar seg upp um 2 milliardir. Hetta er bert hent eina ferð áður, nevnliga í fjórða ársfjórðingi í fjør. Tilsamans vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 2.124 milliónir kr. fyrsta ársfjórðingin í ár, tað eru 29 mió. kr. ella 1,4% meira enn undanfarna ársfjórðingin. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør eru lønargjaldingarnar nú 176 mió. kr. ella 9% hægri.  

Les meira HER

JáH (y) 12.04.2016
Kelda: Hagstovan

Comments

Ågot er farin at sigla heim

6/4/2016

Comments

 
Billede
​​ Ågot er farin at sigla heim.

Ågot hevur uml. 155 tons av avhøvdanum,  frystari Longu og Brosmu.

Ågot hevur roynt síðani 5 mars. Teir eru 11 mans. Mest ungir menn, tann elsti er 44 og tann yngsti 16 ár.

Norðoya Portalurin ynskir teimum eina góða heimreisu.

​SáH

Comments

Játtanarkarmar: Vøkstur, vælferð og varsemi

1/4/2016

Comments

 
Picture
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, leggur í dag uppskot um játtanarkarmar fyri árini 2017-2021 fyri Løgtingið. Karmarnir leggja fíggjarpolitisku kósina hjá samgonguni fyri næstu 5 árini.

Landsstýrið ætlar komandi árini at reka ein fíggjar- og búskaparpolitikk, ið stimbrar virðisøking, vinnumenning, fólkavøkstur umframt vaksandi sjálvbjargni og vælferð í Føroyum. Tað er greitt, nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur lagt játtanarkarmarnar fyri árini 2017-2021 fram á tíðindafundi fyrrapartin.

Landið hevur havt hall síðani 2008, men í ár verður væntandi eitt lítið avlop. Landsstýrið ætlar at hava vaksandi avlop fram til 2021. Í játtanarkørmunum fyri 2017 verður eftir ætlan eitt avlop á 50 mió. kr., íroknað løguútreiðslur á 280 mió. kr. Sostatt væntast rakstrarúrslitið uttan løgur at gerast 330 mió. kr. í 2017. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 4.462 mió. kr., ið er ein varligur vøkstur á 1,8% (íroknað sáttmálabundnan lønarvøkstur) í mun til fíggjarlógina fyri 2016. Inntøkurnar verða mettar til 4.792 mió. kr. Árini 2018-2021 væntast avlop á landsins fíggjarlóg millum 109 og 239 mió. kr.

Tað gongur væl í føroyska búskapinum í løtuni. Kortini eru fíggjarpolitisku avbjóðingarnar hjá landinum stórar. Undanfarnu átta árini hevur landið samanlagt havt hall á omanfyri 3 mia. kr., hóast stórur vøkstur hevur verið í búskapinum seinastu árini og arbeiðsloysið er lágt. Men í ár kann roknast við avlopi hjá landinum. Metingar hjá Búskaparráðnum og Fíggjarmálaráðnum vísa tó, at roknast kann við, at almenni búskapurin í framtíðini verður undir trýsti, millum annað tí fólkasamansetingin broytist. Nýskipanir og átøk, ið tryggja varandi fólkavøkstur og størri virðisøking eru tí av avgerandi týdningi fyri at tryggja fíggjarliga haldføri landsins.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur: “Fíggjar- og búskaparpolitikkurin komandi árini setur kós móti einum sjálvbjargnum búskapi við vøkstri, vælferð og varsemi. Vit kunnu fegnast um, at vit eru í búskaparligum góðum tíðum, hava lágt arbeiðsloysi og tilflyting er aftur til landið. Men vit vita, at okkara búskapur er viðbrekin, og at tað er neyðugt í góðum tíðum at leggja upp fyri verri tíðum. Vit reka tí ein varligan fíggjarpolitikk, samstundis sum vit fremja fleiri átøk, ið fara at skapa størri virðisøking, vælferðarmenning og stimbra varandi fólkavøkstur. Við hesari kós tryggja vit einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar.”

Játtanarkarmar
Uppskot til samtyktar
Framløga

Kelda: Løgtingið

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.