![]() Tað var líka við at eg datt á reyvina, tá eg hoyrdi háttvirda vinnumálaráðharran í útvarpslurtinum herfyri. Sum formaður fyri Framsókn kom hann við hesari útsøgn: "Tað sum eg kann konstaterð er, at virðisøkingin av tí, sum teir verandi aktørarnir hava havt, er ómetaliga lítil. Tað sær út sum nøgd framvegis er tað, ið skal avgera alt og ikki tað, at tað er virðisøkingin og foredlingin av fiskinum. Tað síggi eg so sum tann stóra avbjóðingin. Teir gomlu koma ikki burturúr tí, tí teir hava fingið for stóran part av tilfeinginum". Hetta er beinleiðis ósatt, órímiligt og ikki sørt niðrandi av einum vinnumálaráðharra at siga um eina vinnu, sum hevur verið við til at lyfta føroyska samfelagið upp á tað støði tað er í dag. Og slík útsøgn seyrar runt í politiski skipanini., og gerst ein fullkomiliga skeivur veruleiki. Vinnan hevur gjørt íløgur í hundraðtals milliónir fyri at virðisøkja meiri av uppisjóvarfiski, og hini virkini á landi hava kempa ein langan og seigan kamp, fyri at víðarigóðska tosk, brosmu, longu v.m. Slík útsøgn er ein niðurgerðing og ein háðan móti vinnuni. Ein háðan móti teimum sum hava lagt lív og sál í at menna og góðska fiskatilfeing sum er, til høgt virdar matvørur. Hetta er dagligt yrki hjá 100 tals fólkum og nógvum virkjum. Føroyar eru tað landið í øllum heiminum, sum best dugir at virðisøkja svartkjaftin. Vit eru heimsmeistara! Og so sanniliga eisini sild og makrel. Og føroyar eru høgt í metum innan saltfiskaheimin, við virðisøktum vørðum. Og fyri eini tíð síðan stóð ein grein í norska blaðnum FISKAREN við yvirskriftini: VERDENS MEST LØNSOMME BÅT. Onnur virðismeta okkara arbeiði, og ikki vit sjálvi. Ikki okkara høvuðsvinnu hevur vinnumálaráðharrin álit á ger sítt ítarsta at virðisøkja fiskin. Jú sanniliga duga, megna og vilja vit í Føroyum, og vit gera tað.Vit skulu verða stolt av okkara vinnu, sum kýtir seg dag og dagliga fyri at fáa sum mest burturúr hvørjum fiskaðum kilo. Og vit skulu hava eina djúpa virðing fyri tí arbeiði sum verður gjørt innan hetta øki. Hesa virðing vil eg enn sum áður stríðast fyri at politkiska skipanin fær. Pól Huus Sólstein, Fólkaflokkurin ![]()
Í juli mánaðinum í 2018 misti Norðoyggjar Sjúrðaberg vegna Fiskivinnunýskipanina hjá Høgna Hoydal.
10.041 fólk hava sæð hetta filmsklippið av seinasta túrinum hjá Sjúrðabergi, men Kári Klettskarð í Kongsstovu heldur, at alt sum Høgni Hoydal hevur gjørt, er í fínasta íordan, sjá filmsklipp herundir, so nú haldi eg at tit kunnu síggja avleiðingarnar av Fiskivinnunýskipanini hjá Høgna Hoydal LIVE aftur. Hetta hevur rakt Norðoyggjar sera hart og har vit hava mist 100tals milliónir í uppiboðssølugjaldi og menningarkvotum og har Norðoyggjar eisini misti okkara kæra Sjúrðaberg og 25 familjur misti teirra livibreyð. Tit kunnu geva Kári Klettskarð í Kongsstovu rætt ella ikki, men man Kári ikki hava verið “spinnaður” frá Tjóðveldi at gera hatta filmsklippið. ![]()
Ljógvarbrestir til Hanus Hansen
Hanus Hansen hevði áhugaverdar spurningar til løgman, har hann forkláraði at hesin prosentparturin, sum samgongan hevði tikið frá JFK fyri alla, kemur ikki aftur og at samgongan hevur givið teimum tað aftur, sum JFK hevði goldið milliónir fyri at fáa til Norðoyggjar, hoyr svari frá løgmanni herundir: SáH |
|