
Les/Hoyr grein HER
Hjaltur Poulsen hevur verið mangar túrar hesa tíðina í Havn har skipið hevur ligið á dokk - fyri at tjekka - nær teir vera lidnir við Ågot.
Nú gleðist hann nokk sum eitt smábarn, at sleppa avstað aftur - tí Ågot hevur ligið stilt so leingi. Hvussu nógvan pening Ågot hevur mist - er ilt at spáa um - og hvussu nógv endurgjald Ågot í veruleikanum fær aftur vita vit heldur ikki á Norðoya Portali. Men talan er um nógvar milliónir krónir.
Beint fyri vanlukkuna tjendi Ågot við manning nógvan pening uppá at fiska - og sera harmuligt hevur tað verið hjá skipinum við manning, at missa so nógvar túrar, sum teir hava mist í ár. Men nú kemur vónandi vend í aftur hjá Ågot og vit á Norðoya Portali ynskja Ågot við manning ein skjótan & góðan túr.
JáH (y) 28.10.2014