![]() Ågot hevur nú sett gørnini, og sum vit skilja á Norðoya Portali so kemur Ågot longu heim aftur í kvøld. Tað er sanniliga deiligt, at tað gongur gott hjá skipinum Ågot - sum hevur verið (og er) ein mansogn hjá klaksvíksingum, tá jólini byrja at nærkast (her kanska serliga hugsa um Ågot sum Jólaskip) Væntandi kann roknast við, at Ågot skjótt fer avstað aftur at veiða. JáH (y) 30.10.2014 ![]() Í kvøld fer Ågot avstað aftur at leggja gørn - eftir at hava ligið stillur í nakrar mánaðir eftir at Slættaberg rendi á síðuni av Ågot í februar. Les/Hoyr grein HER Hjaltur Poulsen hevur verið mangar túrar hesa tíðina í Havn har skipið hevur ligið á dokk - fyri at tjekka - nær teir vera lidnir við Ågot. Nú gleðist hann nokk sum eitt smábarn, at sleppa avstað aftur - tí Ågot hevur ligið stilt so leingi. Hvussu nógvan pening Ågot hevur mist - er ilt at spáa um - og hvussu nógv endurgjald Ågot í veruleikanum fær aftur vita vit heldur ikki á Norðoya Portali. Men talan er um nógvar milliónir krónir. Beint fyri vanlukkuna tjendi Ågot við manning nógvan pening uppá at fiska - og sera harmuligt hevur tað verið hjá skipinum við manning, at missa so nógvar túrar, sum teir hava mist í ár. Men nú kemur vónandi vend í aftur hjá Ågot og vit á Norðoya Portali ynskja Ågot við manning ein skjótan & góðan túr. JáH (y) 28.10.2014 ![]() Í løtuni landar Fagraberg í Fuglafirði hjá Pelagos og tað hevur gingið sera væl at landa - síðan teir byrjaðu fríggjamorgun. Gongur sum nú - so vera teir longu lidnir við at landa sunnudagin um døgurðatíð og tað eru mennirnar umborð sera fegnir um. Virkið Pelagos í Fuglafirði gongur sera væl og nógv ferð hevur verið á virkinum nú tað byrjaði í august í ár. JáH (y) 25.10.2014 ![]() Útflutningur og innflutningur er dagførdur fram til og við august og er at finna í hagtalsgrunninum her. JáH (y) 20.10.2014 Kelda: Hagstova Føroya ![]() Úr fólkateljingini ber til at síggja, hvussu inntøkan broytist við hækkandi útbúgving. Útbúgving er flokkað í 4 høvuðsbólkar eftir útbúgvingarstigi, og inntøka er tøk ársinntøka, tvs. eftir skatt, og er bólkað í 4 inntøkubólkar. Aldursbólkurin er 25 - 64 ár, tí her eru tey flestu liðug við teirra útbúgving og tey eru enn virkin á arbeiðsmarknaðinum. Les meira HER JáH (y) 16.10.2014 Kelda: Hagstova Føroya ![]() Fagraberg hevur roynt eftir makreli nakrar túrar og tað hevur bara gingist væl hjá teimum. Seinasta túr royndu teir tó eftir sild - nú makreltíðin er um at vera liðug. 1200 tons av sild eru landaði hjá Pelagos í Fuglafirði síðan mánakvøldið og Fagraberg fer avstað longu í dag. Vit á Norðoya Portali ynskja Fagraberg við manning ein skjótan & góðan túr við Guð's signing. JáH (y) 16.10.2014 ![]() 31. juli 2014 var fólkatalið 48.723. Í tólvmánaðarskeiðinum frá 1. august 2013 til 31. juli 2014 var burðaravlopið 261, og nettoflytingin til Føroyar var 64 fólk. Fólkatalið vaks sostatt við 325 fólkum. Les meira HER JáH (y) 15.10.2014 Kelda: Hagstova Føroya ![]() Triðja ársfjórðing vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 1,9 milliard kr. Tað eru 25 milliónir meira enn í øðrum ársfjórðingi. Framgongdin er 1,3%. Tað hevur verið framgongd í øllum ársfjórðingum í ár. Í fyrsta ársfjórðini var framgongdin lítil, bert 0,2%, men bæði øðrum og triðja ársfjórðingi hevur framgongdin verði trivalig, ávíkavist 2,4 og 1,3%. Les meira HER JáH (y) 13.10.2014 Kelda: Hagstova Føroya |
|