NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Stjórar í smærri fyritøkum fáa rætt til sjúkradagpengar

27/7/2021

Comments

 
Picture
Sum liður í málinum hjá samgonguni at betra um umstøðurnar hjá smærri fyritøkum og íverksetarum ætlar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, at víðka skipanina við sjálvbodnari trygging soleiðis, at fleiri fáa møguleika at tryggja sær dagpening í sambandi við sjúku. Persónar, sum arbeiða í egnari fyritøku, og sum hava skipað virksemið í einum felag, eru ikki nóg væl tryggjaðir í verandi almannalóggávu og kunnu koma fíggjarliga illa fyri, um teir blíva sjúkir, tí at verandi skipan er avmarkað til persónar, sum ikki hava arbeiðsmegi afturat sær.

Dømi um hetta er tríggir persónar, sum saman eiga og reka ein útróðrarbát. Virksemið er skipað í einum felag, og ein av teimum er stjóri í felagnum. Í hesum dømi eru teir báðir persónarnir, sum ikki eru stjórar, beinleiðis fevndir av dagpeningaskipanini, meðan stjórin ikki hevur rætt til dagpening vegna sjúku (tí hann er stjóri), hóast allir tríggir eiga og reka útróðarbátin saman. Stjórin kann heldur ikki tekna seg til sjálvbodnu tryggingina, tí hann hevur arbeiðsmegi afturat sær. Við lógaruppskotinum fær stjórin møguleika at tryggja sær dagpening, um hann verður raktur av sjúku.

Fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er tað av alstórum týdningi, at eitt nú útróðrarmaðurin verður betri tryggjaðir, sum tað sømir seg einum nýmótans samfelagi, ið er bygt á fiskivinnuna.

Sambært einum uppskoti til broyting í dagpeningalógini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sent til hoyringar, verður gáttin inn til skipanina lækkað. Avmarkingin um, at tað einans er stjórin, sum ikki hevur arbeiðsmegi afturat sær, ið kann tekna trygging, verður tikin burtur. Um stjórin hevur nakað av arbeiðsmegi afturat sær, ella um tað eru tveir stjórar ella tríggir eigarar verður frameftir ikki ein forðing fyri at tryggja stjóranum dagpening í sambandi við sjúku.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 27. august, og gongst sum ætlað, kemur broytingin í gildi 1. januar 2022.

Uppskotið kann lesast her

Almannamálaráðið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Comments

​Einar´s whisky – Fjórða útgávan

22/7/2021

Comments

 
Picture
Í dag kemur fjórða útgávan av Einar´s whisky á marknaðin, sum er úr Oloroso Sherry tunnum. 966 fløskur komu burturúr hesari tappingini og styrkin er 51%.

​Hendan verður at fáa hjá Rúsdrekkasøluni, í Duty Free á flogvøllinum, og umborð á Norröni.

Í stuttum vilja vit lýsa hesa útgávuna soleiðis:
Color: Deep Copper

Nose: Brown sugar, roasted hazelnuts, menthol, and wet sawdust.

Taste: Wonderfully malty, acacia honey, fresh figs, brandy, and green grapes.

Finish: A full bodied and dry finish with oaky undertones, mandarin zest, dried tea, and strawberry jam.

Føroya Bjór

Comments

Hevur Javnaðarflokkurin í Havn smekka høvdið í?

20/7/2021

Comments

 
Picture
Samfelagið alt ovurfegnast í hesum døgum um, at risastórar samfelagsíløgur verða gjørdar í okkara innfrakervi og atkomuviðurskiftini frá sjónum, so at vit knýta landið alt betri saman og fáa eina góða trygga havn inni á Skálafjørðinum. Øll uttan javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráði.


Øvundsjúkan hevur tikið yvirhond á Vaglinum, og í eini síðstu desperatari roynd at leggja fótonglar fyri útbyggingini av havnalagnum í Runavík, verða stórir meirkostnaðir og seinkingar lagdar á allar útbyggingar av samfelagnum.

Við í fallinum tekur javnaðarflokkurin í Havn samferðsluna til Sandoynna, og leggur vinnuni í oynni stórar meirútreiðslur og gerð umstøður munandi truplari, sum eru rímuliga truplar í forvegin.

Fyri tveimum mánaðum síðani frættist annars frá semju millum landsstýrið og kommununa í Havn, um at landið skuldi lata 110 mió kr kvitt og fritt til kommununa fyri innkomuveg til Havnar. Hetta vil siga, at landið letur kommununi pengar at gera kommunalar vegir fyri, men kommunan steingir vegin so at bilar ikki sleppa at brúka vegin, og harvið dýrkar samfelagsútreiðslur munandi og leingir tíðarskeiðið sum hesar útreiðslur strekkja seg yvir. Sjálvur røkki eg ikki longri enn á stokkin, Tórshavnar kommuna má sær ráða. Men so leingi hesar avmarkingarnar í ferðsluni standa við, verður so ein atkvøða minni fyri avtaluni um innkomuvegin í Løgtinginum, og tað verður mín.

Tað kemur slett yvirhøvur ikki uppá tal at góðtaka nakra semju við ein, sum aftaná semjuna sparkar ein so dyggiliga á skinnabeinið, sum eg meti at javnaðarflokkurin í Havn hevur gjørt við allar borgarar landsins. Hetta mál verður reist politiskt eftir ólavssøku, tað er eitt lyfti frá mínari síðu.

Brandur Sandoy, tingmaður

Comments

Arbeiðs- og brunaeftirlitið gevur út nýggja vegleiðing um arbeiði hjá børnum og ungum undir 18 ár.

1/7/2021

Comments

 
Picture
Nú summarfrítíðin er byrjað og nógv børn og ung fara til arbeiðis, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina vegleiðing um arbeiði hjá børnum og ungum undir 18 ár.

Ungir arbeiðstakarar hava ofta avmarkaðar royndir á arbeiðsmarknaðinum. Teirra vitan og tilvitska um møguligar vandar í arbeiðinum kann tí vera avmarkað. Hetta hevur við sær, at ungu arbeiðstakararnir eru serliga viðbreknir, hvat viðvíkur trygd og heilsu. Arbeiðsumhvørvislógin ásetur serskildar reglur fyri arbeiðstakarar yngri enn 18 ár, og endamálið við nýggju vegleiðingini er at ítøkiliggera hesar reglur.

Í vegleiðingini verður m.a. greitt frá, hvussu gomul børn skulu vera fyri at kunna verða sett í starv, hvørji sløg av arbeiði børn og ung kunnu hava, eins og mælt verður til, hvørji evnir, tilfar, tól og amboð ungir arbeiðstakarar av heilsu- og trygdar ávum ikki eiga at handfara.

Sí meira á https://arb.fo/news/116/nyggj-vegleiding-um-arbeidi-hja-bornum-og-ungum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Comments

Stakkavík hevði 6.500 pund í dag

1/7/2021

Comments

 
Picture
​Klokkan er 12:41 og Stakkavík er á veg inn eftir Vágni. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.450 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.800 pund hýsa, 1.500 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Stakkavík hevði 4.500 pund í gjár.

Teir eru akkurát nú á Stongunum við stampunum og aftaná landa teir til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 )
NFCS-01-07-2021   3.225



Comments

Dalsenni hevði 4.500 pund í dag

1/7/2021

Comments

 
Picture
​Klokkan er 12:11 og Dalsenni er júst á veg inn eftir vágni. Teir hava verið við línu norðanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 4.410 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 3.250 pund hýsa, 800 pund tosk og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Dalsenni hevði 3.500 pund í gjár.

Skipari á Dalsenni er Jóhannes Nybo.

Landa verður til NFCS.

SáH

DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-01-07-2021   2.205


Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.