
Pensjónsvirksemið í BankNordik verður styrkt
BankNordik hevur tikið avgerð um at styrkja pensjónsvirksemið í samtakinum við stovnseting av nýggjari pensjónseind, sum fer at halda til á høvuðsskrivstovu bankans í Tórshavn.
- Vit meta tíðina vera búna til at víðka um pensjónstilboðið til kundar okkara. Tí hava vit ment eina nýggja tænastu, ið skal veita kundunum eina heildarloysn á pensjóns- og tryggingarøkinum, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.
Hans Peter Clementsen:
Pensjónsøkið í samtakinum verður skipað av nýggjum í samstarvi við vinnu- og privatkundadeildir bankans. Í hesum sambandi tekur Hans Peter Clementsen, deildarleiðari á deild bankans í Klaksvík, við starvinum sum pensjónsleiðari í BankNordik 1. januar 2014. Hans Peter skal standa á odda fyri menningini av einari langtíðarætlan fyri framtíðar pensjónsvirkemið í bankanum, og eisini skal hann leiða virkisøkið fyri føroyska partin av samtakinum.
Umframt at hava verið deildarleiðari á deild bankans í Klaksvík í 10 ár hevur Hans Peter drúgvar royndir við ráðgeving innan privat-, vinnu- og íløguøkið. Eisini starvaðist hann sum leiðari á Íløgudeild bankans í Tórshavn í tíðarskeiðnum 2008 - 2009.
Norðoya Portalurin ynskir Hans Peter tillukku við nýggja starvinum. Saknur verður í tær í BankNordik í Klaksvík og vit takka fyri góðan samhandil.
SáH