NP
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Maverick hevur tey bestu tilboðini á Norðoyastevnu

31/5/2013

Kommentarer

 
Picture
Umframt at vera tann einasta cowboy-barr í Føroyum, so hevur Maverick ein hópin av góðum tilboðum, at bjóða fólkunum á Norðoyastevnu. 

Fyrireikarnir av cowboy-barruni eru aftur í ár, til dystin fús, tá tað kemur til Norðoyastevnuna. Har verður selt bæði franskar hotdog, chips, toast og sjálvandi eisini ballónir. 

Eisini verður høvið, at njóta eina kalda øl í grundstykkini hjá Maverick, ið hevur fleiri beinkir við borð standandi uttanfyri. Fast hevur tað eisini verið, at ymiskir kendir tónleikara hava spælt á Norðoyastevnu í Maverick og nøvn sosum: Terji Rasmussen, Jens Marni, Steintór Rasmussen, Karl Martin Samuelsen v.m. plaga altíð at taka guitarina framm og fýra ein góðan av - uppi í loftinum hjá Maverick. Har er eisini høvið, at syngja Karoke og mong sangtalentur eru eisini blivin funnin í lokal cowboy-barruni Maverick.

Fyrireikarnir hjá cowboy-barruni fara at enda at ynskja øllum gestunum í Klaksvík eina avbera góða Norðoyastevnu.

JáH (y) 31/05-13

Kommentarer

Fimm fittlig sparuráð

20/5/2013

Kommentarer

 
Picture
Tað er eingin orsøk at blaka pengarnar út gjøgnum vindeygað, so hví ikki hugsa um hesar lutir, næstu ferð tú kókar, vaskar ella turkar. Her eru fimm skjót spariráð, sum kunnu geva tykkum eitt sindur meira á kistubotnin – spariráð, sum samstundis verja umhvørvið.

Fyll bert so nógv vatn í el-ketilin, sum tú skalt brúka (hygg tó eftir, tí summir ketlar skulu fyllast við í minsta lagi so og so nógvum vatni).

Hevur tú ein vanligan komfýr, kóka so vatnið í elketlinum fyrst, og stoyt so glóðheita vatnið omaná eplini o.a. Brúka so lítið av vatni sum gjørligt, leg lok á, og lat kóka í dampinum.

Vaska klæðir uttan forvask, og við so lágum hita, sum gjørligt. Minst til at taka eitt kókivask av og á fyri at reinsa slangur o.a. í maskinuni.

Turka altíð klæir úti, tá tað ber til.

Turka skjúrtur á akslatræum, so er tað skjótari at strúka, tí skjúrtan er hálv-sløtt frammanundan.


Kelda: www.balslev.fo

Kommentarer

Soleiðis fært tú eina vakra grasplenu

13/5/2013

Kommentarer

 
Picture
Nú veturin hevur slept takinum, og dagarnir gerast lýggjari og ljósari, er tíðin búgvin til aftur at hugsa eitt sindur meira um grasplenuna. Hvussu skal hon røkjast og gerast klár til summarið? Í hesari vegleiðing fær tú nøkur góð ráð til tað arbeiði, umframt at vit vísa tær hvørjar vørur vit hava á goymslu, sum kunnu lætta um hetta arbeiði.

Um tað ber til, so eigur tú at ansa eftir grasplenuna alt árið – til dømis taka mosa upp. Men tú mást tó ikki tøða alt árið. Tað skalt tú bert gera um várið. Og um tú tæðar ov nógv, økist vandin fyri mosa og ókrútið. Sjá okkara úrval av tøðum.

Tá tú tæðar, økist vøksturin, so tá mást tú sláa plenuna einaferð um vikuna. Ansa eftir, at tú ikki 
slær hana ov títt, tí so fær grasið ikki sligið ordiligar røtur. Slá ikki grasið styttri enn 3 til 3,5 cm.

Lat einki liggja og flóta á plenuni – eitt nú bløð frá trøum. Gróðrarlíkindi hjá mosa og sjúku eru góð 
undir bløðum o.l.

Raka plenuna væl og virðiliga ígjøgnum um várið. Far djúpt niður í við rívuni. Sjá okkara úrval av 
rívum.

