NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Sjúrðaberg komin heim við fullari last

10/4/2018

Comments

 
Billede
Klokkan 15.30 legði Sjúrðaberg at niðanfyri N.F.C.S.

Fitt av fólki vóru og tóku ímóti.

​Sjúrðaberg hevur roynt í norðskum sjógvi og er fullfermdur nú hann er komin til Klaksvíkar, umleið 750 tons.

Skiparin hendan túrin var Ásmund Olsen og við vóru 17 mans.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

SáH

Comments

Kina: Nýggjar tíðir fyri framman

9/4/2018

Comments

 
Billede
Eftir at Kina og Amerika hava verið í handilskríggi í fleiri vikur, so lovar Kina at seta tollin av bilum niður, lata upp finanssektorin og styrki um rættindi innan telduheimin. 

Øll tiltøk stendur høgt uppi á listanum við krøvunum frá Amerika. Donald J. Trump gav Kina kritikk seinasta mánadag, at Kina setti meiri toll á bilar. Forsetin úr Kina Xi Jinping lovar, at nýggjar tíðir eru fyri framman og Kina ynskir at finna eina loysn skjótast gjørligt, veit NTB at siga frá.

JáH (y) 10.04.2018

Comments

2,2 milliardir goldnar í løn fyrsta ársfjórðingin

9/4/2018

Comments

 
Billede
​Tølini fyri lønargjaldingar í mars eru tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn og vinnugrein. Talvurnar eru nú víðkaðar við ártíðarjavnaðum tølum, trendi og mánaðarligum broytingum í trendi fyri teir fýra høvuðsvinnugreinabólkarnar.

Fyrsta ársfjórðing vóru 2,2 milliardir krónur goldnar í løn.

Tá hugt verður eftir trendinum, so er vøksturin 32 milliónir krónur ella 1,4% fyrsta ársfjóring 2018 í mun til 4. ársfjóring 2017. Frá 1. ársfjóringi 2017 til 1. ársfjóring 2018 var vøksturin 106 milliónir ella 4,8%.

Les meira HER

JáH (y) 10.04.2018
Kelda: Hagstovan 

Comments

Íðka og Fysioklinikk 1 ára føðingardag

6/4/2018

Comments

 
Billede
Í samband við at tað er 1 ár síðan ÍÐKA og FYSIOklinikk lótu upp á Bøgøtu 38, hátíðarhalda vit dagin leygardagin 7. apríl kl. 13. Øll eru hjartaliga vælkomin.

ÍÐKA bjóðar kaffi, kaku og frukt. 
Danny frá DANNY & THE VEETOS kemur at syngja og spæla.

Til ber at tekna sær eitt leypandi hald og fáa eitt innlimingartilboð. Hetta tilboðið er galdandi resina av apríl mánaða.

Eisini verður møguligt at royna allar okkara holdvenjingar ókeypis, frá mánadegnum 9. apríl til fríggjadagin 13. apríl. Tilmelding er neyðug. 

​Kl. 16.00 burturluta vit ein gávuposa, virði á 400 kr. millum øll, sum koma í føðingardag.

Kl. 13.00 - 16:00 bjóðar FYSIOklinikkin inn til niðurskorna frukt, kaffi og the. Møguleiki er fyri at seta fysioterapeutunum Bárði og Jóhan spurningar og fáa vegleiðing innan endurvenjing‚ viðgerð og venjing. 
Sum nakað serligt, bjóðar FYSIOklinikkin 20% í avsláttri fyri persónliga venjing.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Comments

Kina og USA hótta hvønn annan við fleiri handilstiltøkum

5/4/2018

Comments

 
Billede
Kina er til reiðar at fara allan vegin við einum handilskríggi ímóti USA - hava mynduleikarnir boða frá.

USA hóttir við at koyra toll á enn meiri vørir úr Kina - men Kina sigur, at teir gera tað sama, um USA velur at fara tann vegin.

JáH (y) 06.04.2018



Comments

Klakkur júst afturkomin av Íslandi

5/4/2018

Comments

 
Billede
Fyri løtu síðani legði Klakkur at á vesturbryggjuni í Klaksvík.

Teir hava verið undir Íslandi og hava umleið 290 tons.

Veiðan verður løgd upp hjá N.F.C.S.
​
SáH

Comments

Tina Joensen frá Klaksvík gjørdist mánaðar arbeiðsfólk í Føtex í sentrinum City Vest

4/4/2018

Comments

 
Billede
Tað er ikki á hvørjum degi, at man fær eina risa plakat hangandi av sær har man arbeiðir, men tað hevur Tina nú í stóra matvøruhandlinum Føtex í City Vest.

Dótturin gjørdist mánaðar arbeiðsfólk í mars og tá ið hon kom til arbeiðis í gjár, var hendan plakatin hongd upp av henni og har tey skriva nøkur rósandi orð um Tinu.

Stórt tillukku Tina, vit eru errin av tær.

SáH
​

Comments

Afturlatin uppboðssøla er rættvísast

4/4/2018

Comments

 
Billede© KVF
Tað heldur Høgni Hoydal, sum heldur fast um sína ætlan at bjóða út fiskirættindi á afturlatnari uppboðssølu.

Samanumtikið meti eg, at afturlatin uppboðssøla er ein rættvís skipan, har øll kappast á jøvnum føti. Harnæst verður keypið avgreitt eins fyri øll. 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur fast um sína ætlan at bjóða út fiskirættindi á afturlatnari uppboðssølu. Hann hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi um afturlatnu uppboðssøluna.

Les meira HER

JáH (y) 04.04.2018
Kelda: KVF (Høgni Djurhuus)

Comments

Stríðið ímillum USA og Kina farið ígongd

2/4/2018

Comments

 
Billede
Stríðið ímillum USA og Kina hevur fingið virði á ymiskum partabrøvum at falla við ávíkavist 1,51 prosentum og 1,25 prosentum.

Børsurin í Asia fall - tá ið Kina kunngjørdi ígjár, at teir fóru at áseta toll á 128 amerikanskar vørir.

Amerikanski forsetin hevur sagt, at hann fer at seta ymiskt handilstiltøk ígongd - tí at hann metir at Kina sleppur ov lætt, tá ið talan er um handlar ímillum londini bæði.

JáH (y) 03.04.2018

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly