NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Gadus farin til fiskiskap

24/5/2017

Comments

 
Billede
Beint eftir miðnátt loysti Gadus frá bryggju í Klaksvík og legði leiðina eystureftir í Barentshavi.

Gadus kom á Klaksvík í síðstu viku, so steðgurin hevur verið stuttur hesuferð.

Væntandi fara teir í russiskan sjógv, har flakatrolarin Enniberg í løtuni rokast. Fiskiskapurin hjá teimum er sera góðir í løtuni.

Vit ynskja Skipara og manning skjótan og góðan túr.

Tit eru vælkomin at senda Norðoya Portalinum myndir og tíðindir, hetta hevði glett okkum nógv her heima, send myndir og tíðindir frá túrinum, klikk her: klips.fo@live.dk

SáH

Comments

Gadus farin at sigla heim

14/5/2017

Comments

 
Billede
Fyri góðum tveimum tímum síðani fór Gadus at sigla heim. Teir hava fult skip, umleið 760 tons

Teir fóru avstað tann 23 mars og hava teir roynt í norskum og russiksum sjógvi.

Vit ynskja skipara og manning góða heimreisu.

SáH 

Comments

Gadus næstan fullað last

13/5/2017

Comments

 
Billede
Fríggjadagin høvdu teir 700 tons og so manglar sera lítið í til fullað last.

Gadus fór avstað síðst í mars, so hetta hevur verið ein skjótir túrur.

Væntandi fara teir at sigla heim í hesari vikuni. Framvegis gott fiskarí.

​SáH

Comments

Pamiut GR-6-251 farin til Grønlands aftur

10/5/2017

Comments

 
Billede
Pamiut GR-6-251 legði frá landi kl. 19.00 í kvøld. Hann ýldi nakrar ferðir við lúrinum og so fór hann við spentar ál út gjøgnum vágna.

Havgranskinarskipi Pamiut hevur ligið við bryggju í Klaksvík síðani oktober mánað og einamest  við stórukaj, so tað verður saknur í hasum farvaða skipinum.

Leiðin hjá teimum gongur til Grønlands aftur og skiparin er Klaksvíkingurin Birgir Sivertsen.

Vit ynskja skipara og manning góða ferð yvir til Grønlands og vónandi síggja vit tykkum aftur  í Klaksvík seinni í ár.

SáH

Comments

​Opið bræv til Føroya Landsstýri

8/5/2017

Comments

 
Billede
Vit umborð á Sjúrðarberg eru skelkaðir av at hava eitt landsstýrið, sum hevur so lítla virðing fyri okkara sjófólki, sum hendan fiskivinnunýskipanin vísir seg at hava. Fakta er tað, at JFK má minka í Barentshavinum, og JFK kemur at minka við Sjúrðarberg.

Við hesum skipinum eru nógvir ungir mans, sum hava lagt lunnar undir familju tey seinastu árini og koma at standa uttan arbeiði næsta ár, um hetta uppskotið verður samtykt. Tað kemst hvørki av dugnaloysi ella fiskaloysi, men av einari óhugnaligari øvund, sum skríggjar til himmals í hesum uppskotinum. Manningin umborð, umboðar 8 oyggjar í Føroyum so tað kemur at raka um alt landi tá skipið er lagt. Í verandi løtu liggja vit í russiskum sjógvi og fáa nógvan fisk, men tó kennist tað sum ein lang jarðarferð umborð her, og hugurin er einki serligur.
​
Vit vilja ikki lata hetta fara fram við borðinum uttan at gera vart við okkara ónøgd, og somuleiðis vilja vit hava eitt svar frá Landsstýrinum (Høgna), um hví vit skulu sendast til hús. Klára tit veruliga ikki at seta ein fiskivinnureform saman, uttan at jarða vinnuna fyrst?

Manningin umborð á Sjúrðarberg

Comments

​Samhuga- og mótmælisskriv frá Ennibergi

8/5/2017

Comments

 
Billede
Skamm fái tykkum, ið manna landstýri og samgongu, Javnaðarflokk, Tjóðveldi og Framsókn, at tit máa støðið undan føroyskari fiskivinnu, undan okkum føroysku fiskimonnum og undan búskapi Føroya sum frá líður, við tykkara skaðiligu nýskipan.

Tit 17 tingmenn og tykkara landstýrisfólk skriva søgu sum teir politikarar, ið fara at hava beint fyri landsins høvuðsvinnu á sjógvi og landi, sum føroyingar hava kent hana, sum fiskimenn hava stríðs fyri og í henni og hava – sum fyrsta lið í ’føðiketuni’ - føtt og klætt Føroya fólk í fleiri mansaldrar.

Tykkara almenna uppboðssøla drenar inntøkurnar frá føroyskum fiskimonnum niður í landskassan til at keypa tykkum atkvøður fyri. Hon tømir fiskivinnuna fyri kapital til nýggjar íløgur og nýggj vinnulig framtøk og tískil til komandi virðisskapan.

Fyrsta álop tykkara á fiskivinnuna sær út til at raka JFK harðast, so at Sjúrðarberg verður bundin við kei og manningin koyrd í land, og so at onnur fólk og onnur pláss í landinum enn tey, ið skapa virðini úr fiski okkara, kunnu fáa almenna inntøku ístaðin.

Tykkara fyrsta atsókn verður ikki hin seinasta, tá domino-effektin byrjar. Hon endar við, at vit ongar fiskimenn við sømiligum inntøkum eiga eftir, tí allur fiskur okkara verður veiddur av útlendskum leiguskipum við útlendskum fiskimonnum umborð (Anita umaftur) og bert føroyskum strámonnum eftir í vinnuni.

Við hesum fáu orðum vlja vit heilsa og stuðla manningini á Sjúrðarbergi, og øllum teimum manningum, ið fara at missa arbeiðið, tá ið landstýrið hevur tjóðartikið alla høvuðsvinnuna.

Vit taka undir við hvørjum orði, okkara starvsfelagar á Sjúrðarbergi hava skrivað.

Eftir okkara meting fer uppskotið um ’nýskipan’ (kollrenning) av fiskivinnuni at forkoma høvuðsvinnu Føroya, ið vit føroyingar skylda alla okkara tilvera sum framkomið land.

Vit lýsa samhuga við manningini á Sjúrðarbergi og vit mótmæla fiskivinnupolitikki sosialistiska landstýrisins og samgongunnar.

Fý vorðið tykkum, Javnaði, Tjóðveldi og Framsókn. Tit fara at hava nógv á samvitskuni. Men tykkara samvitska er kollektiv og nívir tykkum ikki so tungt.

Virðiliga,
Manningin á Ennibergi

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly