NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fiskiveiðiavtalan við Russland!

27/11/2022

Comments

 
Picture
Tað eydnaðist hesuferð at gera eina fiskiveiðuavtalu við Russland fyri 2023, hóast Aksel, Høgni, Bárður, Ruth, Jenis og Sjálvstýrið vóru ímóti. Vit stríddist og eru takksom fyri, at vit, saman við góðum kreftum í samgonguni sum var, kundu koma á mál.

Fiskiveiðisamstarvið við Russland hevur sera stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og tí er tað ábyrgdarleyst av omanfyri nevndu at slíta alt samstarv við Russland. Tey høvdu heldur onki boð uppá, hvat skuldi gerast við tey hundraðtals húskini, sum hava sítt inntøkugrundarlag beinleiðis frá fiskiskapinum í Barentshavinum og øllum tí avleidda virkseminum í Føroyum, bæði á fiskavirkjum og hjá teimum, sum dagliga arbeiða fyri russisk fiskiskip í Føroyum.

Føroyingar hava fiskað í Barentshavinum í 100 ár, og síðan fiskimørkini blivu flutt út á 200 fjórðingar, hava vit gjørt fiskiveiðuavtalu við Russland. Vit hava serkunnleika í at gagnnýta toskin í Barentshavinum við mest framkomnu skipunum í heiminum, meðan russar hava serkunnleika í at gagnnýta serliga svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Ein góð avtala fyri báðar partar.

Russland er ein stór fiskiveiðitjóð og hevur nógv virksemi her í Norðuratlantshavinum. Russland er strandaland í gagnnýtsluni av sildastovninum og er partur av býtinum av makrel- og svartkjaftastovninum í altjóðasjógvi (NEAFC).

Skulu vit í framtíðini hava burðardygga gagnnýtslu av hesum fiskastovnum, sum hava stóran týdning fyri Føroyar, er neyðugt at hava Russland við í komandi avtalum um býtið av hesum stovnum.

Um vit onga fiskiveiðiavtalu hava við Russland, sleppa føroysk skip ikki í russiska partin av Barentshavinum, men tað er sannlíkt, at russar so fiska tað teir skuldu fingið frá okkum av svartkjafti, sild og makreli í altjóða sjógvi í staðin fyri.

Vit gera fiskiveiðiavtalur við onnur lond fyri at spjaða váðan í vinnuni og fyri at hava ein fjølbroyttan flota. Fiskiveiðiavtalan við Russland, sum er nógv tann størsta, er ein liður í hesum politikki.

Fyri Føroyar hevur tað verið av stórum strategiskum týdningi at hava fiskivinnusamstarv við Russland. Okkara sterka støða sum fiskivinnutjóð í Norðuratlantshavinum minkar munandi, um vit slíta fiskivinnusamstarvið við Russar.

Virksemi í Barentshavinum er eisini grundarlag undir virksemi á landi í Føroyum, bæði tí at vinningur úr Barentshavinum heldur gongd í virksemi á landi, og tí fiskurin úr Barentshavinum er rávørugrundarlag hjá flakavirkjum.

Umframt alt hettar hava vit feløg og vinnur, sum umboða og veita tænastur til russisk fiskiskip, sum koma føroyskar havnir. Hettar virksemi hevur eisini stóran týdning.

Tað eru eftir hondini nøkur ár síðan, at vit avtalaðu, at russisk skip skuldu koma í føroyska havn at umskipa og bunkra. Tað vóru serliga tríggjar orsøkir til tað. Avtalan í NEAFC um at hava eftirlit við og forða fyri ólógligum fiskiskapi, at forða fyri oljudálking av bunkring á opnum havi, og so at fáa økt virksemi í Føroyum av russiskum skipum.

Eg kundi hildið áfram at lýst týdningin av samstarvinum við Russland, eisini í samband við “makrelstríðið”, men tað fer at liggja hesaferð.

Samanumtikið kann sigast, at samstarvið við Russland er grundarlagið undir inntøkuni hjá fleiri hundrað húskjum í Føroyum, sum høvdu verið slept uppá fjall, um ongin avtala var gjørd, fyri ikki at tala um fyritøkurnar, sum fiska í Barentshavinum og hava gjørt og gera íløgur í nýggj vinnutól fyri tils. 1,2 milliard.

Floksformenninir Aksel, Høgni, Bárður, Jenis, Ruth og Sámal Petur vilja slíta fiskivinnusamstarvið við Russland.

Tað vil Fólkaflokkurin ikki.

Hugsið um tað 8. desembur.

Velji Fólkaflokkin
Jacob Vestergaard

Picture
Comments

Pop-up handil við Biskupstorg

22/11/2022

Comments

 
Picture
Hevur tú hug at leiga eitt handilshøli í Biskupstorgi fram til jóla? Eitt handilshøli er tøkt at leiga árið út. Tann, sum leigari hølini, kemur saman við Kaffihúsið Fríða, Visit Norðoy, 2U, URBANE og Madame Vælvera at mynda fjølbroytta handilsvirksemi í miðbýnum.

Stutt um miðbýin:
Bygningurin við Biskupstorg stóð liðgur í 2019. Í ovaru hæddunum eru 30 íbúðir. Í veghæddini er kommunalt virksemi, umframt handils- og matstovuvirksemi og eina undirhædd til tøkni og goymsluendamál. Ein annar partur er sjálvt uttanumøkið og Biskupstorg. Biskupstorg er eisini karmur um væl vitjaðu skoytubreytina, umframt onnur tiltøk, sum gjøgnum alt árið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar. Skoytubreytin letur væntandi upp fyrst í desember.

Hølisviðurskifti:
Leigumálið er 54,7 m2 til støddar + 17m2 av felagsøki.
Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi, sum í løtuni er 7.574,28 kr. pr. mðr. (íroknað hita og el). Hølið er í norðara enda av veghæddini, millum handlarnar Madame og URBANE

Áhugaði kunnu seta seg í samband við John Syderbø, Vinnu og mentanarstjóra, á tel. 21 95 49 ella umvegis teldupost á johns@klaksvik.fo. 

Klaksvíkar kommuna

Comments

​Rói nýggjur stjóri í KBI samtakinum

22/11/2022

Comments

 
Picture
Vit gleðast um, at kunngera at Rói Clementsen er settur sum nýggjur stjóri í KBI samtakinum.

Rói hevur verið í starvi í fyritøkuni í fleiri ár, har hann seinastu tvey árini hevur røkt starvið sum sølustjóri. Í
sínum starvið hevur hann fingið holla vitan um virksemi í samtakinum, og í tøttum samstarvið við Karl Birgir sála, verið við til at mynda felagið.

“Eg fari saman við øllum okkara fantastisku starvsfólkunum, at reka fyritøkuna víðari í sama anda sum hon higartil er rikin av Karl Birgir sála. Vit koma framvegis at veita eina sera góða tænastu, og eitt breitt úrval av vørum til tað føroyska vinnulívið. Vit hava stórar ætlanir fyri framtíðina, sum vera settar í verk í komandi ár”
sigur Rói Clementsen.

Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv við bæði kundar og veitarar.

---

​KBI samtakið umfatar fyritøkurnar KBI, Pólar, Solberg og Tín Lásasmiðjur. Allar fyritøkurnar hava til felags, at
veita vørur og tænastur til føroyska vinnulívið. Í samtakinum arbeiða 26 starvsfólk, og halda vit til í Klaksvík,
Kollafjørð og Tórshavn.

KBI

Comments

Góður ársfjórðingur hjá BankNordik

3/11/2022

Comments

 
Picture
​Í dag verður roknskapurin hjá BankNordik fyri 3. ársfjórðing kunngjørdur. Tíðarskeiðið var m.a. merkt av rentuhækkingum, og kundarnir kunnu nú aftur spara saman við positivari rentu.

“Føroyskt vinnulív og privatu húsarhaldini eru sum heild væl fyri og megna í stóran mun at standa ímóti teimum avbjóðingum, ið vaksandi inflatión og rentuhækkingar hava við sær. Arbeiðsloysið er lágt, og tí síggja vit framvegis ikki stórvegis tap, men tann støðan kann broytast, um arbeiðsloysið hækkar,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varðveitir bankin avsetingina, ið áður er sett av til tap, ið kunnu fara at vísa seg.

Kunnu aftur spara saman við positivari rentu
Fleiri rentuhækkingar hava verið seinastu mánaðirnar, og væntandi eru hækkingar eisini fyri framman. Tað er harvið vorðið dýrari at læna pening, men samstundis er negativa rentan strikað og rentan á ávísum kontum aftur blivin positiv. Seinasta árið eru innlánini hjá kundunum økt við 10%, og tað ber nú aftur til at fáa peningin til pensjónina, børnini, bústaðin o.a. at vaksa við at seta hann á samansparingarkontu í bankanum.

Fleiri taka lán til orkusparandi ábøtur
Kundarnir gera framvegis íløgur í bústaðin, og seinasta árið eru realkredittlánini økt við 9%. Bankin bjóðar ymisk grøn lán við serliga lagaligari rentu til tess at stuðla undir grøna orkuskiftið, og sum heild er ein lutfalsliga stórur vøkstur í hesum lánum. Seinasta árið eru lánini til orkusparandi ábøtur, t.d. umlegging frá oljufýringum til varandi orkuskipanir, økt við 33%. Harfumframt hevur bankin fíggjað meira enn tvífalt so nógvar elbilar sum sama tíðarskeið í fjør, hóast føroyingar hava keypt færri bilar í ár.

Gongdin á fíggjarmarknaðunum í 3. ársfjórðingi hevði við sær, at bankin herfyri lækkaði væntanirnar til ársúrslitið. Leiðslan er tó væl nøgd við góðu gongdina, ið sæst á øllum virkisøkjum hjá samtakinum.

Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið eftir skatt gjørdist 111 mió. kr. samanborið við 194 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021, tá ið 83 mió. kr. stavaðu frá søluni av danska virkseminum
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 144 mió. kr. samanborið við 125 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021
- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 43 mió. kr. samanborið við 36 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2021
- Útlánini hækkaðu úr 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 8 mia. kr.
- Realkredittlánini hækkaðu úr 2,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 2,7 mia. kr.
- Innlánini hækkaðu úr 7,4 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 8,2 mia. kr.
- Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 140 og 170 mió.

BankNordik

Picture
Comments

Ein nýggjur fjølmiðil forsidan.fo

2/11/2022

Comments

 
Picture
Í dag, mikudagin tann 2. novembur, varð Forsidan.fo lanserað.

Forsidan.fo er ein nýggjur miðil, sum vísir føroysk alnetstíðindi frá fleiri tíðindaveitarum á einum stað.
​
Hetta fyri at gera tað lættari fyri føroyska tíðindalesaran at fáa fatur á tíðindum.

- Hugskotið kom til mín ein dagin, tá eg skuldi lesa tíðindi. Eg visti ikki hvar eg skuldi byrja; og kanska enn verri, visti eg heldur ikki hvar eg skuldi enda. Tí hugsaði eg, at tað hevði verið smart, um eg kundi sæð fleiri tíðindaveitarar á einum stað. Síðani byrjaði arbeiðið við at menna Forsidan.fo, sigur Tummas Jóhan í Djónastovu, sum ígjøgnum fyritøkuna ÍVF Poly eigur Forsidan.fo.

Við at vísa mynd, yvirskrift og við at leinkja til viðkomandi tíðindagrein fær tíðindalesarin tað nýggjasta samlað á einum stað, Forsidan.fo.

Forsíðan

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.