Ráðharrarnir umrøddu Brexit, handilssamstarv og samstarv um fiskiveiðu, nú Bretland verður sjálvstøðugur samráðingarpartur um fiskiveiðu.
Michael Gove veitti vissu fyri, at góð handilsviðurskifti við grannalondini hevur høga raðfesting hjá bretsku stjórnini.
Bretland er millum týdningarmiklastu marknaðir hjá føroysku vinnuni. Einki annað land í Evropa innflytur meira úr Føroyum enn Bretland. Tí er umráðandi, at handilsviðurskiftini landanna millum verða verandi í eini tryggari legu.
“Tað er avgerandi at menna sambandið við Bretland, nú landið fer úr ES og broytingar standa fyri framman. Fundurin í dag var ein týðandi liður í tí arbeiði. Vit høvdu sera tætt samstarv við bretar, áðrenn Bretland fór uppí ES, og vit hava havt gott samstarv meðan Bretland hevur verið ES-limaland,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
“Nú vit aftur skulu samstarva við bretar um fiskiveiðu og handil fara sambondini millum okkum og bretar at fáa enn størri týdning. Tí eru Gove og eg samdir um, at tað fellur báðum pørtum natúrligt, at góða stevið heldur fram og verður ment á øllum økjum eftir Brexit.”
Á fundinum vísti Poul Michelsen á, at millum føroysk ung er Bretland vælumtókt sum lestrarland. Tí eigur góða samstarvið á tí økinum at halda fram til gangs fyri bæði londini. Eisini umrøddu Michael Gove og Poul Michelsen samstarvsmøguleikar í Arktis serliga á vísindaliga økinum.
Í hesum sambandi greiddi Poul Michelsen frá arbeiðinum um at menna Føroyar sum ein maritiman depil í Norðurhøvum.