NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Grindaskeið í mai

2/5/2024

Comments

 
Picture
Nú verða aftur grindaskeið.

Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara.

Tvey skeið verða hildin – eitt í Tórshavn og eitt í Suðuroy.

Í Tórshavn:
Skeiðið verður í Eysturskúlanum mikudagin 8. mai 2024 kl. 18.

Í Suðuroy:
Skeiðið verður í Miðnámsskúlanum í Grønudali fríggjadagin 10. mai 2024 kl. 18.

Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.

Sambært grindakunngerðini er grindaskeið og loyvisprógv kravt fyri at hava loyvi til at avlíva hval. Bert persónur, sum er 16 ár ella eldri, og sum hevur loyvisprógv fyri at hava luttikið á grindaskeiði, kann avlíva hval.

Á grindaskeiði fæst kunning um grindalóggávu, grindareiðskap, drápshátt, brúk av mønustingara og grindaknívi og staðfesting av deyðseyðkenni hjá hvali.

Fyri at luttaka í grindarakstri og grindadrápi, sum vanligt, krevst ikki grindaskeið.

Øll kunnu fara í grind, bæði í báti og á landi, sum vanligt hevur verið, uttan at hava grindaprógv.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Góður ársfjórðingur hjá Føroya Banka

1/5/2024

Comments

 
Picture
​Føroya Banki kunnger í dag roknskapartølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Hóast tíðarskeiðið hevur verið merkt av hægri niðurskrivingum, eru úrslitini sum heild góð.

Úrslitið fyri skatt er 70 mió. kr., sum er eitt vet lægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið úrslitið fyri skatt var 75 mió. kr.  Nøktandi úrslitini stava í høvuðsheitum frá rentuinntøkum, avkasti á eginognini og eini góðari javnvág millum inntøkur og útreiðslur.

Kundarnir hava tað gott hóast niðurskrivingar
Umframt nøktandi úrslit henda fyrsta ársfjórðingin í 2024 hevur tíðarskeiðið eisini verið merkt av niðurskrivingum. 2023 var sjeynda árið á rað, har bankin afturførdi niðurskrivingar, men sum áður fráboðað, verða niðurskrivingar helst á einum meira vanligum støði í ár samanborið við undanfarnu árini.

”Hóast vit sígga eina øking í niðurskrivingum, so er hetta ikki eitt tekin um, at okkara kundar sum heild hava tað trupult. Hyggja vit til dømis eftir troti, skáum og samansparingunum, sum kunnu siga nakað um, hvørt kundarnir hava fíggjarligar avbjóðingar ella ikki, so eru eingi tekin um, at kundarnir ikki klára at svara sínum skyldum. Vit síggja enntá eina hækking í samansparingunum seinastu árini.”, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Tey seinastu árini hava í stóran mun verið skiftandi. Bæði korona, geopolitiskir spenningar, sveiggj á virðisbrævamarknaðinum, hækkandi inflatión og fleiri rentuhækkingar hava elvt til eina støðuga búskaparliga óvissu í heiminum.

”Sum ein tann størsti peningastovnurin í landinum er tað okkara leiklutur at skapa fíggjarligar møguleikar, men tað er eisini okkara skylda at virka fyri fíggjarligum tryggleika. Vit eru tí fegin um, at okkara kundar hava staðið seg væl í einum avbjóðandi tíðarskeiði. Vit fylgja støðuni neyvt og hava allatíð fyri eyga at ráðgeva okkara kundum við atliti at skiftandi tíðum, soleiðis at kundin kann vera so fíggjarliga tryggur sum gjørligt, sama hvussu búskaparliga støðan annars er”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Lækkað gjøld og hægri innlánsrenta

Tíðarskeiðið hevur eisini verið merkt av, at bankin í byrjanini av árinum valdi at lækka fleiri gjøld og at gera Netbankan ókeypis fyri allar privatkundar. Sostatt kunnu allir privatkundar fáa Netbanka ókeypis og gera flytingar – annaðhvørt vanligar ella sum inngjaldskort – púra ókeypis.

Í farna ári hækkaði bankin eisini innlánsrentuna í fleiri umførum, soleiðis at kundar nú kunnu spara saman við rentu.

”Vit hava bestu innlánsrentuna á vanligum kontum uttan binding. Okkara kundar kunnu tí fáa meira fyri sínar pengar uttan at binda pengarnar. Vit hava eisini hækkað rentuna á øðrum kontum, og tað er gott at síggja, at alsamt fleiri kundar hava tikið av hesum møguleikunum, tí tað kann gera stóran mun hjá einstaka kundanum at hava sínar pengar standandi á eini kontu við góðari rentu”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Útlitini fyri restina av árinum
Útlitini fyri restina av árinum eru sum heild góð. Roknskapartølini bera boð um nøktandi úrslit higartil, og hóast niðurskrivingarnar eru hækkaðar nakað, so eru væntanirnar til samlaða úrslitið fyri árið óbroyttar. Bankin væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225-255 mió. kr.

Útgangsstøðið hjá føroysku húsarhaldum og fyritøkum er sum heild eisini gott. Renturnar fara helst at lækka í ár, tó ikki við tí ferðini og títtleikanum, sum renturnar hækkaðu í fjør. Harumframt eru møguligar rentulækkingar eisini treytaðar av, at inflatiónin lækkar. Inflatiónin er tálmað nakað, men ikki so nógv, sum marknaðurin áður hevur væntað.

Roknskapurin í stuttum
Úrslitið eftir skatt er 55 mio. kr. samanborið við 61 mio. kr. sama tíðarskeið í 2023.
Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar er 70 mio. kr. samanborið við 49 mio. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Niðurskrivingar á útlánum eru 23 mió. kr. Til samanberingar afturførdi bankin niðurskrivingar fyri 8 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør.
Útlánini eru hækkað úr 8,4 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 8,9 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár.
Realkredittlánini eru 2,6 mia. kr. og eru áleið tað sama sum fyrsta ársfjórðing í fjør.
Innlánini eru hækkað úr 8,5 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 8,9 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár.
Solvensurin íroknað NEP-kapital er 39,9%.

Leiðslan væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225-255 mió. kr.

Føroya Banki

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.