NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Wall Street skrivar søgu

26/12/2018

Comments

 
Billede
Eftir at Wall Street hevur upplivað eitt av ringastu Jólaaftan - so skrivar Wall Street nokk søgu - tí longu 2. Jóladag fóru indeks-tølini hjá Dow Jones upp í loft aftur og sikkurt meiri enn hvat Dow Jones nakrantíð hevur megna uppá ein dag.

Don Jones stendur aftanfyri Coca Cola, Microsoft og fleiri aðrar stórar fyritøkur.

JáH (y) 27.12.2018

Comments

Ewald Kjølbro gevst sum stjóri á Landsverki

19/12/2018

Comments

 
Billede
​Ewald Kjølbro er í dag farin frá sum stjóri á Landsverki.
 
Grundarlagið fyri avgerðini er byggimálið Glasir.
 
Ewald Kjølbro og Samferðslumálaráðið hava í felag avgjørt at enda samstarvið.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer skjótast møguligt at seta ein fyribils stjóra at røkja uppgávur stjórans á Landsverki.

 
Nærri kunning:
​
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, fartlf 211196, 
www.smr.fo

JáH (y) 19.12.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Tríggjar vikur til árslok - og hvat so?

9/12/2018

Comments

 
Billede
Mangan hevur verið trupult at fáa kabalina at ganga upp. Men síðstu árini‚ síðan vit gjørdu íløgu í frystarí‚ hevur gingið betri. Men tá tað er sagt‚ so haldi eg ikki‚ at eg taki munnin ov fullan‚ tá eg sigi‚ at í mun til okkara virksemi og okkara ráðlegging av virkseminum‚ so hava vit í løtuni tað mest óseriøsa stýrið‚ ið nakrantíð hevur umsitið okkara fiskatilfeingi.

Ætlanirnar‚ tosið og meiningarnar eru á einum so út av lagi støði‚ at best er at halda seg uttanfyri kjakið‚ tí tað tykist mær synd í teimum 17‚ ið bera hetta á mál‚ og eg dugi illa at koma við konstruktivum viðmerkingum. Antin hevur mann verið tileinkisgjørdur‚ og tað sum verri er‚ í tveimum reisum havi eg verið undir persónligum álopum frá tingsins røðarapalli‚ har eg havi verið kallaður lygnari og propagandaberi. Hetta hevur smakkað mær sera illa. Men lat meg líka lufta nøkur fakta út í bláan heim‚ so er tað gjørt.

Mann kundi hugsað sær‚ at eitt lítið óbetýðiligt reiðarí sum Ågot ikki hevði so stóran týdning fyri lokalsamfelagið. Men støðan er tann‚ at seinastu 3 árini hevur Ågot ført 60 mill. kr. um kajkantin her norðuri.

Av hesum er peningaliga umfordeilingin nøkulunda soleiðis:

1. áleið 50% fara til lønir (beinleiðis í samfelagið)

2. Áleið 45% fara til ymiskar útreiðslur (Av hesum liggur tað mesta eftir beinleiðis í lokalsamfelagnum ella føroyska samfelagnum) bert áleið 10-15 mill. fara beinleiðis av landinum.

3. 5% eru til fornýggjan.

Í stuttum kann sigast‚ at áleið 50 mill kr. eru komnar beinleiðis inn í samfelagið um lúnningina á Ågot síðstu 3 árini. Tá havi eg ikki tikið við‚ at fiskurin verður virðusøktur á landi - lat tað fara.

Men hvussu eru so arbeiðsumstøðurnar hjá einum felag sum Ågot. Jú‚ tað er eisini hampiliga stutt at lýsa:

1. Umskipanin av fiskiskapinum á landgrunninum er ikki komin á mál. Men har hava vit í tilgongdini ligið alt frá áleið - atgongd til fiskarí í hálvan mánað í 2019‚ til tað síðsta‚ sum nú liggur á borðinum‚ atgongd til 3-4 mánaðir fiskarí í 2019. Tað eru tríggjar vikur eftir av árinum‚ og vit vita ikki‚ um vit eru keyptir ella seldir.

2. Ågot umsitur 100 dagar á Føroya Banka‚ sum eg meini er tað mesta‚ ið nakar umsitur. Men har hevur nýggja skipanin viskað alla okkara íløgu burtur. Landsstýrismaðurin avger sjálvur við kunngerð - Her er einki hjá okkum at gera‚ uttan at avskriva íløguna.

3. Garnaloyvið hevur ikki verið ígjøgnum politisku mylluna enn‚ tí tað hevur verið sæð sum ein vinna við lítlum virðum. Politiska skipanin hevur arbeitt við einum embætisáliti‚ har TAC er á veg fyri svartkalvan. Hetta fer at forpurra hesa vinnu. Men lukku tí‚ hetta kemur nokk at liggja á láni eina tíð afturat‚ vænti eg.

4. Ísland hava vit ikki møguleikar‚ og koma heldur ikki at hava møguleikar har.

5. Í Grønlandi verða vit væntandi partur av felagskvotuni komandi ár‚ um ikki broyting kemur í. Nøkur tons væntandi

6. Flemish Kap er ein tann mest "high risk" vinnan í Føroyum í løtuni. Tað er sum at spæla lotto. Hetta er eitt olumpiskt fiskarí. Fiskimálaráðharrin ynskir‚ at hetta skal halda áfram‚ hóast áhaldandi áheitanir frá allari vinnuni‚ bæði á sjógvi og landi.

Sum sagt‚ so eru 14 dagar til jóla og 21 dagar til nýggjárs. Vit vita ikki‚ um vit eru keyptir ella seldir‚ og 15 mans og familjur teirra standa spyrjandi‚ hvat arbeiðsgevari teirra kann bjóða teimum um 21 dagar. Men fast stendur tað‚ at sp/f Ågot hevur spýtt 50 mill. kr. beinleiðis inn í tað føroyska samfelagið síðstu 3 árini. Eg kann leggja afturat‚ at Sp/f Ågot hevur havt vinnuligt virksemi á sjónum síðani 1993

Eyðstein Ó. Poulsen
Facebook 10.12.2018

Comments

Hjá Jórun eitur nú Amarant

1/12/2018

Comments

 
Billede
​Var og keypti morgunbreyð til mammu og pápa, nú pápi fyllir 81 ár ídag og tá fekk eg at vita nýggja navni hjá Bakaríinum hjá Jórun og nú eitur bakaríið Amarant.

Tað var í 2017 at felagið hjá Palli hjá Mariannu keyptið bakaríið hjá Jórun og nú 1. desember hevur tað skift navn.

Í tí sambandinum verður hugnaløta, har Amarant bjóðar til jólakøkuborg og kaffi frá klokkan 14 til 17.

Vit ynskja Amarant tillukku við nýggja navninum.

SáH

Billede
Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.