NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Norrøna takkar fyri eitt gott summar

27/8/2017

Comments

 
Billede
​Takk fyri enn eitt gott summar
Summarsiglingin er av á hesum sinni, og vetrarsiglingin byrjar komandi mánadag. Norröna hevur í summarsiglingini siglt tvær ferðir til Danmarkar og eina ferð til Íslands um vikuna.

Í vetrarsiglingini fer Norröna at sigla eina ferð til Danmarkar og eina ferð til Íslands um vikuna. Skipið hevur verið at kalla fult allar fráferðirnar bæði til Íslands og Danmarkar. Føroyingar ferðast al oftast til Danmarkar, har tey annaðhvørt vitja familju og vinir, ella gera sær dælt av góðu frítíðarstøðunum. Eisini eru tað nógv, sum koyra suður til heitari lond og uppliva nógvar ymiskar og áhugaverdar mentanir á sama teini.

Ferðamálið Ísland er sera væl dámt millum útlendingar, men eisini føroyingar eru at hóma á túrunum til Íslands. Flestu teirra koyra runt Ísland og uppliva stórslignu og áhugaverdu náttúruna, har blíðskapurin hjá íslendingum er í hásæti. 

Vit vóna, at okkara ferðandi hava merkt blíðskapin frá okkara starvsfólkum bæði á landi og á sjónum, og vóna at síggjast umborð aftur í ár ella komandi ár.

SáH

Comments

​22.000 fleiri í arbeiði í Danmark

22/8/2017

Comments

 
Billede
​Sambært "Danmark Statistik" komu 22.000 fleiri í arbeiði í Danmark teir fyrstu seks mánaðarnar í ár.

Í byggivinnuni komu 2500 fleiri í arbeiði. Bara í juni komu 4.000 í arbeiðið og harav vóru 400 sum fingu arbeiðið í Byggivinnuni.

Eftir eina framgongd uppá fýra prosent í 2016, væntar Dansk Byggeri, at framgongdin at skaffa fólki arbeiðið í Byggivinnuni, verður
trý prosent í 2017 og 2018 og tað klárar Byggivinnan væl handfara.

SáH

Comments

​Tilfeingisrentan er 43 milliónir – ikki ein milliard

21/8/2017

Comments

 
Billede
Til seinasta løgtingsval royndi serliga løgmaður, at spæla jólamaður og bjóðaði palliba pengar. Í KVF segði Løgmaður, at uppboðssølan kundi geva 700 milliónir og onkur hevði nevnt 900 milliónir.

Tað kann verða at Løgmaður ikki veit betri og einans lurtar eftir ávísum búskaparfrøðingum. Men hetta var kola svørt lygn.

Vit hava seinastu 17 árini hoyrt búskaparfrøðingar tosa um óvanliga stóran vinning. Tað sum á føroyskum verður nevnt tilfeingisrenta.

Við til hetta skemt hoyrur, at fremstu fortalarar fyri uppboðssølu konsekvent avnokta, at teir vita nakað um fiskivinnu. Men teir hava skil fyri búskapi siga teir. Vit búskaparfrøðingar hava teir sagt í fleiri ár. Nú hava teir slaka og Jóannes sigur, Eg og Herman.

Í 2015 kom Sjúrður Skaale við einari frágreiðing sum T Trondesen hevði gjørt. Men Trondesen er eisini ein, sum ongantíð hevur fingist við uppboðssølu og harumframt heldur at landið skal eiga alt yvirskot. Og tað var greitt áðrenn hann var biðin um at geva sína tilráðing. Fyri ikki at tala um, hvønn hann tosaði við í Føroyum.

Búskaparfrøðingar eins og aðrir frøðingar hava ymiskar meiningar. Men tað kann sigast við rættuliga stórari vissu, at teir sum tosa um uppboðssølu, hava tað til felags, at teir liggja til vinstru og at allir sum ein tosa um at landið skal hava alt yvirskot og vinnan minst møguligt. Felags fyri teir sum tosa um uppboðssølu er eisini, at teir lítlar og ongar royndir hava við uppboðssølu.

Fyri at tosa seriøst um uppboðssølu er neyðugt at hava stóra vitan um tað sum skal seljast á uppboðssølu. Harumframt er eisini neyðugt at vita hvørji endamál eru og í hvørjari raðfylgju endamálini við einari uppboðssølu eru.

Paul Klemperer, sum hevur staðið fyri stórstu uppboðssølunum í heiminum sigur, aftaná at hava hugsa um tað, at tað ikki ber til at hava uppboðssølu í Føroyum. Tá Charles R Plott, sum í 40 ár hevur skipa fyri nøkrum av stórstu uppboðssølunum í heiminum, aftaná at hava kannað tað sigur, at tað ikki er skilagott at hava uppboðssølu av fiskirættinum í Føroyum, so átti tað at viga nógv. Teir søgdu also báðir, at tað ber ikki til at hava uppboðssølu í Føroyum. Og mótsætt øðrum, bæði útlendskum og heimligum, vita teir, hvat teir tosa um.

Rættuliga greitt er, at Ogn Føroya Fólks er íspunnin í búskaparráðnum ár 2000 Tað stó í lógini, men teir sum gjørdu lógini siga, at tað als ikki skuldi skiljast soleiðis, sum tað nú verður lagt út. Í bláa álitinum frá Johnny í Grótinum, stendur eisini, at einki er sum eitur Fólksins ogn. Men tað tímir eingin at spyrja hesar somu um. Ikki ein gong fiskimálaráðharrin fær hendan spurning.

Í 2014 gjørdi búskaparráðið eina roynd at rokna hvussu stór tilfeingis-rentan var. Og í sjónvarpsstovuni segði Herman Oskarsson at hann fyrihelt seg bara til eina frágreiðing. Út frá hesum er greitt, at Hermann og Jóannes als onga útrokning hava gjørt um hetta tilfeingisgjald, sum teir annars í tíð og ótíð lova føroya fólki gevur 1 milliard eyka í landskassan og umvegis skattalætta hevði tað givið hvørjum føroyingi kr. 20.000 eyka í lumman hvørt ár.

Tað er væl skiljandi at fólk trúgva slíkum jólamonnum. Tíverri duga teir alt ov illa at rokna og alt ov væl at reypa. Tí havi eg gjørt hetta roknistykki, soleiðis at palliba fær røttu søguna. Øll tøl eru úr

búskaparfrágreiðingini fyri 2014. Tó er milliardin eftir tí búskaparfrøðingar og persónligi ráðgevi løgmans pástanda á Facebook og aðrastaðni við.

Tilfeingisrenta av hýrum 396

Tilfeingisrenta reiðarar 76

Tilfeingisgjald goldið 70

Tilfeingisgjald í alt 542

Av hesum er goldið

Goldin skattur av hýrum 141

Partafelagsskattur 33

Tilfeingisgjald goldið 70

Goldið í Alt 244

Munur at gjalda 298

Av hesum manning 255

Av hesum reiðarar 43

Tær 70 miliónirnar blivu goldnar í 2012 og tí havi eg sett tær inn her. Frágreiðingin segði 472 mió. umframt hesar 70. Tilfeingisrenta av hýrum var rokna, tí at hýrur vóru mettar at verða alt ov høgar til ófaglærdar sjómenn. Mett var at kr. 400.000 árliga var rættari. Frágreiðingin gloymdi at taka hædd fyri at flestu skip hava 2 manningar og tí skuldi hýra pr. mann deilast í 2. Tað hevði broytt lutfallið nakað. Síðan samgongan tók við hava teir boða frá, at manningin skal ikki gjalda. Tí ber ikki til at fáa tær 396 milliónirnar í landskassan, sum Búskaparráðið annars roknaði við.

Út frá hesum sæst, at sambært útrokningum hjá Búskaparráðnum kann landskassin bert fáa 43 milliónir meira í landskassan.

Um vit rokna uppá milliardina hjá ávísum Búskaparfrøðingum og ávísum politikarum sær roknistykki soleiðis út.

Tilfeingisrenta 542

Effektivisering í heimaflotanum 341

Tilsamans 883

Reyp 117

Tilfeieingisgjald í alt 1000

Hetta er so tað, tey sum sleppa fram at í KVF siga. Men við at rokna eftir sæst at myndin ikki er so ljósareyð.

Búskaparfrøðiligt reyp 1000

Áður goldið -244

Bara reyp -117

Heit luft heimaflotin -341

Fiskimaðurin góðskrivaður -255

Eftir til reiðarar at gjalda 43

Útrokningin fyri heimaflotan er einki verd og brúki eg ikki tíð uppá at umrøða eina útrokning sum verður gjørd við at flyta tøl og rationaliseringar í nótaflotanum yvir á heimaflotan. Tað gevur onga meining. Harumframt vita øll, sum hava innlit í heimaflotan, at har er als einki at heinta. Kanska besta ár gevur okkurt, men í miðal er tilfeingisrentan negativ.

Nú síggja vit, at líka mikið hvussu vit rokna, so verður tilfeingisrentan 43 milliónir. Hetta er tað, sum ber til at fáa eyka í landskassan at geva skattalætta við. Tað sum vit annars hava fingið lovað var 20.000 skattafríðar krónur árliga.

Hesar 43 milliónirnar geva hvørjum føroyingi kr. 860,- árliga í skattalætta, jólagávu ella hvussu tað so verður deilt út.

Nú havi eg í øllum førum kvalifisera meg til titulin Ársins ljósasløkkjari.

Eivind Jacobsen

Strendur

P.S. Greitt er, at tilfeingisrentan er ójøvn frá árið til ár. Somuleiðis er greitt, at tilfeingisgjald sum goldið er umvegis uppboðssølu er munandi hægri enn búskaparliga forsvarligt. Og tað er her Winners Curse ger seg galdandi. Tað bleiv diskutera í Klaksvík seinasta ár og váttaðu reiðarar at so er. Somuleiðis vísa egnar útrokningar og samanberingar at boð á uppboðssølu eru munandi hægri enn tilfeingisrentan. Tað er tað skaðiligt fyri landskassan og palliba og eigur ikki at halda áfram.

Comments

​Básurin hjá JFK mest vitjaður á Sjómannadegnum 2017

20/8/2017

Comments

 
Billede
Køin tóktist onga enda at fáa, har fólk bíðaði eftir Fish & Chips frá Papas Barn í tímavís og sum JFK samtaki stóð fyri.

Longu ein tíma áðrenn Papas Barn opnaði stóðu fólk í kø og kl. 17.00 var køin enn líka long.

Hetta er fiskafloks fiskur frá trolarnum Gadus og var tað Gavin og Craeg frá matstovuni Papas Barn í London, sum stóðu fyri matinum, við góðari hjálp frá hópin av arbeiðsfólkum frá JFK.

Stjórin Hanus Hansen serveraði til allar gestirnar og alt var ókeypist, eisini sodavatni frá Føroya Bjór.

Fyrr uppá dagin høvdu teir eisini gjørt portiónir til øll Røktarheimini í býnum.

Hattan av fyri Hanus Hansen og hansara fólkum.

SáH


Comments

​Kunnu øll selja á almennum parkeringsøkjum í Klaksvík?

19/8/2017

Comments

 
Billede
Nógv hava vent sær til mín og spurt meg, "hví skrivar tú ikki um Nóa Símun?", tá ið tú á sinni skrivaði um Grill Team, tá ið teir seldu við Fípuna Føgru vikuskiftið aftaná vikuskiftið.

Sigast skal, at eg skrivaði ikki akkurát ímóti Grill Team, men eg spurdi bara Klaksvíkar Kommunu, um øll høvdu loyvið at selja við Fípuna Føgru? og hvat leigan var?

Nú kann eg eisini spyrja Klaksvíkar Kommunu, um øll hava loyvið at selja á almennum parkeringsøkjum og hvat leigan er at selja á almennum parkeingsøkjum í Klaksvík?.

Eg veit bara eitt, at tá ið Smátt & Gott hevur havt eina bingju á Norðoyastevnu á økinum við síðuna av Maverick, mest sum lagur, men har vit eisini hava selt ballónir og Poppcorn, tá er ikki lukkuligt, um vit ikki hava flutt bingjuna frá parkeringsøkinum nakrar dagar aftaná stevnuna, tí tá hevur Dávur Winther ringt meg niður og spurt, nær vit ætla at fáa bingjuna burtur aftur?

Vónandi eru tit øll nøgd, sum hava vent sær til mín og vónandi fáa tit svar frá Klaksvíkar Kommunu skjótast gjørligt. 

SáH

Comments

​Stórt ferðamannaskip á Klaksvík í morgun

19/8/2017

Comments

 
Billede
Kl. 09.00 kom stóra ferðamannaskipi Oriana á Klaksvík.

Skipi hevur vanliga 1800 ferðafólk við og telu mannskapi 794, men kann skipi hava heilt uppí 1928 ferðafólk við.
Hvussu nógv ferðafólk eru við hendan túrin veit eg ikki, men munnu tey ikki vera umleið 1800 í tali.

Oriana er 22 ára gamalt og fór í sigling 9 apríl 1995, er heimahoyrandi í Hamilton, Bermuda, tað er 260 metur langt og 32.20 metur breitt og er í 10 hæddum.

Oriana siglir skjótt, 24 sjómíl ella 44 km/t.

Ikki serliga heppi at koma á Klaksvík kl. 09.00 sunnumorgun, tá er einki opið í Klaksvík, men frættist á Facebook, at Bakaríið hjá Jórun var skít fult av ferðafólki frá Oriana, tí tað var einasta stað sum hevði opið klokkan 09.00 ímorgun. 

Oriana liggur á Norðhavnini til kl. 18.00 ídag og so gongur leiðin víðari.

SáH

Comments

Rørandi løta í Svimjihøllini

17/8/2017

Comments

 
Billede
Sera nógv fólk vóru í Svimjihøllini í kvøld, tá ið Jákup Ziskason handaði modell av Ernestine til gávust til Klaksvíkar Svimjihøll.

Tað var sannur hátíðardámur í Svimjihøllini. Fleiri talur vóru, eitt nú talaði Jákup Ziskason, Signhild V. Johannesen, og Torkil Mørkøre.

Eisini hevði Eyð Matras fyrilestur um tá ið Ernestine fórst í Íslandi og um bragdi hjá pápa Jákup Ziskason, Ziska Jacobsen, har hann svam í land við línu og á tann hátt bjargaði stóran part av manningini á Ernestinu. Eyð Matras dugdi sera væl at siga frá hendingini og eg legði til merkist har eg stóð, at fleiri tár runnið á kinninum á teimum nærmastu, sum høvdu tilknýti til Ernestinu, so livandi fortaldi hon um hendingina í Íslandi.

Aftaná fingu øll kaffi, kransakaku og pinnamat. Ein sera rørandi løta í Svimjihøllini.

Her mynd av Jákup Ziskason, Ziska Jacobsen, bátabyggjarnum og Ernestine.

​SáH



Comments

​Sjúrðaberg kom á Klaksvík kl. 11.00 ímorgun

7/8/2017

Comments

 
Billede
Eftir ein sera skjótan roktúr, legði Sjúrðaberg fullfermdur at bryggju á vestari síðu í Klaksvík kl. 11.00 ímorgun.

Sera nógv fólk vóru og tóku ímóti og er hetta teirra seinasti túrur í hesum árinum, tí teir hava fiska alla kvotuna upp í Barentshavninum.

Men kanska ein møguleiki verður, um reiðaríið fer at bjóða uppá fiskin í russiska ella norska sjógvinum á uppisøluni hjá Høgna Hoydal, sum verður hon seinni í mánaðinum.

Sjúrðaberg hevði 730 tons og fóru teir eystur um hav tann 5. juli, so sigast kann at hetta var ein sera skjótir túrur.

Veðrið var einastandandi ímorgun og nú kann familjan gleða seg til nakrar góðar dagar á Summarfestivalinum og Sjómannadagarnar, sum vera beint eftir SF 2017.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

SáH

Comments

Føroyar fáa enn størri týdning fyri bretar eftir Brexit

4/8/2017

Comments

 
Billede
Fyrrapartin í dag, 1. august, var bretski landbúnaðar- og fiskimálaráðharrin Michael Gove á fundi við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum.

Ráðharrarnir umrøddu Brexit, handilssamstarv og samstarv um fiskiveiðu, nú Bretland verður sjálvstøðugur samráðingarpartur um fiskiveiðu.

Michael Gove veitti vissu fyri, at góð handilsviðurskifti við grannalondini hevur høga raðfesting hjá bretsku stjórnini.

Bretland er millum týdningarmiklastu marknaðir hjá føroysku vinnuni. Einki annað land í Evropa innflytur meira úr Føroyum enn Bretland. Tí er umráðandi, at handilsviðurskiftini landanna millum verða verandi í eini tryggari legu.

“Tað er avgerandi at menna sambandið við Bretland, nú landið fer úr ES og broytingar standa fyri framman. Fundurin í dag var ein týðandi liður í tí arbeiði. Vit høvdu sera tætt samstarv við bretar, áðrenn Bretland fór uppí ES, og vit hava havt gott samstarv meðan Bretland hevur verið ES-limaland,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

“Nú vit aftur skulu samstarva við bretar um fiskiveiðu og handil fara sambondini millum okkum og bretar at fáa enn størri týdning. Tí eru Gove og eg samdir um, at tað fellur báðum pørtum natúrligt, at góða stevið heldur fram og verður ment á øllum økjum eftir Brexit.”

Á fundinum vísti Poul Michelsen á, at millum føroysk ung er Bretland vælumtókt sum lestrarland. Tí eigur góða samstarvið á tí økinum at halda fram til gangs fyri bæði londini. Eisini umrøddu Michael Gove og Poul Michelsen samstarvsmøguleikar í Arktis serliga á vísindaliga økinum.

​Í hesum sambandi greiddi Poul Michelsen frá arbeiðinum um at menna Føroyar sum ein maritiman depil í Norðurhøvum.

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.