NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stjóri í Handilsvirkinum Niclasen

31/1/2016

Comments

 
BilledeJacob og nýggi stjórin uttanfyri Handilsvirkið Niclasen í Klaksvík á Stangarvegur 4.
1. februar byrjið eg í nýggjum starvi, har eg farið at stjórna Handilsvirkið Niclasen í Sørvági.

Tað verður ein spennandi uppgáva.  Havi verið har Vesturi og heilsa uppá arbeiðsfólkini og vóru øll stak fitt og fyrikomandi.

Ímorgin tann 1. feburar verður so mín fyrsti arbeiðsdagur og hava tit hug til ein kaffimunn og eitt prát, so eru tit øll vælkomin til tess, sjá niðanfyri

Handilsvirkið Niclasen er ein gamal handil, við royndum arbeiðsfólkum,  so tað er at byggja uppá teirra royndir og so taka mína vitan innan byggivinnuna og handilslívið, sum hava nøkur ár á baki og so royna í felag , at fáa Handilsvirkið Niclasen uppá eitt enn hægri støðið, har tænastan og kappingarførir prísir vera sett í hásætið. 

Arbeiðsvikan hjá mær verður hendan: Mánadag - týsdag 08.00 - 16.00 í Sørvági. Mikudag 10.00 - 17.30 í Klaksvík. Hósdag og fríggjadag 08.00 - 16.00 í Sørvági. Annars fáa tit altíð fatur á mær á telefon 273200 frá kl. 05.00 á morgni til kl. 19.00 á kvøldið.

SáH

Billede
Comments

​Nýggi sleipibáturin navngevast ídag

29/1/2016

Comments

 
Billede
Faroe Agency, ið frammanundan eigur og rekur sleipibátin Maria, hevur fingið ein sleipibát afturat í flotan. Fríggjadagin 29. januar kl. 15 skipar felagið fyri móttøku á Bursatanga. Á móttøkuni verður nýggi sleipibáturin navngivin..

 
Á móttøkuni verður høvi at fara umborð á bátin at síggja hann. Eisini eru talur og okkurt gott til góman á skránni.

Nýggi báturin er, eins og Maria, smíðaður í Turkalandi. 
Móttøkan verður samstundis eitt hátíðarhald fyri, at Faroe Agency nú flytir í egin høli Yviri við Strond 23, tað eru húsini har Samskip frammanundan hava havt skrivstovu.

Móttøkan er á Bursatanga fríggjadagin 29. januar frá klokkan 15-17. Øll eru hjartaliga vælkomin.

SáH

Comments

Tað koyrir bara hjá Facebook

28/1/2016

Comments

 
Billede
Tað koyrir bara hjá Facebook - tí ífjør høvdu Facebook góðar 18 milliardir í umsetningi og samanlíkna vit tað so við árið 2014 - so hevði Facebook góðar 10 milliardir í umsetningi tá.

So har gongur bara upp eftir hjá Facebook og seinastu tølini hjá Twitter vísa, at har gongur einans niður eftir.

Eigari av Facebook, Mark Zuckerberg segði annars herfyri, at hann fór at geva 316 milliardir krónir til vælgerandi endamál, so at dóttir hansara kann upplivað eitt betri stað at liva í.

Les eisini: 316 milliardir til vælgerandi endamál!

JáH (y) 28.01.2016

Comments

Toyota selur enn mest bilar í heiminum

27/1/2016

Comments

 
Billede
Bilframleiðarin Toyota kann enn reypa sær av, at teir selja mest bilar í heiminum. Teir hava júst kunngjørt at ífjør seldu teir 10,15 milliónir.

Í hølunum á teimum er so Volkswagen og General Motors.

JáH (y) 27.01.2016

Comments

BNP í Russland fallið

25/1/2016

Comments

 
Billede
BNP gjaldoyra fall í Russlandi ífjør við 3,7 prosentum og er tað grunda av oljuprísirnir kring knøttin follu sera nógv ífjør.

Hetta hevur stóra ávirkan á Russland, tí roknast kann við, at túsundvís av øðrum menniskjum fara har um leiðir at missa arbeiðið - orsaka av hesum.

JáH (y) 25.01.2016

Comments

Google fer at gjalda eina eykarokning

23/1/2016

Comments

 
Billede
Fyritøkan Google fer at gjalda eina eykarokning, sum tey hava fingið í skatt frá bretum og fer at gjalda heili 1,27 milliardir í skatt, sum Bretland hevur rokna út, at teir skylda har.

Google hevur nú lagt kortini á borði og betalur uttan hóvastak tí risastóru rokningina.

JáH (y) 23.01.2016

Comments

Øll skipini í Klaksvík eru úti

21/1/2016

Comments

 
Billede
Tað er ikki á hvørjum degi, at man sær allar kajirnar í Klaksvík eru tómar fyri skipum.

Ongin skip við kósabrúnna, ongin við Klaksvíkar Sleipistøð og Bedingina, ongin við Stangabrúnna, ongin við stóru kaj og á Vestari bryggju liggur eitt.

Veðrið er av tí allerbesta og streymurin er sera góðir, so øll skipini eru úti og fiska. Spennandi verður at vita, hvussu nógv okkara skip hava fingið, nú tey fara at koma inn at landa teir komandi dagarnar og kajirnar runt Klaksvíkingina byrja at fyllast aftur við skipum.

Tit eru vælkomin at koma við nýggjheitinum fyrst til okkum á Norðoya Portalinum, meyla tíðindini inn á [email protected] ella smsá á tlf. 273200.

Gott fiskarí allir samlir.

​Myndirnar tiknar tann 20.01.2016 kl. 05.15
SáH

​

Comments

Gadus fingið 200 tons í lastina

17/1/2016

Comments

 
Billede
Tað hevur gingið gott hjá Gadus higartil og ídag hava teir fingið 200 tons í lastina.

Hetta skrivar Markus í Norðnástovu á sínum Facebook vanga ímorgun:

Ís Ís, vit gloymdu 100 tons ísin og ótu hann 2 dagar ov seint, men nu eru 200 tons innanborða og ísur 2 verðuleiki 😊😊 Eg vil bara takka Harranum fyri góðan fong og varveislu a hesum túri, og ynskja øllum Føroya folki, á sjogvi sum á landi ein vælsignaðan sunnudag.

Onnur skip, sum hava hug at lata frættað frá sær, eru vælkomin at senda mær ein meyl á [email protected] Vit øll heima er sera áhugaði at vita, hvussu gongst hjá tykkum øllum runt verðina og sjálvandi eisini á heimaleiðum. Gott fiskarí til tykkum allar.

SáH

Comments

Vistfrøði í Á handlunum

15/1/2016

Comments

 
Billede

​​Vistfrøði í Á


Innkeypið hjá nógvum kundum hevur broytt seg tey seinastu árini. Hægri krøv verða sett til einstøku vøruna, og man vil gjarna vita hvat tað veruliga er fyri ein vøra man keypir, og samstundis hava fleiri fólk eina meining viðvíkjandi umhvørvinum rundan um okkum. 

Tí hava Á handlarnir gjørt av at hava vørur frá Grøn Balance í vøruskránni.
Grøn Balance vørurnar hava høga góðsku, og úrvalið er umhvørvisvinarligt og vistfrøðiligt.
Fólkini handan Grøn Balance seriuna arbeiða miðvíst við at menna nýggjar vørur á ein skynsaman hátt, alt frá mati til reingerð.

Vøruúrvalið økist alsamt, og taka Á handlarnir fleiri nýggjar vørur inn, sum tíðin gongur og eftirspurningurin økist.

Vælkomin í tín Á handil

Á reklamublaðnum í vika 2 hjá Á handlunum, eru fleiri vistfrøðiligar vørur uppá tilboð. Klikk her "Vika 2"

Ynskja aðrir handlar á Norðoya Portalin við teirra vørum og møguliga einari lýsing, send meyl til Símun á Høvdanum, [email protected]

​​
SáH

Comments

Nýggjur stjóri av einum Timburhandli

13/1/2016

Comments

 
Billede
Símun á Høvdanum, sum er bróðir til undirritaða boðar á sínari Facebook síðu, at hann fer aftur at vera stjóri á einum Timburhandli.

Símun á Høvdanum hevur drúgvar royndir innan timbursølu og hevur eisini verið ein sølumaður alt sítt lív. Umframt at hann hevur rikið Klaksvíkar Timburhandil, so hevur Símun á Høvdanum eisini rikið Norðoya Portal tað seinasta árið, har hann eisini hevur tikið myndir og skrivað eitt ótal av greinum fyri. Símun skrivar soleiðis á sínum Facebook:

Frá 1. februar fara eg at reka ein av elstu handlunum í Føroyum og kann enn einaferð kallað meg stjóra á einum Timburhandli og Byggibúð. Tað verður sera spennandi og síggið eg fram til at menna hesa søguligu fyritøku til at klára seg í hørðu kappingini, við góðari tænastu og kappingarførum prísum. Meira um hetta seinni, havi ein góðan dag øll somul.

Norðoya Portalurin ynskir Símun á Høvdanum hjartaliga tillukku við nýggja starvinum og ongin ivi er um, at her er ein spennandi tíð fyri viðkomandi timburhandil, sum er so heppin at fáa henda megnarmann at dríva hesa virksamheit.

JáH (y) 13.01.2016

Comments
<<Previous
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.