Hjá Bygma Balslev hava vit eisini eitt stórt úrval av øðrum garðsamboðum. 

Kálka plenuna. Týdningarmiklast er at kálka um várið, men summi kálka eisini um heysti. Les meira HER

Kommentarer

Múrsteinar á gólvið

13/5/2013

Kommentarer

 
Picture
Vilt tú hava eitt øðrvísi gólv, sum bæði er sterkt og øðrvísi, eru múrsteinar kanska eitt hugskot. Tað skal tó leggjast afturat beinanvegin, at eitt slíkt gólv krevur gólvhita, um tað verður brúkt inni í vanligu húsunum, og ikki í eitt nú einum rokakjallara.

Múrsteinar fáast í nógvum ymiskum sniðum og litum, og tað ber tí til at leggja sær eitt serstakt gólv, sum eingin annar hevur sama slag.

Nógv hús hava brenniovn ella peis, og frammanfyri her, er tað upplagt við einum gólvi úr
múrsteinum. Teir eru heilt vist eisini væl hóskandi til baðirúmsgólv.

Tað eru tó nakrir lutir, sum fólk mugu hava í huga, áðrenn tey fara í holt við múrsteins-gólvið. Tað er meira krevjandi at leggja slíkt gólv – ja, í veruleikanum eru fá ”gerið tað sjálvi fólk”, sum klára tað. Tí mugu tey flestu hava ein múrara at gera tað, ella hjálpa. Harafturat, er tað ikki bara sum at siga tað, um mann angrar. Tað er líka umfatandi at taka gólvið upp aftur, sum tað er at leggja tað.

Hjá Bygma Balslev hava vit nógv sløg av múrsteinum. Spyr okkara starvsfólk í antin Byggibúðini ella Timburdeildini.

Kommentarer

Norðoya Portalur verður ein Vinnuportalur

13/5/2013

Kommentarer

 
Picture
Nú so nógvir portalar eru kring Føroya land, og so nógvir velja at skriva um tað sama - so er tað hervið greitt fyri mennirnir aftanfyri Norðoya Portal, at gera Norðoya Portal ein størri part av tí føroyskari vinnuni.

Mong eru tey, sum dagliga nýta Norðoya Portal og tað eru vit eisini sera takksamur fyri. Men eftir, at hava arbeitt í eina longri tíð við portalinum, so er tað meir og meir greitt, at Norðoya Portalur krevur eina broyting og hesa broyting fer tú eisini at gera gagn av.

Ikki bara vera greinarnar meira áhugaverdar, men Norðoya Portalur er eisini gjørdur soleiðis at tú nú kanst lesa Norðoya Portal við tínari Iphone, so at tú altíð kanst fáa tað nýggjast nýggja við í tí føroysku & útlendsku vinnuni. 

Men eisini kanst tú gleðast um, at Norðoya Portalur verður ein tann skjótasti portalur av øllum portalum, tí at portalurin sjálvur er simpult samansettur, so at teldan nýtist ikki tað heilt stóra fyri at koma á portalin sjálvan. Til enda skal sigast, at vit gleða okkum nógv til hetta nýggja konsepti og vóna vit eisini, at tú eisini ger tað.

Ver vælkomin til tann nýggja vinnuportalin hjá Norðoya Portal.

JáH (y) 13/05-13

Kommentarer

    Greinar

    December 2019
    November 2019
    Oktober 2019
    September 2019
    August 2019
    Juli 2019
    Juni 2019
    Maj 2019
    Marts 2019
    Februar 2019
    Januar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    Juli 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Marts 2018
    Februar 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017
    Marts 2017
    Februar 2017
    Januar 2017
    December 2016
    November 2016
    Oktober 2016
    September 2016
    August 2016
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Juli 2015
    Juni 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Marts 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Oktober 2014
    August 2014
    Juli 2014
    Maj 2014
    April 2014
    Marts 2014
    Februar 2014
    December 2013
    Oktober 2013
    September 2013
    Maj 2013
    Februar 2013
    Januar 2013
    December 2012
    November 2012
    Oktober 2012
    September 2012

    RSS-feed

Styret af Opret din egen unikke hjemmeside med skabelonerm du kan skræddersy.
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim