NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

JÚ SANNILIGA DUGA VIT!

27/8/2019

Comments

 
Billede
​Tað var líka við at eg datt á reyvina, tá eg hoyrdi háttvirda vinnumálaráðharran í útvarpslurtinum herfyri. Sum formaður fyri Framsókn kom hann við hesari útsøgn:

"Tað sum eg kann konstaterð er, at virðisøkingin av tí, sum teir verandi aktørarnir hava havt, er ómetaliga lítil. Tað sær út sum nøgd framvegis er tað, ið skal avgera alt og ikki tað, at tað er virðisøkingin og foredlingin av fiskinum. Tað síggi eg so sum tann stóra avbjóðingin. Teir gomlu koma ikki burturúr tí, tí teir hava fingið for stóran part av tilfeinginum".

Hetta er beinleiðis ósatt, órímiligt og ikki sørt niðrandi av einum vinnumálaráðharra at siga um eina vinnu, sum hevur verið við til at lyfta føroyska samfelagið upp á tað støði tað er í dag. Og slík útsøgn seyrar runt í politiski skipanini., og gerst ein fullkomiliga skeivur veruleiki.

Vinnan hevur gjørt íløgur í hundraðtals milliónir fyri at virðisøkja meiri av uppisjóvarfiski, og hini virkini á landi hava kempa ein langan og seigan kamp, fyri at víðarigóðska tosk, brosmu, longu v.m. Slík útsøgn er ein niðurgerðing og ein háðan móti vinnuni. Ein háðan móti teimum sum hava lagt lív og sál í at menna og góðska fiskatilfeing sum er, til høgt virdar matvørur. Hetta er dagligt yrki hjá 100 tals fólkum og nógvum virkjum.

Føroyar eru tað landið í øllum heiminum, sum best dugir at virðisøkja svartkjaftin. Vit eru heimsmeistara! Og so sanniliga eisini sild og makrel. Og føroyar eru høgt í metum innan saltfiskaheimin, við virðisøktum vørðum. Og fyri eini tíð síðan stóð ein grein í norska blaðnum FISKAREN við yvirskriftini: VERDENS MEST LØNSOMME BÅT. Onnur virðismeta okkara arbeiði, og ikki vit sjálvi. Ikki okkara høvuðsvinnu hevur vinnumálaráðharrin álit á ger sítt ítarsta at virðisøkja fiskin.

Jú sanniliga duga, megna og vilja vit í Føroyum, og vit gera tað.Vit skulu verða stolt av okkara vinnu, sum kýtir seg dag og dagliga fyri at fáa sum mest burturúr hvørjum fiskaðum kilo.

Og vit skulu hava eina djúpa virðing fyri tí arbeiði sum verður gjørt innan hetta øki. Hesa virðing vil eg enn sum áður stríðast fyri at politkiska skipanin fær.

Pól Huus Sólstein, Fólkaflokkurin

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.