NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ein millión í sóttarhald í Wuhan

28/7/2022

Comments

 
Picture
​Wuhan er blivin stongt niður eftir at 4 nýggir tilburðir av Korona eru staðfestir.

Tað almenna hevur bannað stórum mannafjøldum at møtast og matstovur, biografar og stuttleikahús skulu lata aftur.

Hetta er í økinum Jiangxia og biðja tey fólkini at halda seg innandura inntil tamarhald er á støðuni aftur.

Í Kina ganga tey sera høgt uppí Korona og hava tey eina null loysn, so Korona ikki spreiðir seg.

SáH

Comments

Vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild í 2022

28/7/2022

Comments

 
Picture
Í kunngerðini um veiðu eftir norðhavssild fyri 2022 verður er ásett, at 3.500 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mánadagin 22. august 2022.

Nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Nærri kunning fæst her.

Fiskimálaráðið

Comments

Stýrið fyri Íleggingargrunnin afturvalt

7/7/2022

Comments

 
Picture
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur afturvalt:

Palla Ziskason, formann
Anfinn Kallsberg
Guðrið Højgaard
Oyvind Brimnes
Brynhild Høgnadóttir

í stýrið fyri Íleggingargrunnin frá 1. juli 2022 og 4 ár fram.

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar er settur á stovn við Fólkatingslóg nr. 28 frá 29. januar 1964, sum seinast er broytt við lóg nr. 512 frá 27. mai 2013 om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. Virksemið hjá Íleggingargrunninum er ásett í kunngerð nr. 119 frá 23. oktober 1996. Grunnurin verður ofta nevndur 60-milliónagrunnurin, tí upprunastovnsfæið var 60 mió.kr.

Endamálið hjá grunninum er at veita figging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervið og líknandi, ið vera mettar neyðugar ella ynskiligar til menning av føroyskum vinnulívi, og har onnur figging ikki kann útvegast á nøktandi hátt. Grunnurin kann í ávísan mun eisini veita fígging til privatar vinnufyritøkur og felagsskapir við almannagagnligum endamáli. Harumframt kann grunnurin veita lán til stovnar ella aðrar grunnar, sum veita lán ella annan stuðul til privatar, almennar ella hálvalmennar vinnufyritøkur og fíggjarstovnar.

Grunnurin hevði eitt avlop á 17,3 mió.kr. í 2021.

Ognirnar eru tilsamans: 689 mió. Kr.

Harav:

Útlánini eru: 199 mió.kr.

Virðisbrøv og tøkur peningur er: 484 mió.kr.

Onnur áogn er: 6 mió.kr.

Grunnurin hevur givið tilsøgn um lán á samlað 50 mió.kr.

Fíggjarmálaráðið

Comments

​Faroe Ship undirskrivað sáttmála við MTV-Byggivirkið um bygging av nýggjum pakkhúsi, frystigoymslu og verkstaði

1/7/2022

Comments

 
Picture
Faroe Ship og MTV-Byggivirkið hava í dag skriva undir sáttmála um at byggja nýggjar bygningar á Skansabryggjuni. 

Nýggju bygningarnir verða tilsamans 5.100m2 til støddar afturat verandi 1.500m2 í Gráa Pakkhúsi. 
Bygningarnir verða eftir ætlan lidnir á heysti 2023.

Nýggju bygningarnir verða knýttur at verandi Gráa Pakkhúsi og koma í staðin fyri tað, sum í dag verður kallað Svarta Pakkhús. Svarta Pakkhús verður tikið niður í sambandi við umskipanina av økinum á Eystaru Bryggju. 

Umskipanin av økinum á Eystaru Bryggju hevur eisini við sær, at Faroe Ship hevur ætlanir um at byggja nýggja høvuðsskrivsstovu í sama øki sum nýggju bygningarnir. Samráðingar eru við MTV-Byggivirkið um hesa verkætlanina.  

Mortan Vang, stjóri á MTV-Byggivirkið, og Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, skrivaðu undir sáttmálan.

Faroe Ship

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.