![]() Í januar mánaðinum 2014 letur Klaksvíkar Timburhandil upp á Varpinum aftur. Hósdagin tann 12. desember bleiv avtala gjørd við Gothard Olsen, har Klaksvíkar Timburhandil leigar seg í hølini á Stangarvegi 4. Hetta er, sum at fáa heimavøllin aftur, bara nakrar fáa metrar frá Gamla Timburhandlinum (á Varpinum), sum var niðanfyri Klaksvíkar Býráð. Keypsstaðið er sera gott, beint við Føroya keypssamtøku, Magn, Elding og Vøruhúsinum. Parkeringsviðurskiftini er stak góð og væntandi ferð kundaskarin at økjast uppaftur meira. Hølini eru ikki av teimum heilt stóru, men er ætlanin tann, at royna at taka kappingini upp ímóti teimum stóru, har dentur fer at leggjast á, at fáa tey stóru tilboðini. Eisini fer Klaksvíkar Timburhandil at leggja seg eftir at selja góðsku gólvini frá Wallmann, flísar, loftir, húsaklædningar og tøk. Altíð sunt við kapping og verður Timburhandilin væl stuðlaður, ferð væntandi prísurin á byggitilfarið í Norðoyggjum niður. Klaksvíkar Timburhandil hevur havt avtlalu við Bygma Balslev, men tann avtalan gongur út tann 6. januar 2014, tá ið Klaksvíkar Timburhandil gevst á Bøgøtu 36. Møguliga nýggj avtalað verður gjørd við Bygma, men samráðst hevur eisini verið við aðrar. Klaksvíkar Timburhandil hevur ikki pláss til at hava stórvið, plátur, jarn o.a. enn, men eftirsum, at hesar vørur, sum oftast skulu koyrast til kundarnar, so verður hetta keypt frá samstarspartarnum. ![]() Hans Peter Clementsen, sum hevur verið deildarleiðari í Klaksvík í fleiri ár, er farin í nýtt starv innan BankNordik. Í hansara stað er Marjun Kalsø sett sum nýggur deildarleiðari í BankNordik í Klaksvík. Í løtuni virkar Marjun Kalsø, sum kundaráðgevi á deildini. Marjun hevur hollar royndir innan ráðgeving av kundum bankans, og hon hevur áður m.a. havt ábyrgd av privata útlánsvirkseminum á deildini. Eisini virkaði hon sum deildarleiðari í Klaksvík í tíðarskeiðnum 2008-2009. Marjun byrjar í nýggja deildarleiðarastarvinum í Klaksvík 1. januar 2014. Norðoya Portalurin ynskir Marjun hjartaliga tillukku við nýggja starvinum og væntandi verður hon ein góðir deildarleiðari fyri Klaksvíkingina. Hon er sera fryntlig og positivur persónur, so hetta ferð væntandi at smitta av til okkara vinnulív á Norður økinum. SáH ![]() Tíðindaskriv BankNordik: Pensjónsvirksemið í BankNordik verður styrkt BankNordik hevur tikið avgerð um at styrkja pensjónsvirksemið í samtakinum við stovnseting av nýggjari pensjónseind, sum fer at halda til á høvuðsskrivstovu bankans í Tórshavn. - Vit meta tíðina vera búna til at víðka um pensjónstilboðið til kundar okkara. Tí hava vit ment eina nýggja tænastu, ið skal veita kundunum eina heildarloysn á pensjóns- og tryggingarøkinum, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik. Hans Peter Clementsen: Pensjónsøkið í samtakinum verður skipað av nýggjum í samstarvi við vinnu- og privatkundadeildir bankans. Í hesum sambandi tekur Hans Peter Clementsen, deildarleiðari á deild bankans í Klaksvík, við starvinum sum pensjónsleiðari í BankNordik 1. januar 2014. Hans Peter skal standa á odda fyri menningini av einari langtíðarætlan fyri framtíðar pensjónsvirkemið í bankanum, og eisini skal hann leiða virkisøkið fyri føroyska partin av samtakinum. Umframt at hava verið deildarleiðari á deild bankans í Klaksvík í 10 ár hevur Hans Peter drúgvar royndir við ráðgeving innan privat-, vinnu- og íløguøkið. Eisini starvaðist hann sum leiðari á Íløgudeild bankans í Tórshavn í tíðarskeiðnum 2008 - 2009. Norðoya Portalurin ynskir Hans Peter tillukku við nýggja starvinum. Saknur verður í tær í BankNordik í Klaksvík og vit takka fyri góðan samhandil. SáH |
|